fríggjadagur 6. mars 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 tíðindi
Nr. 46 - 6. mars 2009
Hugflogið spraklar
av álvara í øðrvísi
bindisniðunum,
sum verða at síggja
á framsýning, ið
letur upp í Norður
landahúsinum
seinnapartin
Snið
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
DK:KNIT er heitið á fram
sýningini av øðrvísi mod
ernaðum bindisniðum, sum
letur upp í Norðurlanda
húsinum í dag klokkan 17.
Tað er Designskolen í
Kolding, ið hevur tikið stig
til framsýningina, sum hev
ur verið at sæð í Danmark
seinastu tveir mánaðirnar.
Við á framsýningini eru
fyrrverandi næmingar á
skúlanum og onnur, ið hava
eitthvørt annað tilknýti til
skúlan.
Eitt fet víðari
Her heima er sum kunnugt
stórur áhugi fyri at binda og
gera nýggj snið og mynstur
úr teimum meira siðbundnu
troyggjunum.
Nýggja
framsýningin
tekur
tó
vanliga binding eitt ella
fleiri fet víðari við bundnum
lutum, sum bróta heilt upp
úr nýggjum bæði í mun til
snið og mynstur.
Ein hin mest kendi danski
sniðgevin innan binding er
Iben Høj, og er hon eisini
umboðað á framsýningini.
Hon hevur starvast hjá
altjóða sniðgevum so sum
Donna Karan og Marni og
hevur harumframt megnað
at selt síni snið til so kend
nøvn sum Marc Jacobs og
Calvin Klein.
Føroyar
eru
eisini
umboðaðar á framsýningini
á ymiskan hátt. Føroyski
sniðgevin Katrina í Geil
hevur
útbúgving
frá
Designskolen i Kolding og
er
ein
av
teim
11
sniðgevunum, ið eru við á
framsýningini. Hartil hevur
ein onnur, Dorte Merete
Lykke
Jensen,
føroyska
ommu og sigur hon seg
hava fingið áhuga fyri
binding haðani.
Einasti mannligi snið
gevin
á
framsýningini,
Hans Christian Madsen,
sigur annars soleiðis um sín
íblástur
frá
føroyskum
bindisniðum:
”Í sambandi við mítt
arbeiði sum klædnasniðgevi,
hava eg djúpað meg í
norðurlendskum listhand
verki við serligum atliti til
binditraditión og havi ser
liga funnið nógvan íblástur
í føroyskari binding"
Framsýningin er at síggja
í Norðurlandahúsinum í
tíðarskeiðnum 6. mars til
14. apríl. Tað verður Katrina
í Geil, sum letur fram
sýningina upp saman við
kuratorinum Helene Jensen,
ið dagliga starvast á Design
skolen í Kolding.
Bindisnið við øðrvísi eygum
AðAlstjóri til
AlmAnnAmálAráðið
Aðalstjórin verður ovasti ráðgevi hjá landsstýriskvinnuni í
almannamálum og fer at hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni,
menningini og rakstrinum av Almannamálaráðnum. Økið
fevnir um: almannamál, familjumál og bústaðarmál.
Høvuðsuppgávur:
· leiða og samskipa arbeiðið í ráðnum
· Samskipa og fyrireika uppgávur í omanfyri nevndu málum
· Fyrireika lógir, kunngerðir og reglugerðir innan virkisøkið
· Eftirlit við stovnum undir Almannamálaráðnum
· Aðrar viðkomandi uppgávur, sum hoyra virkisøkinum til
Førleikakrøv
Kravt verður, at umsøkjarin hevur kandidatútbúgving
frá lærdum háskúla og leiðsluroyndir frá tí almenna ella
privata arbeiðsmarknaðinum. Umráðandi er, at tann, ið
verður settur, hevur góð evni at samstarva og samskifta,
umframt at seta greið mál og skapa úrslit. Viðkomandi skal
duga at síggja heildir uttan at missa burtur týdningarmiklar
smálutir og skal kunna arbeiða við nógvum málum í
senn. Viðkomandi skal duga væl at raðfesta, samskipa og
útdelegera.
Tann, ið verður settur, skal hava gott innlit í politisk viður
skifti og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í eini politiskari
fyrisiting. Týdningarmikið er, at viðkomandi hevur vilja og
hegni at ganga nýggjar leiðir.
Setanarviðurskifti
Starvið er tænastumannastarv, starvsheitið er aðalstjóri og
er flokkað í 39. lønarflokki. Harumframt er ein mánaðarlig
við bót uppá 4.763 kr. Viðbótin er ikki eftirlønargevandi.
Setanarøkið fevnir um Almannamálaráðið, stovnar undir
tí, løgmansskrivstovuna og hini stjórnarráðini. Tænastu
staðurin er í løtuni Almannamálaráðið.
nærri upplýsingar fáast við at venda sær til marjuna
Hanusardóttir, løgmansstjóra, tlf. 55 10 30.
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, royndir og
møgulig viðmæli skulu stílast til løgmann, og sendast
Løgmansskrivstovuni, Marjuni Hanusardóttir, løgmans
stjóra, postsmoga 64, 110 Tórshavn, í seinasta lagi
mána dagin 16. mars 2009 kl. 12. Allar umsóknir verða
viðgjørdar í trúnaði.
VIT DRAGA EINA LÍNU · VIT SETA SKYNSEMI Í HÁSÆTI · VIT VILJA VITA · VIT BRÓTA SLÓÐ
sansir.fo
lØGmAnSSKriVSTOVAn
Prime minister’s Office
Almannamálaráðið er eitt av stjórnarráðunum í miðfyrisitingini, sum veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og
ger hugskot til veruleika. miðfyrisitingin er fremst í nýskapan, arbeiðslagi og samskifti. landsstýrismaðurin í almannamálum
umsitur málsøkini almannamál, familjumál og bústaðarmál.
Bindisniðini hjá kenda sniðgevanum
Iben Høj vekja ans á framsýningini
Sermerktu
bindisniðini
hjá Dorthe
L.M. Jensen
troyta
nýggjar
leiðir
Við sínum sermerktu bundnu lutum tekur sniðgevin Line Dyrholm siðbundna binding
fleiri fet víðari