mánadagur 9. mars 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 47 - 9. mars 2009
Fá skil á tínum peng
um, flenn at gomlum
kynsleiklutum, tak
av stjórastarvinum
og lat teg í ljósareytt,
tá tað passar tær.
Rættar kvinnur
tíma ikki at grenja
heldur ikki á Altjóða
Kvinnudegnum
AltjóðA
KvinnudAgur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Ofta setti spurningurin, um
tað yvirhøvur er viðkomandi
at halda Altjóða Kvinnu
dagin longur, svaraði seg
sjálvan, tá dyrnar lótu upp í
Norðurlandahúsinum í gjár
til tiltakið hjá Kvinnu
felagnum í Havn. Fleiri
hundrað kvinnur í øllum
aldri høvdu gjørt av at
brúka sín sunnudag seinna
part at lata hugin, eyguni
og oyruni reika í ymistáttaða
kvinnuliga universinum
heilt frá Noru, sum stakk av
frá sínum dukkuheimi, til
eina atkvøðugreiðslu, har
tær ongan iva lótu vera um,
at heimurin hevur brúk fyri
Kvinnufeløgum.
Fá skil á pengunum
Á
ymsar
mátar
snúði
kvinnutiltakið seg um at
avlívar gamlar mytir. Eitt
nú myturnar um at kvinnur
ikki hava skil fyri pengum
ella at pengar ikki er nakað,
tú tosar um. Skil á tínum
pengum fært tú lætt, um tú
bara brúkar eitt lítið sindur
av orku til at seta teg inn
fíggjarheimin, sum als ikki
er so fløktur, sum hann
fegin vil geva fatan av. Við
fáum broytingum ber til hjá
teimum flestu at fáa javnvág
millum
inntøku
og
útreiðslur. Afturfyri fært tú
minni tørv á at troysta teg
sjálva við at brúka meir
pening, enn tí eigur og á
tann hátt sleppa undan ónda
sirklinum, vit ofta enda í.
Og so er tað nakað tvætl,
at pengar ikki er nakað man
tosar um. Sjálvandi skulu
vit tosa um pengar, tí sam
bært Nebelong er tað einasti
mátin við kunnu avdúka
óheppin nýtslumynstir og
harvið broyta tey.
Sambært Lisbeth Nebe
long
eigur
herjandi
fíggjarkreppan heldur ikki
at taka mótið frá okkum.
Og slett ikki frá kvinnum.
Fíggjarbløðran, sum brast,
hevur nevniliga gjørt tað
enn meir átroðkandi at vit
finna gomlu (kvinnuligu)
dygdirnar fram aftur: at
vera kreativar, og gera tað
til ein stuttleika at fáa
pengarnar at røkka við at
rudda upp í óneyðugum
útreiðslum og spara, har vit
kunnu.
Imponerandi ónyttur
Mytur um mannfólk og
konufólk
vóru
eisini
endavendar í skemtiligari
hugleiðing
hjá
Katrini
Petersen um kynsleiklutir.
Hon hevði í øllum førum
lætt við at ímynda sær eitt
samfelag, har kvinnur als
ikki hava brúk fyri monnum
líka burtursæð hasum við
at gera børn. Restina av
tíðini máttu mannfólkini
gera seg nyttugar og áhuga
verdar uppá aðrar mátar í
fiktivu søguni hjá Katrini
Petersen sum skjótt nærk
aðist veruleikanum. Millum
annað
mugu
vit
nokk
staðfesta, at mátarnir mann
fólk royna at imponera
konufólk eru munandi meir
sofistikeraðir enn mátarnir,
kvinnur royna at imponera
teir. Eitt nú kunnu teir snilt
og skjótt imponera onnur
mannfólk
við
onkrum
fullkomiliga ónyttugum og
á onkran mystiskan máta
samstundis vaksa í eygu
num konufólki. Hygg bara
Kvinnur tíma ikki at grenja
Einar 300 kvinnur
høvdu leitað sær í
Norðurlandahúsið í gjár
í sambandi við Altjóða
Kvinnudagin
Stuðul fyri at dálka minni
Í Grønlandi eins og í Føroyum er fiskivinnan ein av teimum stóru
syndarunum, tá talan er um CO2-útlát. Men sambært stjóranum í
fiski- og veiðimannafelagnum KNAPK, John Biilmann, eru
fiskaprísirnir nú so lágir, at fiskivinnan má fáa almennan stuðul, um
hon skal skerja sítt útlát av CO2 við at nútímansgera verandi flota
ella við at gera íløgur í nýggj veiðifør. Hann sigur við KNR, at
vinnan kann fremja fleiri tiltøk og tekur eisini undir við at skerja
útlátið. Men fær vinnan ikki fleiri inntøkur enn nú, verða eingir
pengar til nútímansgerð ella nýbygging, sigur John Biilmann við
KNR.
Fleiri kvinnur í nevnd
Kvinnurnar hava fingið undirtøku fyri nógvum av sínum krøvum,
men tað er framvegis ymiskt eftir, sum vert er at stríðast fyri. Tað
sigur grønlendski fólkatingslimurin Juliane Henningsen (myndin) í
sambandi við altjóða kvinnudagin, sum var í gjár. Í samrøðu við
KNR sigur hon, at kvinnurnar duga ikki nóg væl at brúka síni
rættindi til politiska ávirkan. Millum annað nevnir honm, at 80
prosent av nevndarlimunum í feløgunum, sum grønlendska
heimastýrið eigur ella eigur í, eru menn. Tað má broytast, sigur
Juliane Henningsen, sum umframt at vera fólkatingslimur situr í
grønlendska Landstinginum.