Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 46 - 6. mars 2009 Matstovan er ljós og hugnalig, og pláss er fyri einum 50 fólkum. Men dekkast kann up til eitt stað millum 80 og 100, um tað skuldi verið um miðan november í fjør, so tað var beint upp undir, at øll jólaborðhaldini stóðu fyri durum. So á tann hátt fingu vit eina góða byrjan, sigur Berg Vatnhamar. Sjálv matstovan letur upp á miðdegi við einari buffet. - Vit byrjaðu við at hava buffet hvønn gerandisdag, men tað var skjótt at vit komu eftir, at mánadagar og týsdagar ikki vóru teir stóru buffet-dagarnir, so nú hava vit opið frá mikudegi til fríg- gjadag millum 12 og 13.30, sigur Berg Vatnhamar. Men Berg verður noyddir at byrja fyrri enn so á mat- stovuni. - Tá Ólavur seldi Statoil- støðina, flutti morgunmatur- in við niðan her á matstov- una, so tann »gamla klik- an«, sum drakk kaffi og át rundstykkir á Statoilstøðini fyrr, gera tað her nú. So tað er at smyrja rundstykkir hvønn morgun, sigur Berg Vatnhamar. Annars er matstovan opin frá miðdegi og út á kvøldið. Gerandisdagar til klokkan 21 og um vikuskiftið til klokkan 22. - Tá ber so til at fáa tann matin, sum stendur á matar- kortinum, sigur Berg Vatn- hamar. Sjálv bowlinghøllin er opin nakað longri, gerandis- dagar frá klokkan 14 til 23 og vikuskifti frá 14 til 01 um náttina. Vælegnað til fyritøkur Sum nakað nýtt byrjaði Ólavur Olsen í fjør at skipa fyri Go-cart koyring. - Enn er hetta rættiliga nýtt, men vit halda, at við hesum aftrat standa vit rætti- liga væl í útboðnum av akti- vitetum í Leirvík. Nú skuldi verið lag á manni hjá fyri- tøkum at komi hendan vegin, tí nú kunnu vit bjóða bæði bowling, go-cart koyr- ing umframt ein góðan bita, sigur Berg Vatnhamar. Í matstovuni kunnu til gerandis sita eini 50 fólk, men um hølini verða umbiðin til eina veitslu til dømis, so kunnu eitt stað millum 80 og 100 fólk sita í ljósu hølunum. Men umframt vanligu upplatingartíðirnar ber eisini til eftir avtalu at sleppa at bowla aðrar tíðir. - Tað eru serliga barna- garðar og skúlaflokkar, sum bowla áðrenn høllin vanliga er opin, og tað ber væl til at gera avtalur um tað. Eisini ber til at gera avtalu um at fáa okkurt etandi í tí sam- bandi, sigur Berg Vatn- hamar. Hann sigur, at tað er eis- ini rættiliga vanligt, at barnaføðingardagar byrja við einum túri í bowling- høllini – eftir avtalu. - Eg haldi, at tað hevur gingið fram á, síðani mat- stovan læt upp. Buffetin á miðdegi fær størri og størri undirtøku, og fólk hava sum heild tikið væl ímóti matstovuni, sigur Berg Vatnhamar. Nógv verður tosað um kreppu í hesum døgum, men ein sannroynd er tó, at tá kreppan rakar, velja fólk ofta at vitja á matstøðum oftari heldur enn at fara á tær dýrari uttanlandsferðir- nar. - Í dag hevði eg ikki farið undir útbyggingina til hesa matstovuna soleiðis sum tíð- irnar eru. Men nú verður so spennandi at síggja, um og hvussu hendan fíggjarkrepp- an fer at ávika okkara virk- semi, sigur Ólavur Olsen, eigari av Bowlinghøllini í Leirvík. Buffet er mikudag til fríggjadag millum klokkan 12 og 13.30, og fólk taka alsamt betur ímóti hesum tilboðnum Eiga at venda IWC bakið Fiski- og veiðimannafelagið í Grønlandi, KNAPK, krevur, at landsstýrið skal seta seg upp ímóti altjóða hvalaveiðinevndini IWC og sjálvbt áseta hvalakvotur í samstarvi við norðuratlantisku havsúgdjóranevndina NAMMCO. KNAPPK vísir á, at tað er als ikki vist, at grønlendingar fáa nakra hvalakvotu, tá altjóða hvalaveiðinevndin fer at halda fund í Portugal í mai ella juni. Meiri enn helmingurin av teimum 86 londunum í IWC eru ímóti hvalaveiði, sjálvt um vísindaligar rannsóknir kunnu staðfesta, at talan er um burðardygga veiði. Fólkatingsval hevði givið aðra stjórn Í Danmark er undirtøkan hjá stjórnarflokkunum og Danska Fólkaflokkinum nú tann minsta í fimm ár. Var fólkatingsval í dag, hevði Danmark fingið eina aðra stjórn. Ein kanning hjá Børsen gevur teimum báðum stjórnarflokkunum og Danska Fólkaflokkinum 84 tinglimir, meðan andstøðan fær 91. Serfrøðingar halda, at tann seinasta skattabroytingin hjá stjórnini hevur kostað henni atkvøður. Kanningin hjá Børsen vísir, at Vinstri hjá Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra hevði fingið 21,8 prosent av atkvøðunum, og so lítlan stuðul hevur flokkurin ikki havt tey seinastu 15 árini, sigur DR.