Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 • 6. mars 2009 Vikuskifti 9 umborð 14 ár við Grími Í 1959 kemur Grímur Kamban hjá Poul Hansen, og tey fyrstu árini førdi Volsgang Andreassen skipið. - Eg var við Grími í tilsamans 14 ár. Tíðliga í sekstiárunum, tá eg hevði fingið mína navigatións- útbúgving, gjørdist eg 2. stýrimað- ur við Jens Ferdinand Poulsen sum 1. stýrimanni. Tá var Volfgang framvegis á brúnni sum skipari. Seinni gjørdist Brynjálvur Petersen úr Sandavági skipari, og tá Jens fór við Brandi Sigmundarsson, gjørdist eg 1. stýrimaður. Mundi sigur seg minnast tann eina túrin í Ný Foundlandi, tá teir vóru burtur í einar fimm mánaðir. - Fiskiskapurin var smáligur í Ný Foundlandi, og heimaftur komnir gjørdu vit ein brosmutúr undir Føroyum, har vit saltaðu og flaktu umborð. Í 1965 leggur Grímur Kamban um til kraftblokk og fer at fiska við nót, og tá er Brynjálvur Petersen framvegis skipari. - Sum tíðin leið, fór eg at loysa Brynjálv av sum skipara, og eg haldi, at eg fyrstu ferð var á brúnni sum skipari á Grími Kamban í 1966. Tá Brynjálvur seinni fór umborð á Gullfinn at hjálpa teimum í gongd við nótaveiði, gjørdist eg skipari á Grími. - Tíðliga í sjeytiárunum varð skipið selt til Hirtshals, og eg førdi Grím í umleið eitt ár, meðan skipið var heimahoyrandi í Hirtshals. Til Svøríkis á nótaveiði Mundi varð nú biðin við einum nýggjum svenskum nótabáti, sum kallaðist Sette Mari, og her loysti hann eisini av sum skipari. Men tíðin umborð á Sette Mari gjørdist stutt. - Nú bleiv eg biðin við einum øðrum svenskum nótabáti sum kallaðist Stella Nova, og her var eg í einar níggju mánaðir. Eftir hetta kom Mundi heim- aftur til Føroya at sigla. - Nú varð eg biðin við Skála- fossi, sum skálamenn áttu, og her loysti eg skiparan, Ernst Mikkelsen, av í nakrar mánaðir. Enn búði familjan heima í Føroyum, men meðan Mundi var við Skálafossi, ringdi Skagerak Fiskeeksport og søgdu, at teimum vantaði skipara til nótabátin, Strømegg. - Eg fór at føra Strømegg hin 16. oktober í 1976, og eg var við skipinum í sløk 10 ár. Tað var um hetta mundi, at nólsoyingurin flutti niður til Hirtshals at búgva, og um summarið 1977 flutti so øll familjan til Danmarkar. - Í fyrstani segði kona mín, at hon vildi royna at búgva í Danmark í tvey ár, men tá tvey ár vóru um- liðin, helt hon, at hon vildi royna í fimm ár, sigur Mundi, meðan konan, Sigvør, situr hinumegin borðið í hugnaliga køki teirra. Keyptu Herdis J Í 1986 tóku Jens Sigmund Jacobsen og aðrir stig til at keypa sítt egna skip, sum fekk navn eftir mammu hansara, Herdis. - Í byrjanini vóru vit fleiri, sum vóru saman um skipið, og allir vóru føroyingar. Vit keyptu skipið lutfalsliga dýrt, og mangan stóð á gomlum nøglum. Men tey seinnu árini gekk heilt væl. Sum tíðin leið, vóru teir bar fýra, sum áttu í skipinum, Sólfinn, sonur Munda, bróðirin Grækaris og skopuningurin, Arngrím Zachariassen. Partarnir hjá hesum fýra vóru ávikavist 44%, 22%, 22% og 12%. - Í 2004 fingu vit eitt sera gott boð upp á skipið. Vit kundu fingið uppaftur meira, um vit seldu skipið úr býnum, men vit valdu heldur at selja fyri nakrar miljónir krónur minni og varðveita kvoturnar í økinum. Mundi vil ikki siga ítøkiliga, hvussu stór søluupphæddin var, men vit skilja, at teir fingu einar 95 miljónir krónur fyri Herdis J. - Eg tosaði við hinar eigararnar, og vit vóru samdir um, at antin máttu vit selja, nú boðið var so gott – ella máttu vit gera nýggjar iløgur. Vit seldu skipið við teirri treyt, at hinir eigararnir – undantikið eg sjálvur – kundu sigla hjá teimum báðum feløgun- um, sum keyptu skipið, í tvey ár. Njóta sítt otium Tað er eingin loyna, at Jens Sigmund og hinir tríggir, sum áttu í Herdis J, fingu nógvan pening burtur úr søluni. - Nú eg eri 68 ára gamalur, sigli eg ikki meira, men nú kunnu eg og konan hugna okkum saman við familju, vinur og kenningum. Vit hava keypt okkum íbúð í Costa del Sol í Spaniu, og har eru vit, tá høvið býðst. Vit hava eisini keypt okkum ein stuttleikabát, og her heima í Hirtshals hava vit altíð okkurt at takast við. So, vit keða okkum avgjørt ikki, sigur Jens Sigmund Jacobsen, sum eisini hevur gjørt íløgur í aðrar fastognir eftir søluna av Herdis J. Á koppinum, hann situr við, meðan vit práta í hugnaliga heiminum í Hirtshals, stendur, at “det er ikke let at være SLANK, når du er rig..” - Henda koppin havi eg fingið frá einum av mínum abbabørnum, sigur fryntligi nólsoyingurin, Jens Sigmund Jacobsen Mynd: Vilmund Jacobsen