fríggjadagur 6. mars 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 46 - 6. mars 2009
Byggivinnan missir 100 um dagin
Hvønn dag missa 100 fólk í donsku byggivinnuni
arbeiðið, skrivar Nyhedsbrevet 3F. Eftir fjúrtan døgum
eru 1.200 fólk í byggivinnuni vorðin arbeiðsleys, soleiðis
at nú eru 13.000 fólk í byggivinnuni arbeiðsleys. Tað við
siga, at arbeiðsloysið í donsku byggivinnuni er 11,3
prosent samanborið við 4,2 prosent fyri einum ári síðani.
Tølini ery frá hálvum februar, og tí eru tey veruligu tølini
uppaftur størri, sigur Gunde Odgaard, talsmaður hjá
byggivinnuni, við 3F. Tann bólkurin í byggivinnuni, sum
er meinast raktur av arbeiðsloysi, eru múrararnir. Av
teimum eru 25 prosent arbeiðsleysir.
Avgjaldshækking gav einki
Ætlanin hjá grønlendska landsstýrinum at fáa 100 milliónir krónur
eyka í landskassan í fjør við at hækka avgjøldini á søtmeti, alkoholi
og rúsdrekka, gekk ikki eftir ætlan, sigur KNR. Hagtølini hjá
skattastýrinum vísa, at tá úrslitið fyri 2008 er gjørt upp, restaðu 74
milliónir krónur í. Tað var í oktober í 2007, at Landstingið samtykti
at krevja 100 milliónir krónur eyka inn í avgjøldum fyri at rinda
hallið á fíggjarlógini, sum var 100 milliónir krónur. Men sambært
KNR bleiv úrslitið, at landskassin fekk 79 milliónir krónur minni í
avgjøldum enn ætlað.
Hóast nógva tosið
um kreppu og ringu
líkindini at fáa lán,
standa tvey hús í gerð
í Húsavík – og tvey
onnur eru á veg
BYGDAMENNING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tá tú koyrir gjøgnum Húsa
vík slepst ikki undan, at tú
leggur til merkis tvey set
hús, sum standa í gerð.
Ætlanin er eitt sindur
seinkað. Meiningin var at
flyta inn í august, men tað
verður so ikki fyrr enn nú,
sigur Jákup Martin Søren
sen, borgarstjóri í Húsavíkar
kommunu.
Hann sigur, at fólkatalið
sum soleiðis stendur í stað,
men tað ger vøksturin av
bygdini ikki, tá tað ræður
um hús.
Umframt hesi bæði hús
ini, sum nú standa í gerð,
hava vit latið byggiloyvi til
eitt aftrat, og ein umsókn
liggur inni, sum vit ikki fáa
avgreitt, fyrr enn nýggja
bygdaætlanin er klár, sigur
Jákup Martin Sørensen.
Og talan er um eina ógvu
liga ambitiøsa ætlan, sum
umfatar ikki færri enn 20
nýggj grundstykkir.
Tað hevur verið arbeitt
við hesari ætlanini í eina
tíð, og vit vóna og rokna
við, at hon verður liðug og
samtykt áðrenn summarið
kemur, sigur borgarstjórin í
Húsavíkar kommunu.
Hjá teimum báðum pør
unum, sum hava hús í gerð,
kemur maðurin úr Húsavík,
meðan konan kemur av
Sandi, og borgarstjórin sig
ur, at tær tykjast at trívast
ógvuliga væl í Húsavík.
Høvdu tær ikki gjørt
tað, bleiv nokk ikki bygt
her. Hinvegin er frástøðan
til Sands ikki so stór, bara
átta minuttir í bili. Vit hava
eisini eitt barn í skúlanum í
Skálavík og heili fimm
børn í barnagarðinum á
Sandi og eitt í Skopun, so
avstandurin hevur ikki ser
liga nógv at siga í hesum
døgum, sigur Jákup Martin
Sørensen.
Fólk flyta til
Borgarstjórin sigur, at fólka
talið seinastu árini hevur
verið støðugt, og sambært
Hagstovuni búðu 77 fólk í
Húsavík við árslok í fjør.
Kortini er tað soleiðis, at
tey bæði nýggju húsini,
sum skulu byggjast í nærm
astu framtíð føra tilflytarar
til bygdina.
