fríggjadagur 6. mars 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
10
Nr. 46 • 6. mars 2009
Gunleif Vestergaard er kendur
sum ein góður handverkari, hann
er eisini ein handverkari í orðsins
rætta týdningi. Hann hevur
millum ár og dag gjørt alt frá
smúkkum til stórar bygningar. Alt
sum hann ger, er snøgt og væl úr
hondum greitt.
Í fjør gjørdi Gunleif tilsamans
níggju modell-kappróðrarbátar,
8-mannafør, til abba- og langabba-
synirnar, sum hann gav teimum í
jólagávu.
Gunleif Vestergaard er 81 ára
gamal og sumbingur. Hann lærdi
til timburmann hjá Kim Nielsen,
byggimeistara, í Sumba, og seinni
til bygningssnikkara hjá Tom
Silvurdal, snikkara í Vági. Gunleif
giftist Daniu, f. Berg, úr Hvalba.
Tey búsettust í Vági, har Gunleif
arbeiddi sum timburmaður og
bygningssnikkari.
Síðst í 50-unum bleiv so lítið
at gera hjá Gunleifi í Vági, og í
1962 flutti familjan til Havnar
at búgva. Hann fekk arbeiði hjá
danska felagnum, sum bygdi
húsið í Mjørkadali. Í hesum
sambandi fekk hann seinni
arbeiði á snikkaravirkinum hjá
føroyska byggifelagnum Danberg
& Joensen í Havn. Har gjørdu
teir alt tilfarið til tunlarnar inni
í fjallinum á Sornfelli sum t.d.
veggir, loft, gólv og annars alt
snikkaraarbeiði. Alt varð gjørt á
snikkaraverkstaðnum, sum var
yviri við Strond, og varð síðan
koyrt við bili niðan á Sornfelli og
sett upp inni í fjallinum.
Eftir at snikkaraverkstaðurin hjá
Danberg & Joensen miðskeiðis í
60-unum brendi í grund, byrjaði
Gunleif at arbeiða sum sjálvstøð-
Á jólum fingu allir níggju
abba- og langabba-
synirnar hjá fyrrverandi
byggimeistaranum,
Gunleifi Vestergaard í
Hoyvík, hvør sín heima-
gjørdan kappróðrarbát í
jólagávu
Byggimeistarin byggi
Gunleif Vestergaard hevur innrættað sær ein verkstað heima í Maritugøtu í Hoyvík. Hann hevur altíð okkurt at tríva í og byggir modellbátar og ger aðrar prýðislutir
Mynd: Jens Kristian Vang
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Frítíðarítriv