Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 • 6. mars 2009 Vikuskifti 11 r modellbátar ugur timburmaður í Havn. Hann hevði nógv at gera og fleiri hava lært til timburmann hjá honum. Sonurin, Eyðfinn, lærdi eisini hjá pápanum, og teir arbeiddu saman í mong ár. Gunleif gavst at arbeiða sum timburmaður fyri umleið 10 árum síðan. Verkstað heima Í heiminum í Maritugøtu í Hoyvík hevur Gunleif innrættað sær ein verkstað, har hann altíð hevur okkurt at tríva í. Har byggir hann modellbátar og ger aðrar prýðislutir. Til dømis kunnu vit nevna, at føturnir sum bátarnir, ið abba- og langabbasynirnir fingu á jólum standa á, eru gjørdir úr føroyskum gróti. Tað er ikki nakað nýtt fyri Gunleif at gera modellbátar. Í sambandi við at føroysku fotografarnir, Ella Dahl í Vági og Svend Poulsen (Bambus) í Havn, skuldu til eina rástevnu fyri fotografar í Svøríki í miðskeiðis í 50-ununum, ynsktu tey at hava okkurt sereyðkenni við úr Føroyum. Tá varð Gunleif biðin at gera teimum eitt modell av einum føroyskum borðbáti at hava við til hesa ráðstevnu. Tá so Fríðrikur níggjundi kongur viðjaði í Suðuroy í 1959, góvu Vágs- og Tvøroyar kommunur kongshúsinum ein borðbát sum gávu, ið Gunleif hevði gjørt. Hann gjørdi eisini bátar til onkrar basarar í Vági. Gunleif sigur, at hann hevur altíð hevur havt hug til slíkt arbeiði. Tá hann búði í Vági, høvdu hann og Páll Nolsøe sum frítíðarítriv at gera smúkkur og líknandi smálutir, men tá hann flutti til Havnar og hevði nógv at gera hvønn dag, var eingin tíð til nakað frítíðarítriv. Men nú, hann er givin at arbeiða, kemur tað væl við at kunna fella aftur á hetta ítriv. Hesir kappróðrarbátarnir gjørdi Gunleif frá mars til november í fjør. Í løtuni ger hann tveir 132 cm langar føroyskar maskinbátar til báðar synirnar. Dania og Gunleif eiga fýra børn: Eyðfinn, Eyðbjørg, Ingi og Ingun, umframt 11 barnabørn og trý langommu- og abbabørn og tað fjórða er á veg. Um tað verður ein drongur, so fær hann helst eisini ein heimagjørdan modellbát frá langabbanum. Jólaaftan fingu abba- og langabbasynirnir hjá Gunleifi Vestergaard hvør sín heimagjørdan modellbát. Abbasynirnir (aftarar rað) f.v.: Jan Vestergaard, Gunleif Andreassen, Johnny Durhuus, Hans Durhuus, Símun Hentze Vestergaard og Hallur Durhuus. Langabbasynirnir f.v.: Fríði Jóhannson Vestergaard, Artan Durhuus og Dávur Durhuus Her er tað Símun, sum fær sín bát frá abbanum Yngsta ættarliðið við spildurnýggjum báti