fríggjadagur 6. mars 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 • 6. mars 2009
Vikuskifti 23
Snøgg arkitektteknað
hús í Norðragøtu
P/F Inni | Niels Finsens Gøta 37 | P.O. Boks 364 | FO-110 Tórshavn | inni@inni.fo | Tlf. 320 410 | Fax 320 510
Fyrsta fatanin
Fyrsta fatanin er, at í hesi gøtuni standa
eini hús, sum eru heilt serlig. Grannalagið
er hugnaligt og grannarnir eru blíðir og
fyrikomandi.
Húsini
Húsini eru bert 6 ára gomul í góðum
standi, dygdin er avbera góð. Húsini eru
nakað fyri seg og sera spennandi.
Stór terassa er sunnafyri húsini. Eisini er
terassa út frá stovuni, eftir allari niðaru
síðu.
Ljós og luft
Húsini standa væl og frítt fyri. Vakurt
útsýni er oman millum húsini , út á víkina
og niðan í fjøllini. Tú kennir teg ongantíð
innibyrgdan, vindeygini er stór og tað
kemur sera nógv ljós inn.
Stílur og snið - inni og úti
Stílurin er ráður, nýtýmans og serligur,
men tó lættur og ljósur. Opið er upp í
tróðrið, og tað er vítt til veggja Nógv og
stór vindeygu eru og útsýnið er gott.
Opni stílurin innan ger, at tú hevur gott
samband við umhvørvið uttan, men hóast
tað, er tað sera fjálgt inni hjá tær sjálvum.
Húsini eru smíða úr sibiriskum lerki, hava
aluvindeygu við herðaðum glasi uttan,
og takið er Icopal. Húsini eru mest sum
viðlíkahaldsfrí.
Bilhús
Stórt bilhús er fast í húsinum, tú
kanst ganga beinleiðis út í bilhúsið úr
fýrrúminum.
Inrætting
Í ovaru hædd, sum er býtt upp í 2
partar, er inngongd,durur, køkur / stova,
sjónvarpsstova, wc, 2 kømur, arbeiðsrúm,
hjúnarrúm við egnum baðirúmi og trappa
til niðaru hædd. Eisini er stórt útigólv. Í
niðaru hædd er gongd, kamar, baðirúm,
bryggers / fýrrúm og haðani inngongd til
bilhúsið.
Alt er gjørt á besta hátt – bæði innan og uttan.
Húsini eru sera snotulig – sterkt og væl bygd.
www.inni.fo
Fakta:
Adressa: ........... Torbjarnargøta 1
Norðragøta
Býggiár: ........... 2002
Hæddir: ............ 3
Gólvvídd: ......... 240 m²
Grundøki: ........ 740 m²
Bilhús: .............. ja
Møguleiki er eisini fyri
at leiga húsini