Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 46 - 6. mars 2009 amóti Fyri fáum vikum síðani bar til at bíleggja sær ein búff í Williams í SMS. Nú er matstovan søga, og í staðin er kaffistovan Baresso, sum annars var í erva, flutt oman í hølini hjá Williams Her í bygninginum á horninum Niels Finsensgøta/Bøkjarabrekka, fer nýggj kafé at halda til. Staðið hevur fult skonkiloyvi, bæði innandura og uttandura. Ætlanin er at lata upp beint fyri páskir Vælumtókta matstovan Jinx lat aftur herfyri. Men 1. mai letur staðið upp aftur undir navninum Etika við vín og Sushi. Tað er Hotel Føroyar samtakið, sum stendur aftan fyri Etika, sum millum annað verður sermerkt við at hava eina vín-automata Dygdarmatstovan Merlot er ikki til longur, og letur ikki upp aftur Kliché í Vágsbotn lat aftur herfyri. Eigarin er sjúkrameldaður, men vónar at lata upp aftur seinni Konditaríið, ella Kheops, sum tað æt undir seinasta eigara, hevur staðið sum eitt spøkilsishús seinastu mongu mánaðirnar Húsavirðið rapar í Noregi Fíggjarkreppan er nú farin at gera um seg á norska íbúðarmarknaðinum. Sagt verður, at millum 1.000 og 2.000 nýggjar íbúðir standa tómar, og tað er met, siga meklararnir. Beint undan kreppuni bleiv avgjørt at byggja 2.600 íbúðir, og fleiri av verkætlanunum eru settar í gongd hóast roknast má við, at nógvar íbúðir fara at standa óseldar og tómae. Sambært NRK hava umleið 1.000 starvsfólk á meklaravirkjunum mist arbeiðið teir seinastu mánaðirnar, men tað er sama gongd sum í Evropa, USA og aðrastaðni, skrivar tíðindastovan. Trygd sjómanna í vanda Íslendski tingmaðurin Sigurður Kári Kristjánsson, sum umboðar Sjálfstæðisflokkin í Altinginum, er sera misnøgdur við, at Landhelgisgæslan, sum er íslendska vaktar- og bjargingartænastan, hevur sagt millum 20 og 30 fólkum úr starvi, teirra millum trimum tyrluflogskiparum. Tingmaðurin hjá Sjálfstæðisflokkinum sigur í einari fráboðan, at uppsagnirnar eru ein hóttan ímóti trygdini hjá teimum, sum arbeiða á sjónum, og at skerjingin á tyrludeildini harumframt skerjir møguleikarnar hjá tænastuni at flyta sjúklingar bæði á sjógvi og landi.