Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-06, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 tíðindi Nr. 46 - 6. mars 2009 tí. Og tað vaks bara við undirtøkuni. So valdu vit at enda at gera tað ordiligt, við at fara inn í hølini hjá Filadelfia, har bæði ljóð og ljós eru í topp, sigur Maj­ britt Jacobsen. Endamálið við at skipa fyri einum slíkum tiltaki hevur sjálvsagt, umframt hugn a n og stuttleikan, nakar námsfrøðiligar æt lan­ ir aftanfyri. ­ Tann námsfrøðiligi parturin av hesum er, at vit kunnu skapa sjálvsvirði og sjálvs álit í tí einstaka barn­ inum. Tað at vit kunnu læra tey at tora at stilla seg á ein pall og at framføra. Hin­ veg in er tað jú eisini ein lær dómur í, at børnini sjálvi skuldu gera av, um tey vildu hetta ella ikki, og at tað eisini er í lagi at siga nei, vísir Majbritt Jacobsen á. Dirvið tóktist tó ikki at mangla millum hesi børnini. Tey tóktust púra avklárað og cool á pallinum, og tey sóu út til at njóta hvørja løtu. Gjørt nógv burturúr Vikurnar uppundir hetta til­ takið hava børnini vant og skapt tónleikin. Á tann hátt eru løgini, sum tey fram­ førdu, blivin teirra egnu. ­ Og eg bleiv eisini ótrú­ liga yvirraskað yvir, hvussu væl hesi børnini í veru­ leikanum duga, greiðir Maj britt Jacobsen frá. Í tvær ella tríggjar vikur upp undir hetta tiltakið hevur hvør krókur í dag­ stovninum verið nýttur til at venja í. ­ Men vit hava lagt dent á, at tað ikki skuldi vera for pro fessionelt, men heldur at tað skuldi vera eitt lív­ sjáttandi upplivilsi fyri børn ini, og at tað skuldi gleða barnið at kunna trað­ ka fram fyri foreldrunum og hinum børnunum, sigur Maj britt Jacobsen. spæli nú mítt lag Bagger slapp ikki út Fyrrverandi stjórin í donsku fyritøkuni IT­Factory, Stein Bagger, verður verandi í varðhaldinum. Býarrætturin í Lyngby gjørdi í morgun av, at Bagger skal sita í varðhaldi fyribils til tann 27. mars. Stein Bagger, sum er skuldsettur fyri svik, fíggjarundandrátt og skjalafalsan, samstarvar nú við løgregluna, men løgreglan heldur uppá, at hann kortini hevur roynt at fjala tríggjar milliónir krónur á einari konto í stórbankanum Merrill Lynch. Eftir boðum frá danska ákæruvaldinum hava bretsku myndugleikarnir lagt hald á pengarnar, sigur DR. Nærkast stjórn í Ísrael Gongd er nú komin á samráðingarnar um at skipa nýggja stjóirn í Ísrael aftan á valið herfyri. Blaðið Ha'arets skrivar í dag, at formaðurin í Likud­flokkinum, Benjamin Netanyahu, og formaðurin í flokkinumYisrael Beiteinu, Avigdor Lieberman, eru vorðnir samdir um at skipa stjórn. Sum skilst eru flokkarnir ikki lidnir at viðgera, hvørjar ráðharrar teir skulu hava. Tað er greitt, at Netanyahu verður forsætisráðharri, og Ha'arets roknar við, at Lieberman helst verður uttanríkisráðharri. Blaðið vísir eisini á, at allir tingmenninir hjá Likud eru ikki so fegnir um at fara í samgongu við tann víðgongda Lieberman. Børn og foreldur lurta við spenningi eftir teimum nógvu og ymisku framførslunum Tey lurta við spenningi eftir trummusoloini Dómarapanelið sigur sína meining. F.v. Jóhan Dalsgaard, Eirin Holm og Theresa Petersen Tað er við sjálvsáliti og kraft at hesir smádreingirnir framføra ein sang í besta The Dreams stíli Hesin knassin spælir undir, meðan punkbólkurin hjá honum rokkar á pallinum. Hvør veit, møguliga tað hesin verður okkara Lars Ulrich (danski trummuleikarin í Metallica)