Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 • 6. mars 2009 17 Montalto, IGT Sicilia, Catarat- to-Chardonnay 2006 Santa Alicia, Maipo Valley, Chardonnay 2007 Montalto, IGT Sicilia, Nero d’Avola-Merlot Santa Alicia, Maipo Valley, Cabernet Sauvignon 2006 Mortan í Hamrabyrgi ummælir vín úr Rús drekka­ sølu Landsins. Skoðsmálini eru latin í mun til samsvar millum prís og góðsku. vín ummælið mortan@hamrabyrgi.com Uppruni: Turt hvítvín úr Italia Ummæli: Gyltur gulur litur. Innbjóðandi angi av búnaðari frukt sum ferska og papaya og so eitt twist av sitrón. Rætti- liga kraftmikil og harmoniskur smakkur, ið ikki kann ákærast fyri at vera samansettur. Men sanniliga eru dygdir av leskili- gari mjúkari frukt og so til ein rímiligan prís og mátahaldnari nøgd. Kostnaður: Kr. 39,00 (hálvflø- ska=0,375 L) Skoðsmál: Uppruni: Turt hvítvín úr Kili Ummæli: Glógvandi gulur litur. Kraftmikil fruktangi. Pera, melón, hunang og okkurt nøtakent. Á markinum til tað vulgera, men tíbetur røttu megin mark. Smakkurin hevur góða fyllu. Fruktkendur, bleytur og ikki sørt tropiskur. Ikki so samansett hvítvín og nakað tungt, men javnvágin er á leið. Leskiligt vín til ein rímiligan prís. Hóskar væl til laksa-frika- dellur við dild. Kostnaður: Kr. 65,50 Skoðsmál: Uppruni: Turt reyðvín úr Italia Ummæli: Kirsubersvartur litur. Rættiliga spennandi angi við myrkari berfrukt frá Merlot- drúvuni og so hetta garrvilla animalska frá Nero d’Avola- drúvuni. Smakkurin somuleiðis harmoniskur og væl skrúvaður saman. Lekkur myrk frukt og so samansettir tónar av fleski, leðri og og svørtum pipari. Frálíkt óprætentiøst vín til ein pastarætt. Fýra stórar! Kostnaður: Kr. 40,00 (hálvflø- ska=0,375 L) Skoðsmál: Uppruni: Turt reyðvín úr Kili Ummæli: Kirsubersvartur litur. Tað kann luktast við hálvtrýss kilometra frástøðu, at her er talan um kilenska Cabernet Sauvignon. Hesi eyðkendi sterki tónin av grønum urtum stingur í nasagluggarnar. Sólber-tónin eyðmerkir síðani angan. Smak- kurin er eisini sermerktur við kilenska »trupulleikanum«: grønar urtir í Cabernet Sau- vignon. Annars eru talan um bleytar bertónar, so sum sólber, bláber, blommu og eitt dism av sjokolátu. Nakað leiðiligt reyðvín. Kostnaður: Kr. 65,50 Skoðsmál: Millum nýggju sløgini, ið Rúsan hevur fingið á hillarnar í ár eru hvítvín og reyðvín frá sisilianska Montalto. Ikki so, Montalto kenna vit frá 3 L-posunum. Men nú sleppa vit so at royna Montalto á glasfløsku. Mínsann á hálvfløsku, ið eins og posaví- nið kann vera ivasamur innpak- ningur. Tað snýr seg í stuttum um hvussu vínið heldur sær. So lítil nøgd av víni vil oksidera væl skjótari enn ein heilfløska, fyri ikki at nevna eina Magnum (1,5 L). Tað vil altíð vera størri fragd at drekka vín frá størri fløskum. Tær búnast einfalt meira elegant. Tað er ein spur- ningur um fysik og kemi. Well, hálvfløskurnar frá Montalto skula bara iki goy- mast. Tær eru klárar at drekka beinanvegin og skilagóða stál-skrúvilokið ger tað eisini ómakaleysari. Og vínið feilar einki. Pengarnar vert eftir mínum tykki. Serliga reyðvínið er spennandi. Tað er ikki á hvørjum degi, at sansagøgnini sleppa at royna Nero d’Avola, hóast drúvan er heilt vanlig á Sikiloy. ”Hin svarta” frá Avola, ið er heiti á bygd har suðuri á Sisiliu. Nero d’Aola kenna vit eisini frá sisilianska heitvínið Marsala. Tað er at fegnast um fjølbroyt- tni av drúvusløgum og vónandi fara vit at síggja enn meira til allar tær spennandi lokalu drúvurnar, ið eru varðveittar í Italia. Hálvfløskur, ið eru fult so góðar