fríggjadagur 6. mars 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 46 - 6. mars 2009
tíðindi
umborð á norrønu
Jan Müller, Rás2
Árni Joensen, Sosialurin
Var tað av tilvild, at teir
komu umborð á Norrønu,
var tað ikki av tilvild, at
brøð urnir gjørdust sjómenn.
Tó so, sum ungur hevði
Sverri ein dreym um at
gerast snikkari, men stutt
áðrenn hann var liðugur við
framhaldsdeildina, sá hann
eina lýsing, har Mærsk
søkti eftir aspirantum, og
hann valdi at royna. Tað
bleiv byrjanin.
Sverri heldur, at tað var
hóast halt ikki so løgið, at
tað bleiv sjógvurin. Abbin
og pápin og brøður hansara
høvdu verið sjómenn, so
tað lá líkasum í genunum.
Marner var ongantíð í iva,
og tá so tann eldri beiggin
fór tann vegin, var eingin
ivi um, at Marner eisini
skuldi á sjógvin.
Men hvussu riggar tað, at
tveir brøður eru ovastu
menn
umborð
á
sama
skipi?
– Tað riggar væl. Vit hava
góð viðurskifti við hvør
ann an, bæði professionelt
og í frítíðini, so tað er eing
in trupulleiki. Harafturat
hava vit gott fólk rundan
um okkum, sigur Marner.
Gott skip
Teir báðir eru á einum máli
um, at Norrøna er eitt gott
skip í allar mátar, og teir
eru onga løtu í iva um, at
Norrøna er eisini eitt sera
trygt skip at sigla við.
Sverri hevur siglt mong ár
við stórum skipum, men
hann heldur, at av teimum
skip unum, sum hann hevur
siglt við, hevur Norrøna ein
tann besta stabilitetin.
Tað hevur verið nevnt, at
Norrøna er og stór til at
sigla í Norðuratlantshav in
um um veturin. Hvat heldur
skiparin?
– Eg vil siga, at vit sigla á
einari av teimum ringastu
havleiðunum í heiminum,
men skipinum bagir einki.
Veðrið fáa vit einki gjørt
við, so tað má sær ráða, og
tað er nú eina ferð so, at
viðhvørt standa vit yvir fyri
veðri, sum hvørki vit ella
nakað annað skip kunnu
sigla í, og so mugu vit laga
okkum eftir umstøðunum,
sigur Sverri.
– Tey, sum hava skil fyri
skipum og sigling, vita, at
Norrøna er eitt trygt skip
eisini í Norðuratlants havin
um um veturin, men sjálv
andi kann veðrið vera so
ringt, at tað er skilabest at
lata tað fara framvið, áðrenn
vit fara, sigur Sverri.
Marner heldur, at onkun
tíð kann tað tykjast eitt
sind ur ógvusligt, tá Norrøna
er komin til Hanstholm,
men
yvirmenninir
taka
eingi óráð fyri, so er ikki
far andi inn, verður farið
aðrastaðni. Og er ivaveður,
er ein so mikið meiri varin,
leggur hann afturat.
Oyrareingir
og Esbjerg
Um ikki so langa tíð verður
bingjuhavnin á Oyrar eingj
um liðug, og tá fær Norrøna
eina alternativa havn at
hava til at taka, um skipið
Brøður á brúnni
Danir eftirlit við Íslandi
Síðani amerikanararnir fóru av herstøðini í Keflavík, hava
stríðsflogfør hjá ymsum NATOlondum skiftst um at hava
eftirlit við íslendska loftrúminum. Fleiri lond hava longu
havt uppgávuna, og í løtuni eru tað flogfør hjá danska
flogvápninum, sum hava eftirlit við íslendska loftøkinum.
Talan er um fýra jagaraflogfør, og tey verða verandi í Íslandi
til út í apríl mánað. Ein uppgáva hjá donsku flogførunum er
at halda eyga við, at fremmand stríðsflogfør so sum russisk
halda seg uttan fyri mark. Meðan teir eru í Íslandi, fara
donsku flogskipararnir eisini at hava ymsar venjingar,
skrivar Morgunblaðið.
Sjúkrarøktarfrøðingur
stjól tablettir
Kommunan í Vejen í Vesturjyllandi hevur givið einum
sjúkrarøktarfrøðingi í heimarøktini sekkin, tí tað er komið
fram, at hon hevði stolið 28 sovitablettir frá einari eldri
kvinnu í býnum Vejen. Tað vóru starvsfólk í
røktarumsitingini, sum avdúkaðu stuldurin, skrivar
JydskeVestkysten. Kvinnan bleiv koyrd úr starvinum
beinanvegin. Hon er skuldsett fyri stuldur, og ákæruvaldið
skal nú taka støðu til, um hon skal fáa bót, ella um málið
skal í rættin.
Tað var av tilvild, at brøðurnir
Sverri og Marner Kjærbæk úr
Vági komu at sigla við Norrønu
fyri einum góðum ári síðani,
Sverri sum skipari og Marner
sum yvirstýrimaður. Báðir
høvdu siglt við A. P. Møller -
Mærsk frammanundan, Sverri
við bingjuskipi og Marner við
frálandaskipi. Nú komu teir fyri
fyrstu ferð umborð á sama skip
sum skipari og yvirstýrimaður á
føroyska flaggskipinum
Sverri og Marner Kjærbæk eru sera væl nøgdir við Norrønu
Mynd Jan Müller