Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-06, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 46 - 6. mars 2009 ] Skulu bara spælast Heiðursmerkja­ býtið í Eikliguni hjá monnum er langt síðani gjørt, og nú seinasta umfar er á skránni, er talan um dystir, sum bara skulu spælast FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Longu fyri tveimum vikum síðani fingu menninir hjá ÍF bæði steyp og gullheiðurs­ merki, eftir at teir høvdu spælt sín seinasta heimadyst í hesum kappingarárinum. Men tó er eini dystur­ in eftir hjá greipuvinn­ arunum úr Fuglafirði, sum í morgin skulu til Sørvágs at spæla ímóti SÍ. Sørvingar fáa tá handað síni silvurmerki, og teirra kappingarár gjørdist silvur í bæði lands­ og steypakapp­ ingini. Mjølnir kann røkka sama stigatali sum SÍ, men har er settmunurin longu so mikið stórur, at tað broytir einki. Tí er heimadysturin hjá klaksvíkingunum ímóti Fleyr eisini ein dystur, sum bara skal fáast frá hondini, so endaliga støðan kann gerast upp. At bara fýra lið eru í fremstu mansdeildini í flogbólti, ger hana kanska ikki so spenn­ andi, og heldur ikki man tað vera so hugaligt hjá liðunum at møta hvørjumøðrum upp í saman. Men heldur ikki næsta ár verður hetta øðrvísi, tí einki annað felag heldur seg til ella er ført fyri at koma upp í Eikliguna at kappast. Hinvegin kunnu kanska broytingar í sjálvari kappingini gera tað heila meira áhugavert hjá monnunum, enn tað hevur verið í vetur. Nú Eikligan hjá kvinnum í flogbólti nærkast endanum, er framvegis stórur spenningur um, hvørji lið fáa silvur og bronsu – og hvørji tvey, ið ikki røkka heiðursmerki FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Í morgin hava tveir av heiðursmerkjabiðlunum heimadystir ímóti teimum báðum lægstu liðunum í Eikliguni, og hjá báðum ræður um at vinna, skal møguleikin fyri silvuri ella bronsu varðveitast. ÍF skal á Kambsdali taka ímóti KÍF og Dráttur fær á Giljanesi vitjan av TB, og um tey vinna, er framvegis ikki leyst og liðugt, tí Dráttur fær torføra granna­ uppgerð ímóti SÍ í seinasta umfari, tá ÍF á útivølli spæl­ ir ímóti Fleyr. Tann dysturin kundi sæð út sum ein møgulig silvurfinala. Sostatt er spenningurin í hæddini hjá kvinnunum, hóast SÍ longu langt síðani hevur tryggað sær gullið og forrestin við steypasigrinum eisini kann breggja sær av at vera greipuvinnari. Men kappingin millum tey fýra næstu er framvegis gróthørð, og hóast bæði ÍF og Dráttur á pappírinum mugu sigast at vera favo­ rittar í morgin, má serliga ÍF gera sær ómak, tí KÍF­ liðið framvegis spælir sum fyri lívinum, hóast tað hvørki kann fara ein ella annan veg av sínum sættaplássi. Sunnudagin er so eisini ein dystur, tá ein annar av heiðursmerkjabiðlunum, Mjølnir, í Trongisvági skal spæla ímóti TB. Tað verður seinasti dysturin hjá klaksvíkskvinnunum, sum eftir ein møguligan sigur noyðast at bíta negl í eina viku, áðrenn hini eisini hava gjørt seg liðug. Fýra lið – tvey heiðursmerki Framvegis eru fýra lið í kappingini um tvey heiðursmerkjasett í Eikliguni hjá kvinnum Mynd: Álvur Haraldsen Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 17 15 - 2 48 22 26 