fríggjadagur 6. mars 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 • 6. mars 2009
Vikuskifti
20
Ongin europeiskur høvuðsstaður
í stóru londunum fyri sunnan
hevur havt eina so umskiftiliga
støðu í søguni sum Berlin. Hesin
býur, sum fyrstu ferð verður
nevndur við navninum Berlin
í 1243, byrjaði sum ferjustað
á oydnu ongunum við ánna
Spree, men fór ikki rættuliga
at vaksa fyrrenn Hohenzollarnir
blivu útnevndir til kurfúrstar, í
greivaskapinum Brandenburg,
og gjørdu Berlin til høvuðssæti
sítt. Hohenzollarnir sótu við
valdinum í Berlin líka fram til
endan av 1. veraldarbardaga
undir nøvnum sum kongaríkið
Preussen og Týska keisararíkið.
Eftir fyrra kríggj fingu vit so
Weimarrepublikkina, og varð
hon jarðløgd av nazistunum í
1933, sum sótu við valdinum
í Berlin til maj 1945, tá eisini
Hitler viðgekk endaliga ósigurin
í 2. veraldarbardaga. Og eftir
tað endaði eystari parturin av
Berlin sum høvuðsstaður í DDR
til 1990. Og síðani 3.okt. 1990 er
Berlin so aftur vorðin endurreisti
høvuðsstaður fyri samlaða
Týskland, hóast býarmyndin enn
er nógv merkt av sundurskiljanini
hesi 45 árini millum Eystur- og
Vesturberlin.
Unter den Linden
Vit bæði hava verið í Berlin
áður, tá nógv hataði múrurin,
enn býtti henda býin í tveir
partar. Tað vanliga hjá fólki,
sum vitjaðu Vesturberlin tá, var
at búgva vestarumegin múrin,
og so gera eitt rend eysturum
(handan múrin var so óunniligt
og keðiligt at vera!), og tað
gjørdu vit eisini tá, men nú ongin
múrur er, so høvdu vit avgjørt,
at hesaferð skuldi vit búgva í
gamla Eysturberlin og uppliva og
síggja, hvussu har var nú – og so
varð gjørt. Og fingu vit innivist
á sjálvum Alexanderplatz, sum
er uppkallað av keisari Wilhelm
fyrsta eftir russiska zarinum
Alexanduri, sum vitjaði Berlin í
1805. Og sum er partur av tí, sum
týskarar í dag nevna “Mitte” í
hjartanum í Berlin. Og hetta val
angraðu vit á ongan hátt. Har
kendist alt fyri eitt, sum hetta
var sanna, gamla, hábærsliga
Berlin, har vítt var til veggja og
alt andaði av søguni. “Mitte” er
vaknað aftur til lívs. Breiða og
stolta høvuðsgøtan, “Unter den
Linden” sum í áravís hevði ligið
og sovið sín tornurósusvøvn, tí
kommunisman deils ikki loyvdi
einum frælsum og livandi
mentunar- og handilslívi, og deils,
tí høvuðsgøtan var kvett av um
tvøran av ólukku Múrinum, hon
er so sanniliga vaknað upp til
nýtt lív! Og hevur aftur vunnið
sína gomlu hevd, sum gøtan fram
um allar aðrar í Berlin. Har yður
av spennandi metunartiltøkum
á sera høgum støði, og Berlin er
vorðin mentunarhøvuðsstaðurin
í Europa, har listafólk úr
øllum heiminum seta hvørjum
øðrum stevnu. Fyri at nevna
okkurt, sum liggur á seinasta
½ kilometrinum, áðrenn tú
kemur til vartekni hjá býnum,
Brandenburger Tor, so kunnu vit
nevna Deutsche Staatsoper Unter
den Linden, Berliner Ensemble,
Guggenheim, Humboldt
universiteti o.o., umframt ein hóp
av lættara slagnum av variteum,
kabarettum, o.s.fr., umframt eitt
ótal av matstovum, listhandlum,
keypsskálum (stórsta handilshús í
Europa, KaDeWe er at finna har á
leiðini!) søvnum, biografum o.s.fr.
Og so er eisini bíligt at handla í
Berlin, ein 20 – 25% bíligari enn
her heima!
Hanna við ánna Spree og
dómkirkjuna
Og so dómkirkjan, sjálvandi, eisini
í Mitte í Berlin, og beint yvirav
henni stóð gamla kongsborgin hjá
proysisku kongunum illa farin av
krígsávum, og tað sum eftir var,
varð javnað við jørðina, eftir at
tann parturin av Berlin var vorðin
høvuðsstaður í kommunistiska
DDR, og kommunistiska stýrið
bygdi í staðin tað sokallaða
parlamentið hjá Honecker og
co., “Volkskammer” nevnt,
á, hvat heldur tú, kæri lesari,
kongaligu grundini – og boðaði
harvið frá “nýggjum” tíðum við
kommunistiskum “kongi”! Men
hetta “Volkskammer”, (við bara tí
eina flokkinum!), fekk ein bráðan
enda, tá Múrurin fall, og sama
er hent við hesum nógv hataða
tinghúsi, sum eisini er ruddað
og javnað við jørðina – og talan
er so sanniliga um at endurreisa
kongsborgina á hesum prýðiliga
staði fram við Spreeánni! So
skifta tíðir!
Endurreisti høvuðsstaðurin
Allur miðbýurin við hesum stási-
ligu bygningunum, kirkjunum,
søvnunum, universitetum,
tjóð leikhúsunum, Ríkisdegnum,
o.s.fr. eru allir sum ein, endur-
Berlin – nýggi miðdepilin
í Týsklandi og Europa
Ferðafrásøgn
Johan
Samuelsen
Konan og eg vóru á
áhugaverdari ferð í
Berlin í summar.
Leiðin er ikki long at
ferðast úr Hants
holm við bili suður
gjøgnum Jútland og
longur suður gjøg
num fyrrverandi
donsku greivadømini
Slesvík – Holstein
fyri síðani at snara
eystur yvir við
beinleiðis kós móti
Berlin, høvuðsstaði
Týsklands, hagar vit
komu 29. juni í góð
veðrinum, sum har
valdaði
Unter den Linden við Brandenburger Tor í baksýni