Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 • 6. mars 2009 Vikuskifti 21 reistir ella endurbygdir í júst sama sniði, sum áðrenn umfatandi oyðilegginginar sum stóðust av 2.veraldarbardaga. Effektiviteturin – og pengarnir - hjá týskarunum, hann fornoktar seg ikki! Hetta økið fram við Unter den Linden er so sanniliga vert at ofra tíð uppá hjá tí søgu- og mentunaráhugaða ferðafólkinum, og tað gjørdu vit bæði so eisini, har so nógv var at síggja og uppliva á einum annars avmarkaðum øki. Unter den Linden við Brandenburger Tor í baksýni Ikki kunnu vit sleppa økinum uttanum Brandenburger Tor uttan at nevna Holocaust Museum. Skamt haðani frá avgjørdi týska ríkisstjórnin at leggja eitt stórt øki av mitt í býnum til minnis um jødatýniningina av europeisku jødunum. Hetta økið í hjartanum av Berlin, sum er til støddar áleið sum ein fótbóltsvøllur, er steinsett og eru betongklossar í ymsum støddum fá ½ metri til góða manshædd settir á alt øki og har kanst tú so sum vitjandi, gera eitt hugarensl, meðan tankarnir fara á víðavang um hetta ófatuliga, sum hendi hesi 12 óndu ár í týskari søgu. Holocoust minnismerki Undir jørð, á sama staði, kundi tú so fylgja 15 jødiskum familjum, úr øllum heraðshornum Europa, til týningarlegurnar hjá Hitler. Slík vitjan setir sjálvandi síni týðilgu spor á einhvønn vitjandi.... Á museumsoynni við kenda sjónvarps torninum í baksýni Og Savnsoyggin, Museumsinsel, sum týskarar nevna hana, har heili 10 søvn í heimsflokki finnast, og eru at rokna á hædd við Britisch Museum, Louvre o.s.fr.- tey eru stutt og greitt eitt must, sum einhvør ferðandi má síggja í Berlin, nú næstan er komið á mál við sera umfatandi restaureringini, av stásiligu bygningunum, bygdir í vælmaktsdøgunum hjá Bismarck og keisar Wilhelm. Og sum í 1999 komu á World Heritage listan hjá UNESCO sum varðveitingarverd hjá allari mannaættini. Eitt hugtakandi og sera áhugavert umhvørvi, sum vit dvaldu í ein heilan dag. Mentan og handil Í Deusche Oper eydnaðist tað okkum at sleppa at síggja Porgy and Bess hjá Gerschwin, har vit hoyrdu ódeyðiligu evergreens, sum I loves You Porgy, Summertime, I Got Plenty O`nuttin o.a. við bara littum luttakararnir, sum var æviga ynskið Gerschwin´s, hesaferð úr kendu Cape Town Operuni, sum var á vitjan í Berlin. Og alheimsfyritøkurar hava kapprunnið til nýggja metropolin í Miðeuropa fyri at vísa andlit, sjálvandi á mest ásyniligu gøtunum, so sum Sony, Mac Donald, Nike, Adidas, Mercedes, Dior o.o. Týskarar eru eisini farnir at royna seg á filmsøkinum, sum teir einaferð stóð á odda fyri í Europa, og hava seinri árini megnað at gjørt filmar, sum ganga sína sigursgongd um allan heim, eisini heima hjá okkum, sum t.d “Der Untergang” og “Good buy, Lenin”. Tey trý sameindu londini, sum tryggjaðu frælsinum hjá Vesturberlin undir Kalda Krígnum, USA, Stóra Bretland og Frakland, hava eisini fingið serlig grundøki fram við hesi tignarligu gøtu og tætt við sjálvt Brandenburger Tor, og er hetta at rokna sum ein tøkk og framíhjárættur, sum hesi londini fingu, tí tey tryggjaðu Vesturberlin frælsi døpru árini, tá býurin var avbyrgdur frá restini av Vesturtýsklandi, og vóru vit so heppin at koma framvið júst tann dagin, tá gamli George Busch, fyrrverandi forseti, var komin til Berlin sum heiðursgestur at klippa snórin inn til nýggju amerikonsku ambassaduna – har vóru tíðiliga stórar og djúpar kenslur sum lógu ímillum, og berlinarar fagnaðu amerikumonnum, ærisherliðnum, sum har var komið, og veitslu- rómurin var óførur á gøtuballinum frammanfyri ambassaduni, har amerikonsku og týsku litirnir vóru allastaðni at síggja, meðan amerikanarar og týskarar háls fevndust í einum felags gleðisrúsi, sum eisini vit lutóku í. Sovorðin bond verða ikki gloymd við tað fyrsta –hvør segði ikki, tá harðast leikaði á: ”Ich bin ein Berliner”? (framhald næsta vikuskifti) Hanna við ánna Spree og dómkirkjuna Holocoust minnismerki Á museumsoynni við kenda sjónvarpstorninum í baksýni