Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 46 - 6. mars 2009 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Magnus Andreasen gjørdist nummar 15 í innleiðandi HM- kappingini í innan- dura bogaskjóting hjá teimum ungu í Polandi, meðan Annika Vang var 10 pláss frá at koma víðari millum 32 tey bestu hjá teimum vaksnu BOGASKJÓTING Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Í gjár byrjaði av álvara HM- kappingin í innandura boga- skjóting, sum er í polska býnum Rzeszov, og báðir teir føroysku skjúttarnir, 16 ára gamli Magnus Andrea- sen og 19 ára gamla Annika Vang, bæði úr felagnum Ørvi í Eysturoynni, vóru á breytini og royndu seg í innleiðandi kappingunum. Hjá Magnusi, sum kapp- ast í compound hjá teimum ungu, gekst so mikið væl, at hann er millum tey 32 tey bestu, sum í dag skuldu skjóta í øðrum umfari. Hann hevði góða upphiting, men fekk kortini ikki gongd á beinanvegin og var eftir fyrru hálvu saman við fýra øðrum á einum 17. plássi. Í seinnu hálvu gekst illa í hond hjá fleiri av skjúttun- um, men Magnus menti seg og fekk togað seg upp á eitt 15. pláss av teimum tilsam- ans skjúttunum. Fyrst var hildið, at hann hevði fingið 571 stig, men tað vísti seg at vera skeivt roknað, so úrtøkan hjá honum var enda- liga gjørd upp til 569 stig. Sostatt kom hann víðari til kappingina í dag, har hann fyrst skuldi møta ein- um russara, sum í innleið- andi umfarinum fekk tvey stig færri enn Magnus. Sam- bært heimasíðuna hjá Boga- skjótideildini kundi roknast við einum hørðum og jøvn- um dysti, sum ikki var lið- ugur, tá blaðið fór til prent- ingar. Eydnaðist Magnusi at vinna, var mest sannlíkt at hann í næsta umfarinum skuldi møta einum svensk- ara, sum at byrja við var á odda í kappingini, men so dragnaði niður á næst- fremsta plássið. Hetta er sera hørð mótstøða, men við tí, Magnus plagar at avrika, skuldi ikki verið ógjørligt at fingið gott úrslit – um hann altso røkkur so langt. Á høgum stigi Annika Vang, sum kapast í recurve hjá teimum vaksnu, var eisini í gongd í gjár, men fekk somuleiðis eina vána- liga byrjan. Tó megnaði hon at taka seg fram so líðandi og gjørdist nummar 42 av 48 skjúttum við 536 stigum, sum er nakað niðan fyri tað, hon plagar at skjóta, tá kappingar eru í Føroyum. Sagt verður úr Rzeszov, at talan er um kapping á óvanliga høgum stigi, og sum dømi setti ein fronsk kvinna í gjár nýtt heimsmet í recurve við 592 stigum og tann næsta hevði 591 stig. Sostatt er tað neyvan lætt at standa seg millum hesa mongu og góðu skjúttarnar, umframt at stórt trýst liggur á øllum skjúttum í einari so stórari kapping. Skráin fyri víðari kapp- ingina er annars tann, at í morgin er innleiðandi kapp- ing fyri lið, har 16 tey bestu liðini eru við. Tó eru før- oysku skjúttarnir ikki við har, tí Føroyar hava ikki lið við í kappingini. Sunnudag- in eru so allar finalurnar á skránni. Føroyska ferðalagið kem- ur aftur til Føroya mána- dagin. Magnus víðari í HM-kappingini Klaksvíkar Fimleika- felag er við einum pinkuliði við fyri fyrstu ferð, nú seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki verður um vikuskiftið í ítróttarhøllini í Runavík. FIMLEIKUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hetta fimleikahálvárið er nú komið so mikið áleiðis, at onnur av teimum tilsam- ans trimum kappingunum í estetiskum fimleiki verður í ítróttarhøllini í Runavík í morgin og sunnudagin. Tilsamans 24 lið úr fimm feløgum eru við í kapping- ini, og í mun til seinast, tá feløgini vóru Flog, Ljósið, Havnar Fimleikafelag og Støkk, er nú eisini Klaks- víkar Fimleikafelag við. Hetta er fyrstu ferð, at klaksvíkingarnir eru við til eina av steypakappingunum í estetiskum fimleiki, og tal- an er um eitt pinkulið frá felagnum, sum verður tað fyrsta. Lagt verður til brots í morgin klokkan 14, tá pink- ur og smágentur kappast. Hjá pinkunum eru sjey lið og hjá smágentunum fimm, so liðini eru 12 tilsamans. Sunnudagin klokkan tvey kappast so gentur, kvinnu- unglingar og kvinnur við somuleiðis tilsamans 12 lið- um. Hjá gentunum eru seks lið, og trý lið kappast hjá kvinnuunglingum og trý hjá kvinnum. Tá fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki var á Kambsdali tann 25. januar, gjørdi Havnar Fimleikafelag eitt ordans hál við at vinna fýra av fimm kappingum, og Støkk vann so ta fimtu. Steypakappingarnar eru bara hesar báðar, men í mai er aftur kapping í estetiskum fimleiki, tá føroyameistara- heitini í teimum ymsu ald- ursbólkunum standa upp á spæl. Seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki Í morgin og sunnudagin verður seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki í ítróttarhøllini í Runavík Mynd: Álvur Haraldsen Tann bert 16 ára gamli Magnus Andreasen megnaði í gjár at gerast nummar 15 og koma víðari til annað umfar í heimsmeistarakappingini Hetta er høllin í Rzeszov í Polandi, har heimsmeistarakapping­ in í innandura bogaskjóting er í hesum døgum