Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 46 - 6. mars 2009 Áheitan til Eyðgunn og Aksel at verja tunnilin norður um fjall Fitt av fólki møtti til aðalfundin hjá Noroya Javnaðarfelag. Tveir nevndarlimir stóðu fyri valið og vóru Eyðgunn Samuelsen og Søren Olsen vald í nevndina, Søren Olsen er nývaldur. Á fundinum luttóku Hans Pauli Strøm landstýrismaður, Eyðgunn Samuelsen, Andrias Petersen og Aksel Johannesen, ið júst nú hevur sætið á tingið. Jákup Mikkelsen býráðslimur luttók eisini á fundinum. Fundurin átalaði tað niðurraðfesting, ið nýggja býráðssamgongan fremur innan sosiala øki og heitti á býráðsumboðini um framhaldandi at verja sosiala øki, bæði í býráðsumsitingini og býnum annars. Politiska støðan, hvørji mál samgongan ætlar at fremja í hesi tingsetuni og íløguætlanin hjá landinum vóru eisini viðgjørd. Fundurin samtykti einmælt at Tunnilin Norð um Fjall skal ikki nertast. Nevndin er nú hendan Signhild Joensen, Tummas Lervig, Eyðgunn Samuelsen, Dora Joensen, Sørin Olsen, nývaldur. Nevndin skipar seg seinni í vikuni. Síðani miðan nov­ember hev­ur Bow­linghøllin í Leirv­ík bjóða v­iðskiftafólki eina nýmótans matstov­u at njóta ein góðan bita í eftir – ella undan – einum bow­lingtúri í Leirv­ík FRÍTÍÐ Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Leirvík er við at gerast ein ein vinnubygd burturav. Frá Interkommunalu Brenni­ støðini í eyst til Statoilstøð­ ina í vest finnur tú ímillum Faroe Marine Product, betri kent sum høvdavirkið, Tav­ una, reiðaravirkið hjá Just­ inussen, reiðaravirkið og virkið hjá Kjartan Joensen, umframt egningarskúrar. Eisini er eitt elvirki í bygd­ ini, sum hevur fleiri fólk í arbeiði. So hvat er meiri náttúrligt í einum so vinnuríkum øki enn at hava eitt sindur til sinnið og búkin? Og tí syrg­ ir Bowlinghøllin í Leirvík fyri. Føroyar gerast alt meiri altjóða merktar. Rákið úr USA fyrst og fremst, men eisini úr øðrum pørtum av heiminum, kemur inn á okk­ um umvegis serliga Dan­ mark. Tað sæst aftur alla­ staðni. Vit kunnu til dømis nevna kaffibarrir, fitness­ miðstøðir, Burger King, Sunset Boulevard, sushi matstøð – og bowlinghøllir. Eftir at bowlinghøllin í Havn – Want2bowl – læt dyrnar upp, eru komnar nýggjar til, bæði í Suðuroy og Leirvík. Og tann, sum tíðliga sá hendan møguleik­ an, var Ólavur Olsen í Leir­ vík. ­ Eg metti, at tað var fólkagrundarlag fyri einari bowlinghøll, eftir at Norð­ oyatunnilin læt upp, og tí tók eg avgerð um at byggja høllina, sigur Ólavur Olsen, sum í fleiri ár hevur átt og rikið Statoilstøðina í Leir­ vík. Ólavur Olsen hevur í nøk­ ur ár eisini havt eitt byggi­ felag, so hann hevur sjálvur gjørt ein stóran part av arbeiðinum við at byggja bowlinghøllina. Hon varð so alment tikin í nýtslu 28. oktober 2005. Væl vitjað Hesi góðu trý árini hevur hann rikið bowlinghøllina saman við Statoilstøðini, og fyri tveimum árum keypti hann so ein handil í bygdini og rak hann undir samtakinum Samkeyp. ­ Men tað drenaði so nógva orku, at tað gjørdist ov nógv, og nú hava vit so selt handilin aftur, sigur Ólavur Olsen. Stutt eftir, at bowlinghøllin varð tikin í nýtslu gjørdist hann varðugur við ein tørv á at fólk eisini kundu fáa ein góðan bita eftir eitt bow­ lingkvøld, og hóast tað bar til at fáa grillmat á Statoil­ støðini, ið liggur bara nøkur fá fet frá bowlinghøllini, so var hetta ikki »ideella kom­ binatiónin«. Hann tók tí avgerð um at byggja uppí bowlinghøllina, so rúm gjørdist fyri einari matstovu og einum stórum og framkomnum køki. ­ Arbeiðið byrjaði í fjør vár. Vit gjørdu tað mesta sjálvir, og um miðan novem­ ber var so klárt at taka nýggju matstovuna í brúk, sigur Ólavur Olsen. Hann sigur, at bowling­ høllin frá byrjan av hevur verið væl vitjað. Fólka­ grundarlagið er Norðoyggj­ ar og Eysturoyggin, men tað hendir seg meiri enn so, at tað koma fólk aðrastaðni frá, eisini úr høvusstaðn­ um. ­ Gerandiskvøld er einki trýst á, men um vikuskiftið er høllin væl vitjað. Fríggja­ kvøld og leygarkvøld er vanliga nógv fólk, og tá hava vit eisini opið til klokk­ an eitt um náttina, sigur Ólavur Olsen. Matur hvønn dag Dagligur leiðari av bow­ linghøllini – og nú eisini matstovuni – er Berg Vatn­ hamar. Hann arbeiddi ann­ ars »í eitt mannaminni« hjá Leif Mohr í Havn, men eftir at hava verið í farloyvi eina tíð er hann nú burtur av leiðari av Bowlinghøllini í Leirvík. ­ Matstovan stóð liðug Berg Vatnhamar, leiðari, Eyðvør Vatnhamar Olsen, køksleiðari, og Ólavur Olsen, eigari av Bowlinghøllini í Leirvík Bowling bilar og buffet