fríggjadagur 6. mars 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 46 • 6. mars 2009
umborð
Sosialurin hevur leitað sær ein túr
til Hirtshals og hevur vitjað inni
á gólvinum hjá hjúnunum, Jens
Sigmundi og Sigvør Jacobsen,
sum bæði eru ættað úr Nólsoy.
Mundi, sum Jens Sigmund vanliga
verður róptur, byrjaði blaðungur
at sigla, og seinastu 32 árini hava
hann og konan búð í Hirtshals.
Tvey av trimum børnum, Sólfinn og
Winnie, búgva eisini í Danmark,
meðan elsti sonurin, Jan Kjell,
er giftur føroyskari konu og býr í
Havn.
- Eg flutti niður at búgva, tá eg
fór at føra nótaskipið Strømegg,
og árið eftir flutti familjan eisini.
Í fyrstani segði kona mín, at hon
vildi royna at búgva í Danmark
í tvey ár, men tá tvey ár vóru
umliðin, helt hon, at hon vildi
royna í fimm ár, sigur Mundi,
ið fór umborð á Strømegg sum
skipari hin 16. oktober í 1976.
Í dag – meira enn 30 ár seinni
– búgva hjúnini framvegis í Hirts-
hals, og nú er eingin ivi í teirra
sál um, hvar tey vilja búgva síni
pensjónsár.
- Vit hava skrivað eitt neyvt
testamenti, og í hesum er eisini
skrivað, at vit bæði, tá tann tíðin
kemur, vilja jarðast í Emmersbæk
Kirkjugarði í Hirtshals. Til stutt-
leikar hava vit sagt, at verður
peningur eftir at arva hjá børnum
okkara, tá vit eru farin – ja, so er
tað ein roknifeilur, sigur Mundi
brosandi.
Árini 1986-2004 átti Mundi
saman við øðrum nótaskipið
Herdis J. Í byrjanini vóru fleiri,
sum áttu í skipinum, men seinnu
árini av hesi tíðini, og tá teir í
2004 fingu eitt sera gott tilboð
upp á skipið, vóru teir fýra
eigarar. Umframt Munda, vóru
eigararnir Sólfinn, sonur hansara,
bróðirin Grækaris og skopuning-
urin, Arngrím Zachariassen.
- Tilboðið var so mikið gott, at
vit kundu illa lata tað fara aftur
við borðinum, sigur Mundi, sum
ikki vil siga alment, hvussu nógv
teir fingu burtur úr søluni.
Hann sigur, at sjálvt skipið
var ikki nógv vert, tó at tað var í
góðum standi, men at tað vóru
kvoturnar, sum skipið átti, ið
høvdu stórt søluvirði.
Vit kunnu tó leystliga rokna
okkum til, at rættiliga nógvar
miljónir lógu eftir, og at Mundi
saman við hinum eigarunum at
enda fekk “løn” fyri sítt stríð á
havinum gjøgnum so mong ár.
»Når du er rig«
Á koppinum, hann situr við,
meðan vit práta í hugnaliga heimi-
num hjá honum og konuni í Hirts-
hals, stendur, at “det er ikke let
at være SLANK, når du er rig..”
- Henda koppin havi eg fingið
frá einum av mínum abbabørnum,
sigur fryntligi nólsoyingurin og
brosar.
Áðrenn Mundi fer at siga okk-
um frá lívi sínum, spyrja vit hann,
hvaðani navnið Mundi stavar.
- Eg hevði ein pápabeiggja,
sum doyði undir krígnum. Hann
sigldi við farmaskipi, tá teir vórðu
bumbaðir. Hesin kallaðist Jens
Sigmund og varð róptur Mundi. Eg
varð uppkallaður eftir honum og
bleiv eisini róptur Mundi, sum er
ein stytting av navninum Sigmund.
Hann veit at siga, at í Íslandi er
ikki óvanligt, at menn verða róptir
Mundi, men tað er so ikki haðani,
at navnið stavar.
Fór ungur til skips
Sum 14 ára gamal fór Jens
Sigmund sín fyrsta túr til skips.
Hetta var á sildaveiði við kolfýrda
skipinum Lunarbow, sum var
keypt úr Onglandi. Tað vóru
brøðurnir, Poli og William Smith,
sum reiddu skipið út.
- Hetta var í juli mánaða í 1955.
Skipari var nólsoyingurin, Vilmund
Poulsen. Vit fiskaðu norðanfyri.
Byrjaðu við 60 gørnum, men end-
aðu niðri á 40 gørnum. Haldi meg
minnast, at vit fingu einar 1800
tunnur av sild hetta fyrsta árið, eg
var við.
Hvørki sum blaðungur, ei heldur
seinni í sjólívinum, kendi Mundi
nakrantíð til sjóverk.
