Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 46 - 6. mars 2009 - Nú stendur rættiliga á gomlum nøglum hjá línuflotanum. Fiskiskapurin er vánaligur, og fiska- prísirnir eru í botni. Neyðugt er, at línu- skip, sum eitt nú veiða hýsu, fáa so fríar teym- ar sum tilber at landa fiskin, har mest kann fáast fyri hann, sigur Jóhannus M. Olsen, formaður í Felagnum Línuskipum Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tey fyrstu línuskipini eru nú løgd og loysa ikki aftur, fyrr enn umstøðurnar vón­ andi gerast betri aftur. Fiskiskapurin higartil í ár hevur verið vánaligur, og serliga prísirnir á hýsu eru søguliga lágir, nú so fáir keyparar eru til hýsuna í Føroyum. Tað var tann tíð, tá hýsa lítlan og ongan prís hevði. Men síðan vit fyri nógvum árum síðan fingu fleiri og fleiri fiskavirkir á landi, sum fóru at virka dýrar vørur burtur úr hesum fiska­ slagi, fekk hýsa, sum tann góði fiskur hon er, eisini sín prís, tó at fiskaprísir altíð vilja vera skiftandi. Síðan fiskavirkið í Mið­ vági læt aftur, Kósavirkið í Klaksvík fór í gjaldssteðg og minkandi virksemi hevur verið á Norðís Seafood á Eiði, hevur eftirspurningur­ in eftir hýsu í Føroyum eisini verið minkandi. Hetta hevur so aftur ging­ ið álvarsliga útyvir hýsu­ prísin, sum nú er søguliga lágur. Okkurt má gerast Jóhannus M. Olsen, for­ maður í Felagnum Línu­ skipum og reiðari á línu­ skipunum, Eysturoyingi, Sigmundi, Morgunstjørnuni og Mascot, sigur, at Eysturoyingur er lagdur, tí tað loysir seg ikki at hava skipið siglandi, soleiðis sum gongdin er. Seinastu tíðina hevur línuskipið Thomas Nygaard eisini ligið í Søldarfirði, men tað hevur ikki eydnast okkum at fingið fatur á reiðaranum, Háldani Hald­ ansen í Vestmanna fyri at fregnast um støðuna. ­ Jú, tað stendur rættiliga á gomlum nøglum hjá okkum nú. Tí er avgerandi neyðugt, at myndugleikar­ nir tryggja okkum so fríar teymar sum gjørligt at selja veiðina, har mest kann fáast fyri hana. Hetta hevur ongantíð verið so neyðugt sum nú, um línuflotin skal hóra undan kreppuni. Jóhannus vísir á, at nú so fáir keyparar eru til hýsu í Føroyum, er eingin meining í verandi forðingum um eitt nú 25% hámark fyri sølu uttanlands. Hann heldur eisini, at treytin um sølu um góð­ kenda uppboðssølu, áðrenn fiskurin kann seljast av landinum, eisini er ein óneyðug forðing í tíðum sum hesum. ­ Neyðugt er, at vit sleppa undan hesum bindingum, soleiðis at átøk kunnu skip­ ast við tí endamáli at fáa mest møguligt fyri línu­ fiskin. Stóran týdning Formaðurin í Línuskipum leggur dent á, at Fiska­ marknaður Føroya hevur havt ógvuliga stóran týdn­ ing fyri línubátarnar. ­ Sjálvandi fara vit ikki at gevast at selja um upp­ boðssøluna, men soleiðis sum støðan er í løtuni, hevði tað tænt okkum best, um vit vóru púra frítt stillaðir. Jóhannus M. Olsen mælir tí politiska myndugleikanum til at taka burtur tær forð­ ingar og bindingar, ið eru fyri fríari sølu av línufiski. ­ Fyri okkum hevði tað verið ein fyrimunur í løtuni, um myndugleikarnir broyttu kravið um ”góðkenda uppboðssølu” til ”føroyskan bryggjukant” í staðin. Tá kundu vit eitt nú selt ein part av okkara veiði sjálvir ­ uttan annað hóvasták, leggur hann aftrat. Formaðurin í Felagnum Línuskipum sigur, at soleiðis, sum støðan er í løtuni, er tað bara ein spurningur um tíð, nær línuflotin liggur. Neyðugt er at taka forð- ingar burtur Fyrstu línuskipini eru løgd, nú fiskiskapurin er so vánaligur, og prísurin á eitt nú hýsu er søguliga lágur. – Sum er, er ikki grundarlag fyri at loysa skipið, sigur reiðarin Mynd: Vilmund Jacobsen - Nú trupult er at finna keyparar til hýsu í Føroyum, er neyðugt, at myndugleikarnir taka av allar forðingar fyri sølu, har mest kann fáast fyri veiðina, sigur Jóhannus M. Olsen, formaður í Línuskipum Mynd: Vilmund Jacobsen Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er í tíðum sum hesum, at mynstulønartrygdin hjá fiski­ monnum kemur væl við. Hetta er ikki minst galdandi fyri teir, sum sigla við línuskipunum, nú prísirnir á hýsu og øðrum fiskasløgum eru sera lágir. Formaðurin í Felagnum Lín­ skipum, Jóhannus M. Olsen, sigur, at trupulleikin hjá línuskipum í dag ikki er manning­ artrot, sum annars hevur merkt hendan partin av flotanum seinnu árini. ­ Nei, í dag er høvuðs­ trupulleikin, at so lítið fæst fyri fiskin, sum línuskipini veiða. Haraftrat kemur, at fiskiskapurin í seinastuni hevur verið vánaligur. Hann vísir á, at nú ferðin á samfelagshjólunum er minkað nakað, eru tað menn, sum spyrja um kjans við línuskipum aftur. ­ Vit merkja, at áhugin fyri at søkja sjógvin aftur er veksandi, tí her hava menn hóast alt eina inntøku. Jóhannus M. Olsen vísir á mynstulønartrygdina, sum kemur væl við hjá monnum í tíðum sum hesum. ­ Soleiðis, sum gongdin er, skal nógv til, áðrenn menn koma upp um minstulønina, og tað er júst í tíðum sum hesum, at henda kemur fiskimonnum til góðar, sigur formaðurin í Felagnum Línu­ skipum. Støðan hjá línuflotanum álvarslig Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, heldur, at støðan hjá línuflotanum nú er somikið álvarslig, at myndugleikarnir eiga at koma við kreppuhjálp. ­ Tað kann ikki góðtakast, at politiska skipanin bara letur ein part av vinnulívinum doyggja. Jan sigur við Norðlýsið, at tað verður ein vanlukka, um línuflotin fer fyri bakka. ­ Higartil hava vit bara hoyrt undanførslur frá politisku skipanini, men skal alt ikki steðga upp, er neyðugt, at myndugleikarnir tora at handla, sigur hann. Í samrøðu við Sosialin fyrr í vikuni segði Bethuel Johannesen í Klaksvík, sum eigur og rekur línuskipið Klakk saman við beiggja sínum, Líggjasi, at hetta árið sær rættiliga dapurt út hjá línuflotanum. ­ Ja, eg haldi, at tað sum er sær ógvuliga svart út. Soleiðis, sum fiskiskapurin hevur verið higartil í ár, hava vit bert fiskað fyri agn og olju. Her liggur einki eftir, sigur hann. Nú kemur mynstulønartrygdin væl við