Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 tíðindi Nr. 46 - 6. mars 2009 Hóast gittarin er størri enn gittar­ spælarin, so er tað eingin forðing. Tey smæstu í sam­ felagnum duga eisini sera væl at spæla sítt eg na lag. Tað vísti seg tá Frítíðarskúlin í dagstovninum við Løkjatún á Argj­um skipaði fyri talent­ kapping TalenTkapping Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang - The Dreams mugu ansa sær. Tit duga ótrúliga væl at spæla, og tað er ordiliga stuttligt at síggja tykkum spæla hetta. Eg haldi tað er im ponerandi, og sjálvt um eg ikki ordiliga skilji boðskapin, so var tað stuttligt at hoyra. Hetta vóru nøkur av orðunum, sum professionella dómara- panel ið høvdu at bera dreingj unum, ið júst vóru lid nir at spæla. Teir vóru fýra dreingir, ið júst høvdu staðið á pallinum og spælt í allarbesta The Dreams stíli. Ein á trumm- um, ein við bassi, ein við gittara og ein við gittara og sangi. Og teir sóu út til veruliga at hugna sær á palli num frammanfyri stóru fjøld ini av børnum og foreldrum. Seinnapartin hósdagin varð skipað fyri talent- kapping millum børnini í frítíðarskúlanum í Dag - stovnin um við Løkjatún á Argj um. Børnini sungu og spældu av hjartans gleði, bæði við og uttan instrumentir. Tey sungu kendar sangir, ókend- ar sangir og enntá sangir, tey sjálvi høvdu gjørt. Eisi- ni var dansur afturvið sang- unum, og tað høvdu tey sjálvi funnið uppá og sam- skipað. Og tað vóru ikki bert Dreymadreingirnir, ið vóru fantastiskir. Øll børn- ini, ið framførdu, høvdu síni serligu ting, og fortaldu sína egnu serligu søgu. Harðir sangir, ið fáa smílið fram, og skurrandi reinar barnarøddir, ið syngja hjartanemandi sangir gjørdu, at hetta var upp living fram um ta mest professionellu fram- førslurnar. Tað er okey at siga nei Majbritt jacobsen, ið er ein av stigtakarunum, greiðir frá hví tey valdu at fara undir eitt sovorið tiltak við børnunum. - Hetta var eitt hugskot frá starvsfólkunum á stovn- inum. Vit mettu undirtøkuna millum børnini og sóu, at tey veruliga tóku undir við Við gittari og sangi eg Flogfeløg stórt hall Flogfeløgini, sum eru limir í altjóða loftferðslufelagsskapinum IATA, høvdu átta milliardir dollarar í halli í 2008. Tað er næstan tvær ferðir so nógv, sum IATA hevði roknað við. Felagsskapurin sigur sambært Reuters, at umleið helmingurin av hallinum stavar frá seinasta ársfjórðinginum. Sagt verður at raksturin hevur eisini givið hall tað, sum er farið av hesum árinum. IATA ásannar, at brennievnið er vorðið bíligari, enn tað var í fjør, men at tað hevur ikki verið nóg mikið til at venda hallinum til avlop. Suðurkorea broytir flogrutur Flogfeløg í Suðurkorea hava gjørt av at broyta sínar rutur, eftir at grannalandið Norðurkorea hevur boðað frá, at tað kann ikki veita suðurkoreonskum flogførum trygd longur. Eygleiðarar halda, at norðurkoreonsku boðini eru ein avleiðing av, at USA og Suðurkorea hava avtalað at hava felags hernaðarvenjing í næstu viku. Norðurkorea sigur, at so leingi hernaðarvenjingin er, kann landið ikki veita ferðamannaflogførum ta neyðugu trygdina. Umleið 30 altjóða flogfeløg flúgva vanliga ígjøgnum norðurkoreanskt loftrúm á veg til ella úr Suðurkorea. Hesar tríggjar genturnar høvdu sjálvar gjørt bæði sangin og tilhoyrandi dansin, sum tær framførdu Tað krevur dirvi at standa einsamøll á palli, men tað nervaði als ikki framførsluna hjá hesi ungu gentuni