fríggjadagur 6. mars 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 46 - 6. mars 2009
Ver við til at mynda okkara nýggja toymi!
4 spennandi størv á eldraøkinum
Í samstarvi við Nærverkið og Tórshavnar kommunu
verður farið undir verkætlan at samskipa og menna
tilboðini til eldri, heimabúgvandi borgarar og tey, ið
búgva á eldrabústovnum í Tórshavnar kommunu.
Lýst verður eftir:
• leiðandi fysioterapeuti við tilvísing til Lágargarð
á lønarbrøki 1.0
• einum fysioterapeuti við tilvísing til Tjarnargarð
og á lønarbrøki 1.0
• einum ergoterapeuti við tilvísing til Ellisheimið á
lønarbrøki 1.0
• einum heilsurøktara við tilvísing til Lágargarð á
lønarbrøki 0,5
Við verandi terapeutum í Nærverkinum og komandi
fysioterapeuti í Heimavitjanartænastuni hjá Tórshavnar
kommunu verða sjey fólk í toyminum.
Talan er um føst størv.
Leiðandi fysioterapeuturin samskipar venjingina. Leiðarin
hevur tilvísing til Lágargarð, er leiðari á dagstovninum á
Lágargarði og virkar sum toymisleiðari.
Verkætlanin skal eftirmetast, tá eitt ár er umliðið, og
dentur verður lagdur á skjalfestan av árini, ið venjing
hevur fyri málbólkin.
Førleikar hjá leiðaranum í toyminum:
• er útbúgvin fysioterapeutur
• hevur eftirútbúgving innan leiðslu og fyrisiting
• hevur royndir innan starvsfólkaleiðslu
• kann menna og samskipa fyrisitingarligar og
tvørfakligar uppgávur
• hevur kunnleika/royndir innan fíggjarstýring
• hevur breiðar fakligar royndir. Skal kunna visitera
og meta um samlaðu støðuna
• hevur góð samstarvsevni
• sær møguleikar og avbjóðingar í nýggju verkætlanini
Førleikar hjá ergo/fysioterapeuti:
• er útbúgvin ergo /fysioterapeutur
• hevur royndir innan eldraøkið
• kann tilrættisleggja og fremja venjingarætlanir
• kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
• kann undirvísa starvsfólki innan arbeiðsrørslur
• kann vegleiða um hjálpartól
Førleikar hjá heilsurøktara:
• er útbúgvin heilsurøktari
• hevur royndir innan eldraøkið
• kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
Krøv til størvini:
• autorisatión sum fysioterapeutur/ergoterapeutur
• áhuga í at arbeiða innan eldraøkið
• góð samstarvsevni
Vit bjóða tær:
• eitt dynamiskt og fleksibult arbeiðsumhvørvi við nógvum
avbjóðingum og menningarmøguleikum
• at vera við til at bróta upp úr nýggjum, og soleiðis hava
møguleika at seta títt persónliga fingramerki á toymið og
avrik tess
Starvs- og setanarviðurskifti
Eftir sáttmála við avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Meiri fæst at vita
um størvini og verkætlanina við at venda sær til:
• Metu av Fløtum, leiðara á Lágargarði, á telefon 35 76 88
ella 21 44 96
• Idu Sørensen, leiðara á Ellisheiminum, á telefon 31 73 39
• Hensiu Einarson, leiðara á Tjarnargarði, á telefon 30 20 75
ella 21 40 75
• Maritu Tórsheim, økisterapeuti, á telefon 76 21 05
Umsókn
Skrivlig umsókn við neyðugum prógvi og møguligum viðmæli
skal sendast til Lágargarð, Stoffalág 84, Postsmoga 1188,
F0 100 Tórshavn, í seinasta lagi fríggjadagin 20. mars 2009.
Tórshavnar kommuna