Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 47 - 9. mars 2009 at fótbóltsleikararum ... Leppi tað góða í meg Avleiðingarnar av at stinga nøsina fram var eitt av evnunum í práti millum stjóran á Samvit, Elin Heinesen, og tíðindakvin­ nuna Elin Winther Poulsen. Millum annað greiddi Elin Heinsen frá, hvussu tað var at verða malin í fjølmiðla­ kvørnini, tá ein journalistur í heyst fann út av, at stjórin í Samvit ikki var nøgd við sína løn. Kanska var tað skeivt av sær yvirhøvur at gera við­ merkingar til hetta málið, hugleiddi Elin Heinesen. Hinvegin vildi hon ikki slaka uppá sín stíl at vera opin og erlig mótvegis fjølmiðlunum. Gamaní hevði hon fingið nógv nevs sum stjóri á Samvit, men tað var til at liva við, tí sum hon segði ­ Eg velji heldur at leppa tær positivu afturmelding­ arnir í meg og lata hitt fara. Hóast Føroyar enn ikki eru á hædd við granna­ londini, tá tað ræður um kvinnuligar stjórar, ivaðist Elin Heinesen ikki í, at hetta fer at broytast. ­ Tað kemur uttan iva natúrliga, tí nógv av tí, sum kvinnur vanliga gera og duga, er avgjørdir fyrimunir í einum stjórastarvi ­ til dømis at fáast við menn­ iskju, duga at laga seg eftir broyttum umstøðum, megla í ósemjum og líknandi, segði Elin Heinesen og legði afturat. ­ Tíðin er í øllum førum við at fara frá at kvinnur eru noyddar at uppføra seg sum mannfólk fyri at gerast stjórar. Ljósareytt -sjálvandi Tiltakið í Norðurlandahúsi­ num í gjár endaði við eini heldur øðrvísi atkvøðu­ greiðslu, sum tók støði í páhaldinum um, at ljósa­ reyði liturin er óseriøsur. Síðan byrjan hevur skeiðs­ fyritøkan Synergi, ið hevur tveir kvinnuligar stjórar, nevniliga brúkt ljósareyða litin sum part av síni mynd úteftir. Sambært ráðgevum kann ljósareyði liturin verða orsøk til, at fyritøkan missir kundar, tí tað ljósareyða kann tykjast óseriøst. Hetta vildi Synergi fegin hoyra kvinnurnar siga sína hugsan um, og tær vóru stórt sæð ikki í iva. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni vísti, at heili 87 prosent av kvinn­ unum hildu, at fyritøkan skal halda fast í ljósareyða litin og tað kvinnuliga. 12 prosent hildu tó, at tær áttu at skift stíl, um tær vilja tjena meir pengar. - Kvinnur vilja fegnar vera stjórar. Tær tíma bara ikki at innrætta seg eftir gamla mannfólkamátanum at vera stjórar uppá, staðfesti stjórin á Samvit, Elin Heinesen, í práti við tíðindakvinnuna Elin W. Poulsen Fløkjan hjá Noru í "Eitt Dukkuheim" hevði fingið eina áhugaverda nýggja snaring í uppsetingini hjá næmingum í Studentaskúlanum í Hoydølum - Kvinnur eru ikki serliga sofiskeraðar, tá tær skulu imponera mannfólk - men tað skal jú heldur ikki so nógv til, var ein av niðurstøðunum hjá Katrini Petersen, sum hugleiddi um kynsleiklutir - Dett ikki í kærleiksfelluna, har tú í berum forelskilsi og blindum áliti gloymir at tryggja teg sjálva fíggjarliga, ávaraði Lisbeth Nebelong, sum í næstum gevur út bók um kvinnur og sunnan økonomi Søkti sín egna bát Ein maður í Alta í Norðurnoregi hevur fingið fimm mánaðar fongsulsrevsing fyri tryggingarsvik. Í rættinum varð hann dømdur fyri at hava siglt sín egna stuttleikabát á land við vilja og fyri at hava borað hol í botnin á bátinum, so hann sakk. Í skaðafráboðanina til tryggingarfelagið skrivaði maðurin, at báturin hevði slitið og var rikin á land og sokkin. Men løgreglan og tryggingarfelagið komu eftir, at alt ruggaði ikki rætt. Tí bleiv avgjørt at taka bátin upp, hóast hann lá á 50 favna dýpi, og tá sást, hví hann var farin til botns. Nú skal eigarin, sum er síðst í 30-árunum, fimm mánaðir í fongsul, skrivar NTB. Danir keypa líka nógv Hóast teir donsku fjølmiðlarnir og ikki minst politikararnir hava gjørt nógv burtur úr altjóða fíggjarkreppuni, er tað ikki líkt til, at hetta hevur ávirkað keypihugin hjá dønum. Tað skrivar Politiken. Stovnurin Omnicom Media Group kannar eina ferð um mánaðin atburðin hjá teimum donsku brúkarunum, og í teirri seinastu kanningini siga 44 prosent av teimum spurdu, at tey keypa á sama hátt, sum tey gjørdu, áðrenn tosið um kreppuna byrjaði. Bara 15 prosent siga, at tey rokna við at seta nýtsluna munandi niður, og at tey stúra fyri framtíðini. Í steðginum bjóðaði Kvinnufelagið øl, vatn og chips