Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 46 - 6. mars 2009 Meðan danskir og føroyskir ummælarar hálova nýggja filminum "Menn, ið hata kvinnur" er móttøkan heldur lunkað í heimlandinum hjá høvundanum handan bókina Mentan Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Væntaninar vóru øgiligar, tá danski leikstjórin Niels Arden Oplev herfyri dró leiktjaldið frá síni filmisku tulking av metselj­ ar arnum "Menn, ið hata kvinnur" eftir svenska Stieg Larsson. Og danskir ummælarar gjørdust ikki vónbrotnir. Líka síðani fyrstu sýningina hava teir staðið á rað at hálova filminum, ið byggir á eina tí mest seldu krimisøguna í Norðurlondum seinnu árini. Hinumegin sundið bera um ­ mælini heldur boð um, at tað kann vera torført at vera profetur í sínum egna heimlandi, staðfest­ ir ein svenskur viðmerkjari turris liga. Stjørnuhimmal Við fimm stjørnum legði ummælarin á Jyllands­Posten, Sophie Engberg Sonne fyri við at staðfesta, at filmurin í allar mátar livir upp til væntaninar. – Filmurin er bæði trúgvur móti bókini og verdur at síggja hjá teimum fáu, sum enn ikki hava lisið bókina, skrivar Sonne. Í Berlingske Tidende vissar ein ovurfegin Iben Albinus Sabroe um, at stramma ræðusøgan í filminum er enn betri enn í so drúgva dramaið hjá Larsson – Burtur er allar langrøkjutar lýsingar, sum onki leggja afturat søgu ella persónum. ... Mikael Nyqvist og Noomi Rapace geva okkum eitt tað best umtókta makkaraparið í modernaðum bókmentum í kjøti og blóði, skrivar Sabroe. Heilar seks stjørnur verður tað til í B.T, har ummælarin Birgitte Grue kallar høvuðsleikaran "en sej lille satan i spil som helt". Á Politiken hevur ummælarin Kim Skotte rætt seg næstan líka langt upp í filmshimmalin og letur fimm stjørnir dala yvir filmin, sum hann kallar ein karráan, fínjusteraðan og kompetentan gysara. Eisini her heima ljóðar eitt ovurfegið ekkó í ummælinum hjá Birgiri Kruse á hansara bloggi , birkblog.blogspot.com, har hann staðfestir, at høvusleikarin Noomi Rapace brillierar sum Lisbeth Salander. »Menn, ið hata kvinnur« er fantastiskt filmshandverk og tann bera stílsikkurheit eisini. Og Salander er deiliga Pippi­ fandenivoldsk. Praktfull, skrivar Kruse, sum hartil heldur, at filmurin er serliga góður, tá ein hevur lisið bókina, tí sum hann sigur: – Tá sært tú ítøkiligani, hvat ein góður handritahøvundur kann gera millum skaldsøguna og filmin. Kargir sviar Í Svøríki hava ummælarar heldur lættari við at stýra eldhuganum og eru heldur kargari við stjørn­ un um. Tríggjar slíkar verður tað til í Ekspressen frá ummæl ar an­ um Miranda Sigander, sum ilskast inn á, at Noomi Rapace roykir ov nógvar súrar sigarettir, og at Mikael Nyqvist starir tigandi fram fyri seg í so ofta. Í Dagens Nyheter kann Helena Lindblad sveiggja seg upp til at kalla filmin 'skilagóðan'. Og hóast hon fegnast um Lisbeth Salander – hetta »svartklædda, holaða hjartað í bókarøðini« ­ er niðurstøðan ikki serliga blíð. – Sjálvt um leikstjórin er dugna ligur, tykist hann at hava eitt heldur vánaligt máloyra, tá tað ræður um svenska dialogin. Og hóast handritið tónar niður serliga kvinnutekkið hjá Blom­ kvist, kundi man ynskt sær meir orku, enn hetta, sambært Lind­ blad, sum eisini gevur filminum tríggjar stjørnur. Á Aftonbladet kennir Jan­Olov Andresson tað sum hann hevur fingið eina farvubók í hondina. – Í besta føri geva filmsskap­ ararnir myndunum okkurt, sum líkist filminum, sum longu rullar í tínum egna høvdi, skrivar hann. Næst eftir Potter Lunkaðu ummælini hinumegin sundið hava kortini ikki minkað um hugin hjá dønum at síggja »Menn, ið hata kvinnur«. 140.568 túsund fólk megnaði filmurin at lokka inn í biograf­ myrkrið fyrsta vikuskiftið, hann varð sýndur í Danmark. Í donsk­ um høpi er tað higatil bara eydnast Harry Pottter 4 at sláa hetta metið. Harvið umsetti "Menn, ið hata kvinnur" fyri 16,1 milliónir krónir fyrsta vikuskiftið saman­ borið við tær 18,6 milliónirnar, sum Harry Potter 4 fekk í kassan sítt fyrsta vikuskifti í Danmark. »Menn ið hata kvinnur«: Fantastiska skilagóður Hóast meiningarnar um filmin "Menn, ið hata kvinnur" eru ymiskar, eru flestu ummæalarar samdir um, at Noomi Rapace er ein fongur í høvuðsleiklutinum sum Lisbeth Salander Mynd: Polfoto