fríggjadagur 6. mars 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 • 6. mars 2009
Vikuskifti
6
Skipið er bygt í Rendsburg í
Norðurtýsklandi í 1973. 10 tey
fyrstu árini æt ferjan »Gustav
Vasa«, og sigldi hendan ferjan
millum Malmø í Suðursvøríki og
Travemunde í Norðurtýsklandi.
Í 1983 kom ferjan til Føroya,
og fekk hon navnið »Norrøna«.
Í yvir 20 ár var hendan ferjan
motorvegurin hjá føroyingum
til Europa. Í mars 2004 varð
gamla Norrøna seld til kristna
felagsskapin, OM, sum í trimum
førum hevur vitjað oyggjar okkara
við sínum skipum, ávikavist
Logos, Doulos og Logos 2. Gamla
Norrøna, sum nú ber navnið
»Logos Hope«, fer at stevna inn á
Havnarvág hálvan apríl, og verður
talan um eina serliga kensluborna
løtu fyri føroyingar at síggja
gomlu Norrønu aftur. Mikudagin
11. mars, áðrenn Logos Hope fór
sín fyrsta túr, vitjaði eg umborð
á skipinum, sum í sínari tíð varð
mett at vera flaggskip føroyinga.
Skipið lá tá enn í Køge.
Merkt av Føroyum
Fyri at sleppa umborð, mugu vit
hava eina avtalu við onkran, sum
arbeiðir umborð. Eirikur Gunnars
son, maskinmeistari, verður
garantur hjá okkum, og vit sleppa
umborð at vitja. Altjóða trygdar
krøvini mugu haldast. Í móttøkuni
fáa vit nøkur skelti at hanga um
hálsin sum prógv um, at vit eru
gestir. Skipið er rættiliga nógv
merkt av Føroyum og føroyingum.
Ein landslagsmálningur frá
Sandoynni, sum Bibi Sig mundar
dóttir hevur málað, er enn at
finna umborð á skipinum, og ávís
støð og rúm umborð á skipinum
hava nøvn, sum eita okkurt við
»Faroe«. Logos Hope er eisini
skrásett í Føroyum, og er tað tí
føroyska Merkið, sum veittrar í
húnar hátt.
Millum tey, sum hava gjørt
skipið klárt til nýggju tænastuna,
og til tað rættiliga nógv øðrvísi
uppgávuna, eru føroyingar,
sum eiga nógv spor umborð.
Eyðun Joensen frá Radiobúðini
í Runavík hevur tikið eitt stórt
tørn, tá tað kemur til at installera
ta teknisku útgerðina umborð.
Konan, Helen, hevur eisini hjálpt
nógv til umborð, og hitta vit
tilkomnu hjúnini á brúnni hendan
dagin, vit vitja. Somuleiðis hevur
Eirik ur Gunnars son úr Havn
eisini verið og hjálpt nógv til í
maskinrúminum. Nógvir aðrir
føroyingar hava eisini tik ið styttri
og longri tíðarskeið umborð, fyri
at hjálpa til at gera skipið klárt.
Føroyingar á brúnni
Tað vóru føroyskir navigatørar,
sum tóku gomlu Norrønu – Logos
Hope – á sína fyrstu ferð úr
Køge á Sælandi til Gøteborg í
Vestursvøríki. Hetta var 10 dagar
eftir, at vit vitjaðu umborð. Skipið
vitjar í skrivandi stund býin,
Harlingen í Hollandi, og skal
eisini vitja eina aðra hollendska
havn, nevnliga Scheven ingen,
áðrenn leiðin gongur til skotska
høvuðsstaðin, Edinburgh tann 30.
mars.
Skipið skal liggja í Edinburg
til tann 14. apríl, tá loyst verður,
og siglt verður aftur til staðið,
har skipið eigur størsta partin av
sínari 36 ára longu søgu, nevnliga
Føroyar. Skipið skal liggja í Havn í
døgunum frá 16. apríl til 23. apríl,
og í Klaksvík í døgunum frá 23.
apríl til 27. apríl. Skipari umborð
er Uni Nolsøe úr Húsavík, og 2.
stýri maður er Trúgvi Petersen úr
Gøtu.
Ein æra at føra gomlu
Norrønu
Á brúnni heilsi eg uppá Una
Nolsøe skipara. Eitt tað fyrsta eg
spyrji hann er, um tað er ein stór
æra at føra gomlu Norrønu?
– Tað vil eg siga. Tað er ein
æra at vera við í hesari verkætl
anini. Hóast Uni nú førir gomlu
Norrønu, so viðgongur hann,
at hann var ongantíð og vitjaði
á brúnni, tá skipið var í fastari
sigling millum Føroyar og granna
londini.
Tá vit vitja umborð, verður hond
løgd á tær síðstu fyrireikingarnar
at gera skipið klárt at fara í
sigling. Hendan mikudagin fyrst
í februar er Uni bjartskygdur,
at skipið fer at verða klárt, og
tað vísti seg at halda. Spurdur,
hvussu tað er at vera skipari fyri
einari manning, sum hevur sítt
upphav í so nógvum ymiskum
londum, svarar Uni:
– Jú tað er veruliga ein upp
living í sær sjálvum, serliga mett
við tað, sum eg eri vanur við. Uni
hevur starvast umborð á einum
tangaskipi, har 25 mans plaga at
vera umborð. Uni hevur ferðast
víða á heimshøvunum, og hevur
hann siglt úti tey seinastu 15
árini. Uni metir seg vera fyrsta
húsvíking, sum hevur verið við
einum OMskipi.
Gamal dreymur
gingin út
Hjá Una hevur tað verið ein gam
al dreymur at sleppa við ein um
OMskipi.
– Tað eru nógv ár síðani, eg
fyrstu ferð las um OM og OM
skip ini. Eg havi altíð kunnað
hugs a ð mær at sloppið við einum
OMskipi, og javnan hevur tankin
um at fara við OM vitjað meg. Eg
havi við tíðini kent tað sterkari og
sterk ari, at eg skuldi fara við OM.
Hjálpararbeiði
Heri Simonsen
heri@sosialurin.fo
Føroyskir yvirmenn um
Føroyar og før
oyingar seta ein
stóran dám á
Logos Hope,
sum eftir nógv
ar um vælingar
og fyri reikingar,
loksins fór sín
fyrsta túr sein
ast í februar
Logos Hope stevnir út frá havnini í
Køge á sínum fyrsta túri
www.logoshope.com
Skiparin, Uni Nolsøe úr Húsavík