fríggjadagur 6. mars 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 • 6. mars 2009
16
So lótu 5. og 6. matstovan í
Havn aftur uppá stutta tíð!
Ringar tíðir bjóða matstovu-
vinnuni av. Eingin ivingur um
tað. Men fleiri hava eisini givið
skarvin yvir í vónloysi.
Hvussu eru karmarnir hjá
matstovum í Føroyum at reka
rentabla vinnu?
Hopleysir og ótíðarhóskandi,
frættist.
Tað ljóðar at Gistingarhús- og
Matstovufelagið í Føroyum sei-
nastu árshálvu hevur lagt stórt
arbeiði í at fáa lóggevarar at
vakna, áðrenn unga matstovu-
vinnan í Føroyum spakuliga
doyr.
- Ferðamaðurin í Føroyum eigur
at fáa somu sømdir og tæna-
stur á støði, sum ferðaman-
navinnan veitir honum í øðrum
londum.
So einfalt kann tað sigast.
Hetta er fremsta endamáls-
orðingin hjá Gistingarhús- og
Matstovufelag Føroya. Hugsi at
gistingarhúsini í Føroyum klára
seg heilt væl, men matsto-
vurnar í Føroyum hava ongan
livandi kjans, at bjóða ferða-
mannin uppliving á sømiligum
høgum vesturlendskum støði.
Hetta hava fólk í vinnuni aftur
og aftur víst á.
Tað virkar sum at politiska am-
bitións-støðið steðgar við ein-
føldum búff-matstovum. Har er
eingin virðing fyri handverkið
og listarligu møguleikarnar at
skapa nakað unikt føroyskt.
Útsýnið er skammiliga trongt!
26. mai koma sonevndir ”am-
bassadørar” hjá Ny Nordisk
Mad, ið er átak undir Norður-
landaráðharraráðið til Føroya
at vitja. Ambassadørarnir telja
navnframir kokkar sum m.a.
Rene Redzepi fra Noma ogTina
Nordström frá ”Tinas Mad”.
Ny Nordisk Mad er innovativt
átak sum Norðurlandaráðhar-
raráðið fór undir í 2006 at
menna virðini í norðurlendsku
matmentanini. Úrslitini síggjast
týðiliga í londini rundan um ok-
kum. Norðurlendskur matur er
fremstur á altjóða gastronomis-
ka pallinum í løtuni. Franskir,
italskir og spanskir kokkar
valfarta til Norðanlond at nema
sær íblástur.
Spurningurin er bara hvat vit
her í Føroyum kunna vísa am-
bassadørunum, tá ið teir koma
í mai…
Matstovu-vinnan eigur
ongan góðan
inngangur
grams.fo
Mortan í Hamrabyrgi