Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-06, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2009síða 32

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 46 - 6. mars 2009 ] Úrslitið av dystinum sunnudagin millum VB og Tjaldur kann fáa avgerandi týdning fyri, hvussu absolutti endaspurturin í Sunset-kappingini fer at síggja út HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tað eru framvegis trý lið um boðið at koma í FM- finaluna, sum nú mestsum við vissu verður ímóti Stjørnuni. VB og Tjaldur hava besta møguleikan, men Neistin er framvegis væl við. Sunnudagin bresta VB og Tjaldur saman í høllini á Vágseiði, og úrslitið av tí dystinum kann gerast av- gerandi fyri, hvør verður hin finalisturin hjá fremstu hondbóltskvinnunum. Vinnur VB, er støðan hjá teimum í Vági sera góð, tí tá eru trý stig niður til næsta liðið, samstundis sum bert fýra stig tá eru eftir at spæla um. Ein VB-sigur kann mestsum manna FM- finaluna. Hinvegin er kappingin framvegis sera opin, um Tjaldur vinnur dystin í Vági, tí tá er framvegis tætt millum liðini, og tá kunnu úrslitini í teimum báðum síðstu umførunum gera endaspurtin serstakliga spennandi. Higartil í ár hevur Tjaldur megnað at bitið væl frá sær ímóti VB, men av tí at dysturin hesa ferð er í Vági, har VB millum annað herfyri koppaði Stjørnuni, má VB metast sum ein lítil favorittur. Tveir favorittar Neistin liggur, sum sagt, eitt lítið petti aftan fyri hini bæði, men hevur framvegis møguleikan at sleppa upp í part. Tað treytar tó, at onnur úrslit lagað seg bæði ein og annan veg, men til fyrimuns fyri Neistan. Hesa ferð er Neistin partur av grannauppgerð í høvuðsstaðnum, har mót- støðuliðið er Kyndil, sum allan veturin hevur verið botnlið og enn einki stig hevur fingið. Eingin ivi er um, at her er Neistin stór- favorittur. Oddaliðið úr Klaksvík skal spæla á útivølli ímóti StÍF, sum kanska ikki hevur fingið so nógv stig til høld- ar, men kortini hevur víst styrki. Eitt nú við javnleiki ímóti Tjaldri sunnudagin. Stjørnan er tó favorittur á Skála, og sjálvt um StÍF skuldi endurtikið sín góða innsats frá Tjaldursdystinum og fingið stig, er ein møgu- ligur stigamissur neyvan katastrofalur fyri klaksvíks- kvinnur. Lykladysturin verður í Vági Dysturin hjá Neist- anum sunnudagin ímóti grannunum úr Kyndli má og skal vinnast, um Neistin framvegis skal vera við í kappingini um seinna finaluplássið. HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tað er ongantíð lætt at spáa um úrslitið av grannaupp- gerðum, og dysturin á Hálsi í Havn sunnudagin er einki undantak. Neistin hevur á pappírinum væl betra liðið, men kann ikki kanna sær bitan frá Kyndli, fyrr enn hann er svølgdur. Og okkurt bendir á, at Kyndil vil leggja nógv fyri sunnudagin, so tað við sigri skal eydnast at forða Neist- anum at koma í finaluna ímóti VÍF. At so H71 fær finaluplássið í staðin, ger neyvan Kyndli mun. Eftir dystirnar sunnudagin segði ein av Kyndils-spæl- arunum, Torvald Abraham- sen, at »vit skulu í øllum førum syrgja fyri, at Neistin ikki kemur í finaluna.« Um Kyndil hevur neyð- ugu styrkina til at hótta Neistan, kann vera ein opin spurningur, men hvørki av liðunum vísti tað stóra fyri viku síðani, tá bæði taptu sínar dystir. Nú er so nýggjur dystur og alt kann henda. Veikari mótstøðulið Oddaliðið úr Vestmanna, sum longu stendur við hálvu- møðrum beini í finaluni, skal á Skála spæla ímóti StÍF, sum ikki hevur nakað meira at spæla fyri – og kan- ska tí kann gera ein vørr. Men VÍF má greitt sigast at vera favorittur í dystinum, har eitt stig kann verða nóg mikið til ikki bert at stað- festa finaluplássið, men eis- ini at geva heimadyst í einar møguligari triðju