fríggjadagur 6. mars 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
7
Nr. 46 • 6. mars 2009
Í jan uar í 2008 tók eg avgerðina,
at nú skuldi tað verða, og eg havi
tik ið mær eitt ár at verða við
um borð.
Uni undirstrikar, at talan hev ur
verið um eitt gott ár, helst tað
besta í lívinum hjá honum. Uni
útihýsir ikki, at hann fer at taka
eitt annað tørn fyri OM í fram tíð
ini. Tað hevur verið so óheppið
hjá Una, at hann hevur ikki verið
staddur heima í Føroyum, tá hini
OMskipini hava vitjað landið. So
hann hevur ikki havt høvi at sæð
hini OMskipini. Uni fegnast um,
at tað eru aðrir føroyingar um
borð, tí tað er altíð nakað ser ligt
at kunna práta føroyskt umborð.
Fimm ár við OM
Á brúnni hitta vit eisini Trúgva
Petersen úr Gøtu, sum er 2. stýri
maður. Trúgvi hevur verið við OM
í 5 ár. Trúgvi hevur tó ikki verið
við fimm ár í einum. – Eg var fyrst
við Doulos í hálvtannað ár, og so
vóru eg og konan umborð á Logos
2 í eitt knapt ár. Sum familja vóru
vit við Logos 2 í gott tvey ár, og
nú hava vit starvast umborð her,
síðani juni mánað í 2008.
Trúgvi hevur vitjað mong lond
í OMtænastuni. Hann er givin
at telja, men veit kortini at siga,
at talið er farið væl upp um tey
hálvthundrað. Spurdur hví hann
og konan Bjarta, sum er ættað
úr Runavík, valdu at fara við OM,
svarar Trúgvi:
– Fyrst og fremst, so kendu vit
tað sum eitt kall, og at tað var
ein røtt avgerð at fara umborð.
Síðani hevur ein sæð, at ein kann
gera mun umborð, og gera gagn
av sínari útbúgving. Bjarta kann
eisini hjálpa hinum kvinnunum
umborð, serliga teim um yngru
kvinnunum, har hon kann hjálpa
teimum á leiðuni. So tað eru
uppgávur umborð at fylla hjá
okkum, og vit kenna, at tað er
rætt at vera her enn, og tí halda
vit fram við tænastuni umborð.
Serligur uppvøkstur
Tey trý børnini hjá Trúgva og
Bjartu hava ein serligan upp
vøkstur umborð á Logos Hope.
– Tað er sjálvandi ein heilt
onn ur verð, enn at vera heima
í Føroyum. Her umborð eru 350
fólk, mest ungfólk, og tey koma í
tætt samband við hesi ungfólkini.
Børnini óttast ikki fyri at práta
við fremmand fólk. Umborð á
Logos Hope er bæði skúli og
barnagarður, so tað hevur ein
serliga dám fyri Sámuel, Elisu
og Páll, sum fáa sæð nógv av
verðini.
Børnini eru longu stinn í
enskum, og fimm ára gamli,
Sámuel er longu farin í holt við at
læra seg spanskt, so útlit eru fyri,
at børnini hjá Trúgva og Bjarta
gerast sannir málfrøðingar.
Kann ikki sammetast
Trúgvi heldur, at talan er um
betri og størri umstøður umborð
á Logos Hope, mett við tað hann
hevur roynt umborð á Logos 2 og
Doulos.
– Logos Hope er ikki rættiliga
at sammeta við hini bæði skipini.
Umstøðurnar vóru nógv smærri
umborð á Doulos og Logos 2,
og her er talan um eitt størri
skip. Sjálvandi hevur ein serligar
kenslur fyri hesum skipinum, tí
ein kennir tað frá fyrr av. Ein veit
hvat tað hevur verið brúkt til,
og ein hevur sjálvur ferðast við
skipinum áður.
Trúgvi metir, at reint vinnuliga
fær hann nógvar virðismiklar
arbeiðsroyndir umborð á
Logos Hope. – Serliga hetta,
at vit eru so nógvar tjóðir
umboðaðar umborð. Ein sær
og upplivir ymiskar hættir at
gera tingini uppá, og ymiskar
hugsunnarhættir. So ein lærir
nógv av tí, eisini hvussu ein skal
fara við fólki. Ein upplivir sera
nógv ymiskt.
Gleðir seg nógv
Trúgvi dylur ikki, at hann gleðir
seg til løtuna, tá gamla Norrøna
aftur stevnir inn á Havnarvág. –
Tað verður nakað heilt serligt. Eg
var sjálvur við Logos 2, tá hon
legði at á Tvøroyri, og tá var tað
ein heilt serlig kensla at koma
til Føroya. Tað gleðir Trúgvi seg
almikið til. Trúgvi veit ikki at seta
áramál á, hvussu nógv ár hann og
Bjarta verða við Logos Hope. –
Lat okkum bara siga sum so: Vit
taka eitt ár í senn.
borð á gomlu Norrønu
Hoyr innsløgini, sum
vóru gjørd umborð á
Logos Hope á Rás2,
mánamorgun 30.
mars
Eyðun og Helen Joensen úr Runavík eiga nógv spor umborð á Logos Hope
Mynd: Sunniva Østerø
Soleiðis sær kunningardiskurin út í dag
Erling Sørensen, inspektørur frá Lloyds, Onni Hytti, maskinmeistari úr Finnlandi og Uni Nolsøe,
skipari
Trúgva Petersen úr Gøtu er 2. stýrimaður