Eftir sildavertíðina fór Lunarbow
til Svøríkis, har ein gomul diesel-
maskina varð sett í skipið. Ferðin
gjørdist nú størri, men maskinan
riggaði ikki so væl. Munurin var,
at nú høvdu teir ongan fýrbøtara
umborð. Teir gjørdu eisini onkran
línutúr í Íslandi, og tá var Vilmund
eisini skipari.
- Nú fóru Vilmund sum besti-
maður við Varðanum, sum Volf-
gang Andreassen á Oyrarbakka
førdi, og tá bað hann eisini meg
koma við, sigur Mundi.
Eisini við Stella
Argus
Eitt skifti var nólsoyingurin við
Stella Argus, og hann var eisini
við túrin fyri, at skipið, sum tá var
á sildaveiði, gekk burtur við mann
og mús í oktober mánaða í 1957.
Hvussu hann kom umborð
á Stella Argus, greiðir Mundi
soleiðis frá:
- Vit fóru til Havnar við Rituni, og
eg skuldi við aftur Varðanum. Men
tá kom Clæmint Jacobsen, vanliga
róptur lítli Clæmint og sigur, at
teimum vantar ein mann við Stella
Argus. Eg helt, at hetta ljóðaði so
fantastiska gott í mínum oyrum, tí
hetta var jú ein stórur trolari.
Mundi sigur, at hann fór nú
umborð á Varðan eftir klæðum og
koyrdi tey umborð á Stella Argus.
- Eg sá ikki Volfgang, tá eg
var umborð eftir klæðunum, og
eg føldi meg ikki serliga væl. Eg
samlaði klæðini saman og stakk
av. Hetta skuldi eg ikki havt gjørt.
Tá eg kom umborð á Stella Argus,
sá eg, at eg hevði tikið tveir stivl-
ar við, sum báðir vóru upp á sama
bein. Annar stivlin var stivlin hjá
skiparanum, Volfgang. Tað gloymi
eg ongantíð aftur, sigur hann.
Hendan túrin fór Stella Argus í
Barentshavnið. Teir vóru burtur í
einar 11 vikur og fingu 180 tons í
saltfiski.
- Tá vit komu heimaftur úr
Barentshavinum, fór skipið á
sildaveiði. Mamma hevði søkt á
Háskúla fyri meg, so eg fór bara
henda eina túrin á sild. Eg fór av
Stella Argus um heystið túrin fyri,
at skipið gekk burtur, sigur Mundi
álvarsamur.
Aftur við Varðanum
Tá Búgvin sum nýbygningur kom
av Tórshavnar Skipasmiðju, fór
Volfgang at føra Búgvan, og tá
gjørdist Vilmund Poulsen skipari
við Varðanum.
Eftir háskúlatíðina var Mundi
aftur umborð á Varðanum, og í
Íslandi í 1958 upplivdi manningin
eina syrgiliga hending, sum
kostaði skiparanum lívið.
- Eg meini, at vit vóru fýra
nólsoyingar við Varðanum um
hetta mundi. Vilmund, sum var
skipari, bróðursonur hansara,
Jens Ferdinand Poulsen, Tummas
Joensen og eg sjálvur. Á hesum
túrinum hendi tað, at Vilmund
kom til skaða av eini keðiligari
hending og doyði í Íslandi.
Mundi sigur, at tá Vilmund var
deyður, fór ein kollfirðingur at
føra Varðan.
- Nú fóru vit á sild, og Jens
Ferdinand og eg vóru framvegis
við skipinum.
Tá sildavertíðin var liðug, setti
Mundi seg at skriva eitt bræv til
Volfgang, har hann spurdi, um
hann kundi sleppa at sigla hjá
honum aftur.
- Jú, tað var gamaní, og nú
vóru eg og Jens Sigmund aftur
við Búgvanum við Volfgang
sum skipara. Mær dámdi
Volfgang væl, og hann hevur
altíð behandlað meg væl, sigur
nólsoyingurin í Hirtshals.
Stríddist eitt langt lív
og seldi seg ríkan
- Vit hava skrivað eitt neyvt testamenti, og í hesum er eisini skrivað, at vit bæði, tá tann
tíðin kemur, vilja jarðast í Emmersbæk Kirkjugarði í Hirtshals. Til stuttleikar hava vit sagt,
'at verður peningur eftir at arva hjá børnum okkara, tá vit eru farin – ja, so er tað ein
roknifeilur, sigur nólsoyingurin, Jens Sigmund Jacobsen, brosandi
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
- Í fyrstani segði kona mín, at hon vildi royna at búgva í Danmark í tvey ár,
men tá tvey ár vóru umliðin, helt hon, at hon vildi royna í fimm ár. Nú koma
vit ikki heimaftur til Føroya at búgva, siga hjúnini, Sigvør og Jens Sigmund
Jacobsen, vanliga róptur Mundi
Mynd: Vilmund Jacobsen