19 2 Fleyr 17 10 - 7 37 28 9 13 3 Mjølnir 17 10 - 7 31 30 1 12 4 ÍF 16 9 - 7 33 26 7 12 5 Dráttur 16 9 - 7 36 30 6 11 6 KÍF 17 5 - 12 29 41 -12 7 7 TB 16 0 - 16 4 48 -44 0 Eik-ligan, menn vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 ÍF 11 10 - 1 32 12 20 15 2 SÍ 11 6 - 5 24 21 3 8 3 Mjølnir 11 3 - 8 16 29 -13 6 4 Fleyr 11 3 - 8 16 26 -10 3 Manchester City vil hava Messi Tað er ikki gjaldførið sum manglar, tá Manchester City roynir at keypa sær spælarar. Felagið brúkti nærum eina hálva milliard krónur fyri at fáa Shay Given, Wayne Bridge, Nigel De Jong og Craig Bellamy til felagið í januar, og bara Robinho einsamallur, kostaði nærum 300 milliónir krónur. Nú sigst, at enska felagið er til reiðar at bjóða upp ímóti eina milliard fyri at fáa argentinska landsliðsspælaran hjá FC Barcelona, Lionel Messi, til Manchester. City royndi í januar at fáa brasilska Kaká at skifta frá italska AC Milan, men hann ynskti ikki at fáa sáttmála við enska felagið. Ashley Cole fór í geglið Chelsea­spælarin, Ashley Cole, var tíðliga hósmorgunin handtikin uttan fyri náttklubban »Collection« í London­ býarpartinum South Kensington, har hann fornermaði nøkur løgreglufólk. Enski landsliðsspælarin hevði eina stíva kenning, og tá hann ikki gavst við at banna eftir teimum, handtók løgreglan Ashley Cole, og koyrdi hann í geglið at sova rúsin út. Tríggjar tímar seinni slapp hann leysur og fekk eina bót upp á umleið 670 krónur, sum hann rindaði á staðnum. Vodafone­kappingin í inniróðri, sum verður í Eysturskúlanum í morgin, er tann best mannaða nakrantíð INNIRÓÐUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Í morginári byrjar ársins fyrsta kapping í inniróðri, sum er Vodafone­kappingin, sum róðrarfelagið Drekin skipar fyri. Hetta er kapp­ ingin, sum fyrr kallaðist Kall­kappingin. Endaliga tilmeldingar­ freistin var úti á midnátt, og tá høvdu útivið 140 ymiskir røðarar meldað seg til sjálva kappingina, umframt at fleiri eru aftrat høvdu bara meldað seg til stafettina, so samlaða talið nærkast teimum 200. – Hetta er nýtt met, og serliga fegnast vit um, at fleiri av teimum yngru røðarunm eru við í kappingini, sigur Magni Brøðraberg, sum er ein av fyrireikarunum. Sjálv kappingin er í aul­ uni í Eysturskúlanum, har 12 rógvimaskinur eru settar upp, og harumframt eru einar 40 maskinur í fimleikahøllini, sum verða brúktar til upphiting. – Sum vanligt, hava vit eisini fingið ein danskara upp at leggja okkum lag á og kunna okkum um ymiskt nýtt, sum rørir seg í inni­ róðri í londunum rundan um okkum, greiðir Magni frá. – Hetta er sami maður, sum plagar at sita við end­ an, tá Scandinavian Open og aðrar stórar kappingar eru, so hann hevur eina stóran vitan, ið vit kunnu njóta gott av, nú hann aftur vitjar hendavegin. Tað verða tey yngstu, sum leggja fyri í morginári klokkan 9.45, og umleið klokkan 10.30 byrja kapp­ ingarnar hjá teimum vaksnu. Vigingin er millum klokkan 8 og 10, og vænt­ andi er øll kappingin liðug umleið klokkan 15. Metstór tilmelding Vodafone-kappingin í inniróðri setir nýtt met, tí tilsamans eru útivið 200 røðarar við í Eysturskúlanum í morgin Mynd: Drekin