finalu. H71, sum í løtuni sær út til at vera á veg í finaluna saman við VÍF, tekur á heimavølli ímóti KÍF, sum – eins og StÍF – einki hevur at spæla fyri. Hinvegin skal H71 royna at tryggja seg, og tað má eisini roknast við, at hoyvíkingar megna at gera ímóti kollfirðingum. Kyndil kann sløkkja Neistan Kyndil kann sunnudagin oyðileggja finaluvónirnar hjá grannunum úr Neistanum Mynd: Álvur Haraldsen Dystir og hagtøl Eikligan, kvinnur 7/3 ÍF-KÍF Kambsdalur 14.00 7/3 Dráttur-TB Giljanes 14.00 8/3 TB-Mjølnir Trongisvágur 14.00 Eikligan, menn 7/3 SÍ-ÍF Sørvágur 14.00 7/3 Mjølnir-Fleyr Klaksvík 14.00 Sunset-kappingin 8/3 StÍF-Stjørnan Klaksvík 14.30 8/3 Neistin-Kyndil Tórshavn 14.30 8/3 VB-Tjaldur Vágur 15.00 Atlantic Airways-kappingin 8/3 StÍF-VÍF Skála 16.00 8/3 Neistin-Kyndil Tórshavn 16.00 8/3 H71-KÍF Hoyvík 16.00 Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 17 15 - 2 48 22 26 19 2 Fleyr 17 10 - 7 37 28 9 13 3 Mjølnir 17 10 - 7 31 30 1 12 4 ÍF 16 9 - 7 33 26 7 12 5 Dráttur 16 9 - 7 36 30 6 11 6 KÍF 17 5 - 12 29 41 -12 7 7 TB 16 0 - 16 4 48 -44 0 Eik-ligan, menn vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 ÍF 11 10 - 1 32 12 20 15 2 SÍ 11 6 - 5 24 21 3 8 3 Mjølnir 11 3 - 8 16 29 -13 6 4 Fleyr 11 3 - 8 16 26 -10 3 Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 17 13 - 1 - 3 447 359 88 27 2 VB 17 12 - 0 - 5 493 400 93 24 3 Tjaldur 17 10 - 3 - 4 465 394 71 23 4 Neistin 17 9 - 3 - 5 445 415 30 21 5 StÍF 17 3 - 1 - 13 416 505 -89 7 6 Kyndil 17 0 - 0 - 17 296 489 -193 0 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF *) 16 13 - 0 - 3 448 413 35 26 2 H71 17 11 - 0 - 6 451 389 62 22 3 Neistin *) 16 10 - 0 - 6 470 438 32 20 4 StÍF 17 7 - 2 - 8 407 417 -10 16 5 Kyndil 17 4 - 2 - 11 401 453 -52 10 6 KÍF 17 3 - 0 - 14 401 468 -67 6 *) Kappingarnevndin hevur ógildað úrslitið av dystinum millum Neistan og VÍF tann 18. januar, og tí er hesin ikki roknaður við á stigatalvuni Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 17 13 - 1 - 3 447 359 88 27 2 VB 17 12 - 0 - 5 493 400 93 24 3 Tjaldur 17 10 - 3 - 4 465 394 71 23 4 Neistin 17 9 - 3 - 5 445 415 30 21 5 StÍF 17 3 - 1 - 13 416 505 -89 7 6 Kyndil 17 0 - 0 - 17 296 489 -193 0 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF *) 16 13 - 0 - 3 448 413 35 26 2 H71 17 11 - 0 - 6 451 389 62 22 3 Neistin *) 16 10 - 0 - 6 470 438 32 20 4 StÍF 17 7 - 2 - 8 407 417 -10 16 5 Kyndil 17 4 - 2 - 11 401 453 -52 10 6 KÍF 17 3 - 0 - 14 401 468 -67 6 *) Kappingarnevndin hevur ógildað úrslitið av dystinum millum Neistan og VÍF tann 18. januar, og tí er hesin ikki roknaður við á stigatalvuni Liverpool skiftir ikki hendur enn Framvegis tingast eigarar av Premier League-felag- num, Liverpool FC, við eitt kuwaitiskt samtak um yvirtøku av felagnum, men ein talsmaður sigur, at núverandi eigararnir krevjar ov høgan prís. Ameri- kansku eigararnir, George Gillet og Tom Hicks, sum yvirtóku Liverpool FC fyri skjótt tveimum árum síðani, vilja hava fýra milliardir krónur fyri felagið, sum skyldar hálvatriðju milliard. Ítróttardómstólurin fer at gera skjótt av – Ítróttardómstólurin hjá ÍSF fer at avgreiða kæruna hjá Neistanum so skjótt sum gjørligt, sigur Anja Hovgaard, forkvinna í ítróttardómstólinum, við 3-2. Hon væntar, at tey fara at fáa alt tilfarið í næstu viku, og so verður málið viðgjørt beinanvegin. Neistin hevur kært til dómstólin um avgerðina hjá Dómsnevndini hjá Hondbóltssambandinum, sum sigur, at Atlantic Airways- dysturin millum Neistan og VÍF í Havn tann 18. januar skal spælast umaftur, tí VÍF hevur kært um eitt fríkast, liðið kendi seg snýtt fyri, tá eitt mál var kolldømt. Neistin vann upprunaliga dystin við einum máli.