fríggjadagur 6. mars 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 • 6. mars 2009
18
mat
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Mortan í Hamrabyrgi
um mælir mat úr føroysku
matvøru handl unum.
Skoðsmálini eru latin í
mun til góðsku.
Touch of Taste Hø-
snarungasoð (FK)
kr. 29,95/4 L (kr. 7,49/L)
Salt ++, einfaldur, veikur og
ikki serliga ”reinur” smakkur.
Oscar Høsnarungasoð
(Miklagarður)
kr. 36,95/ 6 L (kr. 6,16/L)
Salt+. Góður og kraftmikil
smakkur av høsnarunga, men
saltið er í meira lagi.
Coop Hønubótarmoli
(FK)
kr. 9,95/ 6 L (kr. 1,66/L)
Salt +++. Uha!!! Salt, feitt og
ivasamt krydd.
Knorr Hønubótarmoli
(Miklagarður)
kr. 17,95/ 6 L (kr. 2,99/L)
Salt++. Rættiliga reinur hønus-
makkur, men saltingin er hørð.
Coop Høsnarungasoð
(FK)
kr. 24,95/ 4 L (kr. 6,24/L)
Salt+. Kundi verið ein tynt út-
gáva frá Oscar, nú sum Private
Label.
Oxo Høsnarungabótar-
moli (Miklagarður)
kr. 24,95 / 2,28 L (kr. 10,94/L)
Salt++. Sera hart kryddaður
bótarmoli, ikki nógvur hø-
snarungasmakkur.
Natur Compagnie Vistfrøði-
lig Hønubótarmoli (FK)
kr. 15,95/ 4 L (kr. 3,99/L)
Salt-javnvágin er í lagi. Ræt-
tiliga reinur og neyvur hønu-
smakkur.
First Price Hønubótar-
moli (Miklagarður)
kr. 10,95/ 6 L (kr. 1,83/L)
Salt++. Veikru og einfaldur
smakkur. Ov nógv salt.
Knorr Vistfrøðilig Høsnarung-
abótarmoli (Miklagarður)
kr. 19,95/ 3 L (kr. 6,65/L)
Salt++. Veikur smakkur. Tað er
heldur kryddsmakkur.
Hvør ger soð frá grundini
longur?
Tey fægstu, tíverri! Kanska bara
matstovurnar og eldra langom-
mu-ættarliðið.
Tað er annars rættiliga einfalt,
men krevur kortini at ein grýta
kókar varliga fleiri tímar.
Hóast køkarnir í Føroyum aldrin
áður í søguni hava verið glæsili-
gari og betri útgjørdir, so eg-
gjar rokuti gerandisdagurin hjá
vanligum barnafamiljum í dag
ikki júst til slíka góða gamla
køks-mentan.
Soðið frá eini góðari køkihønu
telist uttan iva millum mest
fantastisku smakkum, ið eru
til. Tey, ið ikki hava roynt hetta,
unnið tykkum hesa fragd! Men
minnist til at brúka eina góða
dygdar-hønu. Ikki eitt sovorðið
fryst papp-neyðarræ.
Men hvat megnar ein
nýmótans handils-høsnarbótar-
moli?
Fyrst og fremst framleiða soð-
fyritøkur í dag bæði vælkendu
bótarmolarnar og so hesar nýg-
gju soðkonsentrat-fløskurnar.
Eisini verður bæði hønan og
høsnarungin nýtt sum grund-
arlag.
Bótarmolarnir kunna goy-
mast turt, svalligt og rættiliga
leingi, meðan fløskurnar skula
goymast kalt og halda sær væl
styttri.
Vælkendi supputerningurin er
uppfinnilsi frá 1908. Tað var
navnframa sveisiska fyritøkan,
Maggi, sum var hin fyrsta at
senda ein bótarmoli á mar-
knaðin.
Liðugtgjørd kraft er jú
beistalætt at havast við. Bara
at taka ein supputerning úr
skápinum og morla í sósina ella
suppuna.
Men hvussu er góðskan av
hesari ídnaðarvøru?
Heili 9 sløg av høsnasoði eru í
løtuni at finna á føroysku han-
dilshillarnar. Har finnast bæði
multinationala Knorr, Private
Label frá Coop, 90’ara-ikonið
Touch of Taste, tann bretski
Oxo, tann lítli vistfrøðiligi týski
og so tann modernaði Oscar.
Hvat er ein handilsbótarmoli?
Fyrst og fremst salt, salt og salt.
Og ov nógv salt er ikki gott
fyri okkum. Og so er tað hesin
afturvendandi smakkgevarin,
ið ídnaðurin elskar: monona-
triumglutamat.Harfaturat feitt
og ymiskt krydd og so skiftandi
nøgdir av kraft frá nakað, ið ei-
naferð var ein høna ella ungin.
Havi hug at nevna Oscar-
fyritøkuna. Teir hava veruliga
ment supputerningin 2.0.
Nógvar gamlar “ídnaðar-
ónáðir” eru tiknar burturúr.
Eitt nú inniheldur vørurnar
frá teimum hvørki haldevni,
litevni ella umstrídda smakk-
styrkjaran, Mono-Natrium-
Glutamat (MSG=Mono-Sodi-
um-Glutamat=E621), ið nógvir
heilsumyndugleikar í heiminum
hava eftirlit við, av tí at hetta
kemiska evnið møguliga kann
hava skaðiligt árin á manna-
likamið. Mat-ídnaðurin hevur
annars elskað hetta kemiska
evnið, av tí at tað sum ein neu-
rokemisk tilgongd »lumpar«
heilan til at trúgva, at nógv
protein/kjøt er í vøruni. So ber
jú til at minka um veruligt (og
dýrt) kjøt-innihald.
Skoðsmálini eru latin í mun til
kraft og reinleika í høsna-smak-
kinum umframt saltjavnvágina.
Nøgdirnar eru roknaðar um til
liðugt soð.
Høsna-supputerningurin