fríggjadagur 6. mars 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 46 - 6. mars 2009
Meðan summi lata
aftur, lata onnur upp.
Stórar broyt ingar
fara fram á mat
stovu økinum í Havn í
hesum døgum
Býarlív
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Fyri fáum mánaðum síðani
kundi tú fáa ein góðan bita
at eta og eitt glas av onkrum
drekkandi afturvið í Patio,
Jinx, Kheops, Williams,
Kliché og hjá Merlot.
Men allar hesar matstovur
eru nú partur av drúgvu og
fjøl broyttu matstovusøguni
hjá Tórshavnar býi.
Og allar eru tær so ella so
offur fyri kreppuni. Eftir tí,
sum fleiri matstovueigarar
siga, so er hetta við at fara
út at eta, eitt hitt fyrsta, sum
fólk spara burtur, tá ið ráð
ini minka. Sum ein teirra
tekur til: Tað er pinnastilt í
býn um eitt vanligt gerandis
kvøld.
Fólk í vinnuni eru samd
um, at tað er sera tungt at
reka matstovu. Høgar húsa
leigir, dýrar matvørur, tung
av gjøld og mvg, ikki minst
á víni, verða nevnd sum
orsøkir. Eisini hevur onkur
róð framm undir, at kapp
ingin er so hørð, tí stóru
keturnar brúka bara sonevnt
hálv fabrikata, ella matvørur,
sum eru hálvlidnar og bara
skulu tinast ella hitast upp,
áðr enn tær verða borð
reiddar fyri gestunum. Til
dømis pulvirsovsir, fryst
breyð og lidnar køkur. Fyri
góðir kokkar er tað ein øra
at framleiða matin frá botni
av.
Men, tað eru ikki øll sum
lata aftur. Summar av mat
stovunum lata upp aftur um
eina tíð við nýggjum eigar
um og úrvali, og eisini letur
okkurt heilt nýtt stað upp
kom andi tíðina.
Matstovur á einum vega
Uppi við Auto á Niels Finsens
Gøtu var matstovan Patio,
sum nú er latin aftur. Fyrsta
dagin lata fólkini handan
Carthage Steak (hvíta kiosk
við Sjónleikarhúsið) upp
matstaðið Zitouna í hølunum
har Patio var. Úrvalið
verður klassiskir franskur og
danskur køkur, staðið hevur
skonkiloyvi inni og úti og
verður opið um dagin og á
kvøldi. Zitouna merkir oliven
á arabiskum. Carthage heldur
fram óbroytt, men búffarnir
verða framyvir at fáa í
Zitouna
Alkohol verjir tenninar
Vilja menn sleppa undan at fáa tannasjúkuna paradentosu, eiga
teir at drekka meiri enn tey 21 gløsini ella ølirnar, sum danska
heilsustýrið hevur sett sum mark. Hetta heldur hugvekjandi
tilmælið er úrslitið av einari kanning, sum hevur umfatað 1.600
fólk í aldrinum 20 til 95 ár. Kannað varð, hvussu fastar tenninar
vóru, og øll skuldu upplýsa, hvussu nógv alkohol tey drekka.
Niðurstøðan er, at tenninar hjá monnum, sum drukku meiri enn
21 gløs ella øl um vikuna, sótu fastari enn tenninar hjá hinum,
sum drukku minni. Hinvegin gav kanningin ikki nakra ábending
um, at alkohol kann forða parandentosu hjá kvinnum, sigur DR.
Vilja hava flogrutu
Í Ålesund vilja tey hava eina beinleiðis flogrutu millum
Ålersund og London. Tað fekk sølustjórin í flogfelagnum
Norwegian, Lars Sande, at vita, tá hann nú um dagarnar
var í Ålesund og tosaði við umboð fyri kommunurnar í
økinum, ferðavinnuna og vinnufeløg. Lars Sande sigur
við Sunnmørsposten, at leiðin Ålesund London er ein
av tíggju farleiðum, sum felagið umhugsar. Hann gjørdi
tó greitt, at ein fyritreyt fyri at fara undir enn eina rutu
upp á Ålesund er, at fólk har flúgva við Norwegian, tá tey
fara loftvegis til Oslo.