fríggjadagur 6. mars 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 6. mars 2009
23
Endamálið við KT-fyrisitingini er at samskipa KT á
yvirskipaðum stigi, so at tað almenna fær munadyggar
loysnir.
Ábyrgdarøkini eru í høvuðsheitum at:
• skipa og varða av felags KT-undirstøðukervi
(Landsnet)
• standa fyri felags KT-loysnum og taka sær av
yvirskipaðu tvørstovnaligu atlitunum
• samskipa fakskipanir, men ikki eiga tær
• byggja upp førleikar um KT-verkætlanarleiðslu,
KT-sáttmálar, lisensavtalur og rakstraravtalur
• stuðla og ráðgeva serliga smáu stovnunum, tá ið
ræður um KT
• samskipa lisensviðurskif i og onnur
kostnaðarmikil KT-keyp
Førleikar:
Fyrisitingin skal vera savnandi og fáa undirtøku fyri
m.a. felags loysnum. Neyðugt er at arbeiða formliga
og miðvíst. Týðandi partur av arbeiðinum hjá KT-
fyrisitingini verður at skipa arbeiðið tvørtur um
stovnsmørk. Tí eru fakligir førleikar, trúvirði, yvirlit
og evni at samskif a og savna týðandi førleikar.
Tú skalt hava hægri útbúgving, holla vitan um KT og
royndir á økinum. Best er, um tú hevur útbúgving í
KT, hevur arbeitt við KT-loysnum og hevur royndir at
arbeiða í verkætlanum. Tað er eisini fyrimunur at hava
royndir at leiða starvsfólk.
Setanarviðurskif i:
Starvið er lønt í 37. lønarfl okki hjá tænastumonnum
landsins. Í ef irlønargjaldi verða goldin 15%. Starvið
er ikki tænastumannastarv, men verður sett ef ir
viðkomandi sáttmála.
Umsóknarfreistin er týsdagin 24. mars í 2009.
Umsóknin skal verða stílað Gjaldstovuni, Postboks
2009, 165 Argjum.
Er okkurt at spyrja um viðvíkjandi starvinum, kanst tú
ringja til Leif Abrahamsen á 35 24 50 ella á fartelefon
21 46 60.
Avtalan millum Fíggjarmálaráðið og Gjaldstovuna um
KT-fyrisitingaruppgávuna er á www.gjaldstovan.fo
Søkt verður ef ir deildarstjóra til nýggju KT-fyrisitingina á Gjaldstovuni
KT-fyrisitingin er nýtt virkisøki hjá landinum. Fyrisitingin skal verða skipað soleiðis, at hon kann arbeiða strategiskt og á høgum fakligum stigi.
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Føroya Gjaldstova
Um Gjaldstovuna:
Virksemisøkið á Gjaldstovuni verður broytt, so at Gjald-
stovan, umframt at hava kjarnaførleika í roknskaparhaldi
o.t., eisini skal hava kjarnaførleika í KT.
Gjaldstovan verður skipað í fýra høvuðsøki:
• KT-fyrisiting (net, felagsloysnir, samskipa fakskipanir,
ráðgeva og gera avtalur)
• Roknskapardeild (yvirskipaðar roknskaparuppgávur,
bókhald, gjaldingar og leiðslukunning)
• Lønardepil (seta upp lønarskipan, lønarbókhald,
ráðgeving og leiðslukunning)
• Kervisfyrisiting (reka Búskaparskipan landsins)
Í KT-fyrisitingini starvast í løtuni 8 fólk, sum øll eru knýtt
at netfyrisiting. Á Gjaldstovuni starvast okkurt um 40 fólk.
Til samans eru um 1500 fólk, ið brúka skipanirnar, sum
Gjaldstovan fyrisitur.
Felags fyri virksemið hjá Gjaldstovuni verður framhaldandi
at skapa munadyggar KT-fyrisitingarloysnir og at hava neyvt
samskif i við stovnarnar.