Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-06, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 - 6. mars 2009 27 tíðindi Flótandi hotell Ætlar tú tær til Svøríkis at ferðast og at gista á Gøteborg-leiðini, hevði tað kanska verið eitt hugskot at gist á einum spildurnýggjum flótandi hotelli, sum liggur fyri ýla við Klædesholmen miðskeiðis millum Gøteborg og Uddevalla. Hotellið er tað fyrsta av sínum slagi í Svøríki. Tað rekur fýra fjórðingar um tíman, har hotellið er, og streymorkan verður brúkt til at útvega hotellinum elektrisitet, skrivar tíðarritið Hotellmagasinet. Tey, sum eiga hotellið, vænta serliga at fáa svensk og norsk ferðafólk sum gestir. . Fleiri tollarar eftir smuglarum Teir seinastu mánaðirnar hevur danska løgreglan funnið eina rúgvu av vápnum, og danskir fjølmiðlar hava avdúkað, hvussu lætt tað er at smugla vápn úr Eyusturevropa til Týsklands og haðani um markið til Danmarkar. Samstundis hava teir donsku tollararnir kært seg um, at teir eru alt ov fámentir. Hetta hevur fingið skattamálaráðharran, Kristian Jensen, til at taka avgerð um at seta 50 tollarar afturat at hava eftirlit á danska markinum. Eftirlitið verður tó ikkit baa hert á sjálvum markinum, men eisini í havnum og aðrastaðni, skrivar Ritzau. ikki sleppur at bryggju í Havn. Sverri og Marner eru samdir um, at tað er sjálv- andi ein fyrimunur fyri eitt skip at hava eina alternativa havn at taka til. Hinvegin eru teir ikki kunnugir á Kolla firði, eitt nú hvussu ættirnar eru samanborið við Havnina, so teir duga ikki rættiliga at meta um ágóðan av nýggju havnini. – Í sigling sum í øllum øðrum er tað gott og neyðugt at hava alternativ, so tann nýggja havnin á Oyrareingjum verður góð at hava, siga teir báðir yvir- menninir. Í Danmark hevur Norrøna júst skift havn - í hvussu er fyri meginpartin av árinum, tí nú skal skipið sigla upp á Esbjerg burtursæð frá summ arinum, tá tað fram- veg is fer at sigla upp á Hanstholm. Sverri heldur, at Esbjerg er tað betra valið. Tað er ein stórur býur, og so liggur hann við motorvegin til evropeiska meginlandið, sigur hann. Sverri og Marner skilja væl, at mong er vónsvikin av, at Smyril Line hevur tikið Bergen burtur úr ferða ætlanini, men tá rutan ikki fæst at geva avlop, er ikki annað at gera enn at gevast við henni. Røtt avgerð Av góðum grundum fylgdu Sverri og Marner væl við orðaskiftinum, sum var, tá tað almenna skuldi seta pening í Smyril Line, og teir eru onga løtu í iva um, at politikararnir tóku ta røttu avgerðina. Sverri viðgongur, at sum skipari er hann kanska ikki tann rætti at spyrja um av - gerðina, men hann hevur kort ini sína avgjørdu áskoðan. – Eg meti, at hetta er eitt skip, sum er neyðugt til sigl ing ina í Norðurat lants- havi, og eg haldi avgjørt, at tað var rætt at bjarga skip- inum, sigur hann. Yvirstýrimaðurin sigur tað sama. – Eg sat og lurtaði eftir Útvarpinum tað kvøldið, Løgtingið tók avgerðina, og eg má siga, at eg var ómetaliga glaður, tá úrslitið var greitt, sigur Marner. Jú, hatta var tann rætta av - gerðin. Brøðurnir Sverri og Marner Kjærbæk stýra Norrønu trygt um Atlantshav Mynd Jan Müller