fríggjadagur 6. mars 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 6. mars 2009
17
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá
ið góða kona, mamma, vermamma, omma
og langomma
Elly Atlanta Joensen
Vágur
andaðist og varð jarðað.
Takk til starvsfólkini á Suðuroyar sjúkrahúsi.
Tøkk til øll í Frelsunarherinum og øll, sum hjálptu
til í ervinum.
Takk fyri blómur og minningargávur til
Frelsunarherin.
Familjunnar vegna
Frederik Joensen, Vágur
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at elskaði maður, pápi, verfaðir og abbi okkara
Per Húsgarð
bóndi, í Syðrugøtu
andaðist á Landssjúkrahúsinum,
hósdagin 5. mars, 79 ára gamal.
Bønarhald verður á Landssjúkrahúskapellinum,
leygardagin kl. 17.00
Jarðarferðin verður úr Gøtu kirkju
sunnudagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Elinborg, Líggjas, Marjun og Pætur
Mynd frá realskúlaframsýn
ingini, sum Jórunn Dánials
dóttir skipaði fyri í Komm
unuskúlanum í Havn í
2007. Myndin er av fýra
gentum í 4. millumskúla
flokki í 1946, sum lesa til
próvtøku.
Fremst
f.v.:
Gunna
(Dyssa) Zachariassen, Anna
Jacobsen (Mohr) og Ingi
bjørg Jacobsen (Djurhuus)
Aftan fyri tær er Anna
Sofía Hentze (Nolsøe).
Um onkur hevur hug at
ogna sær hesa mynd, er við
komandi
vælkomin
at
venda sær til Jórunn Dáni
alsdóttir á telefon: 226024.
(mynd nr. 19).
Myndaeigari: Ingibjørg Djurhuus
Gentur í millumskúlaflokki
nøvn
80 ára føðingardagur
7. mars verður Jákup Martin Wang Kvívík 80 ár. Dagurin
verður hildin heima.
75 ára føðingardagur
Týsdagin 3. mars fylti Andreas Hansen vanliga nevndur
Dia, Kollafjørður 75 ár. Tey, ið vilja heilsa upp á Dia,
eru vælkomin til ein bita í Missiónshúsinum í Kollafirði
leygardagin 7. mars kl. 1116.
70 ára føðingardagur
Fríggjadagin 6. mars verður Piddi Hansen av Toftum 70 ár.
Dagurin verður hildin saman við familjuni.
45 ára føðingardagur
24. mars fyllir Kári H.Debess, Sumba, 45 ár. Dagurin verður
hildin í samkomuhúsinum í Sumba 21. mars kl. 19. Tey, sum
vilja gleða meg við at koma í føðingardag, vinarliga sigið frá
á telefon 274006 ella 218139 áðrenn 15. mars.
Brúdleyp
25. apríl 2009 kl. 12 giftast í Betesda, Klaksvík: Elsebeth P.
Eyðunsdóttir Jacobsen, Svínoy og Marni Steinberg, Klaksvík.
Veitslan verður á hotel Norð kl. 16. Tey, ið ynskja at gleða
okkum við at koma, kunnu tekna seg á tlf. 226916 (Elsebeth)
ella tlf. 220061/ 287307 (Marni) innan 31. mars 2009.
Í sambandi við at Sólbjørn
Thomsen,
deildarleiðari,
hevði 25 ára starvsdag hjá
Vøruhúsinum á Hjalla tann
1. mars, verður móttøka á
møbladeildini
í
dag,
fríggjadagin 6.mars.
Sólbjørn er skopuningur
sum hevur búð í Havn í
mong ár. Hann byrjaði tann
1. mars 1984 hjá Litaval,
sum tá helt til í Brekkutúni
í Hoyvík, har sum Forn
minnissavnið er í dag.
Fyrsta arbeiðið hjá Sólbjørn
var at seta møblar saman og
at koyra vøru út til kundar.
Seinni fekk hann arbeiði
sum sølumaður í handlinum,
og síðan fyrst í 90unum
hevur hann verið leiðari á
gólvdeildini.
Starvsfelagarnir siga, at
Sólbjørn er ein persónlig
heit, hann er erligur, sigur
tingini sum tey eru, so teir
vita altíð hava teir hava
hann. Eisini hevur hann
góðan humor. Sólbjørn er
eisini kendur sum íðin HB
viðhaldsmaður.
Sólbjørn 25
ára starvsdag
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá
góða elskaða mamma, vermóður, omma
og langomma okkara
Mimi Hansen
Fuglafjørður
andaðist og varð jarðað.
Vit takka fyri tey troystar orð frá Bernadinu og
Meinhard Bjartalíð, presti.
Og tykkum, sum hjálptu við ervi og fylgdu mammu
til síðsta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Børnini
Alexandra, Anna, Marjun og Petur Martin
Dagurin
6. mars. Gotfred. Óvist er, hvønn sipað verður til.
Summir halda ein kardinal í Róm, deyður umleið ár
1100, aðrir ein biskup í Amiens, deyður í 1115. Týskt
navn settsaman av orðunum Guð og friður.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)