Í teimum báðum førun
um eru tað fólk, sum flyta
til, ungfólk við familju, so
tað er rættiliga hugaligt í so
máta, sigu Jákup Martin
Sørensen.
Bygdin er heldur ikki sør
fyri arbeiðspláss. Fyrst og
fremst er tað Eysturbúgvin,
sum hóast skrásettur í Dali
er heimahoyrandi í Húsavík.
Hartil kemur frisørsalongin
hjá Marnu Skylv Sørensen,
sum hevur verið í bygdini
síðani 1988, og sjálvur hev
ur Jákup Martin Sørensen
eitt byggivirki. So tilsamans
eigur bygdin nøkur arbeiðs
pláss.
Tað er eingin handil
longur í bygdini, men sum
nevnt eru avstandirnir so
stuttir allastaðni at tað ikki
bilar. Men vit hava eitt pláss
til húsvognar í bygdini og
eitt ungmannafelags hús eis
ini, so bygdin er heldur ikki
sør í so máta, sigur Jákup
Martin Sørensen.
Í bygdini eru umleið 30
hús, har fólk búgva í, og tá
nú tað koma knappliga fýra
nýggj til aftrat, so er tað
lutfalsliga nógv.
So eru eisini fleiri hús,
sum í dag standa tóm, og
sum avbygdafólk eiga og
nýta til summarhús. Men
tey verða væl hildin, so tað
er ikki so galið, sigur Jákup
Martin Sørensen.
Í bygdini er eisini ein
skúli, men í løtuni ganga
eingi børn í honum.
Vit hava bara hitt eina
barnið í tí aldrinum, og hon
gongur í skúla í Skálavík.
Um tvey ár skulu so tvey
børn byrja í fyrsta flokki,
men hvussu tá verður gjørt,
veit eg ikki. Tað er upp til
foreldrini, men eg kundi
hugsa mær, at tað gerst eitt
sindur einsligt, bara at
verða tvey børn í skúlanum,
sugur Jákup Martin Søren
sen, borgarstjóri í Húsavíkar
kommunu, sum umframt
Húsavík eisini telur Dal og
Skarvanes.
Nógv bygging í Húsavík
Tvey hús standa í gerð
í Húsavík. Byggiloyvi
er givið til eitt triðja og
ein fjórða umsókn bíðar
eftir, at byggiætlanin fyri
kommununa er klár
Mynd: Álvur Haraldsen
Hósdagin 5. mars
var aðalfundur
í Grunninum
Íverksetarahúsið
hildin í Klaksvík
TíðINDAskrIv
Í nevndina vórðu vald Hilm
ar Sam Lamhauge, umboð
fyri Eik banka, Regin W.
Dalsgaard,
umboð
fyri
Vinnumálaráðið, og Kitty
May Ellefsen, umboð fyri
Klaksvíkar
kommunu.
Nevndin skipaði seg við
Kitty May Ellefsen sum for
kvinnu.
Úr nevndini fóru Eyðun
Mørkøre og Torben Hendr
iksen, sum báðir hava sitið í
nevndini síðani Íverksetara
húsið byrjaði sítt virksemi í
2007.
Nevnd og stjórn í Íverk
setarahúsinum fara fram
haldandi at virka fyri, at
Føroyar mennist sum ein
íverksetaratjóð í fremstu
røð. Hornasteinarnir í hesu
menning eru góð ráðgeving
og effektivar stuðulsskip
anir, sum kunnu gera góðar
íverksetaraætlanir til eitt
aktiv hjá íleggjarum og øðr
um samstarvspartnarum at
gera íløgur í.
Høvuðsstuðlarnir
hjá
Íverksetarahúsinum eru enn
sum áður Vinnumálaráðið,
Eik banki og Klaksvíkar
kommuna.
Íverksetarahúsið nýggja nevnd
Komandi og
fráfarandi
nevndin fyri
Íverksetarahúsið
saman við
stjóranum. Frá
vinstru: Rani
Nolsøe, Hilmar
Sam Lamhauge,
Gunnvá við Keldu,
Kitty May Ellefsen,
Regin Dalsgaard,
Eyðun Mørkøre