mánadagur 9. mars 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 47 - 9. mars 2009
Hóast fólk vanliga
fara á Velbastað fyri
at gevast at drekka
øl, so er eitt bryggjarí
ávegis til Velbastaðar.
Thors havns Mælke
for syn ing og Margar
in fabrik hevur nevni
liga keypt høsnar
hús ið á Vel bastað,
um framt, bryggjaríið
hjá Brøckhouse, ið er
farið av knóranum.
So skjótt skuldi verið
klárt at kappast við
Føroya Bjór
ØL
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
- Vit ætla at taka kappingina
upp við Føroya Bjór og
hava ætlanir um at bryggja
einar 600.000 litrar av øli
um árið, staðfestir Høgni
Jen sen, sum er formaður í
Thors havns Mælke for syn-
ing og Margarinefabrik.
Fyri at kunna bryggja øl
á Velbastað skulu bæði høli
og útbúnaður til. Hetta er
nú klárt, tí Thorshavns
Mælke forsyning
og
Margarine fa brik
hevur
keypt øll partabrøvini í
høsnar húsi num á Velbastað,
sum teir upprunaliga áttu
ein fjórðing av. Fyri kortum
keypti
fyritøkan
eisini
út búnaðin hjá Brøckhouse,
ið hevur hildið til í Hillerød,
og hevði størsta mikro-
bryggj arí í danska konga-
ríki num. Fyri tíð síðan fór
bryggjaríið av knóranum,
og nú hevur TMM keypt
út búnaðin, ið er størri enn
bryggjar í ið TMM upp runa-
liga ætlaði sær.
- Vit hava keypt eitt kom-
plett bryggjarí, sum er eitt
sind ur størri enn vit upp-
runa liga
ætlaðu,
greiðir
Høg ni Jensen frá. Hann
legg ur afturat, at teir ætla at
brygg ja øll sløg av øli í
høsnar húsinum.
Nógv sløg
- Vit ætla at bryggja øll tey
van ligu sløgini av øli.
Pilsn ar, gull og classic. Vit
ætla at taka kappingina upp
við Føroya Bjór á heima-
mark naðinum, men vit ætla
eisi ni at flyta út, greiðir
Høgni Jen sen frá. Hann
leggur aftur at, at teir fara at
gera ser øl, ið skal goymast
í rætti liga langa tíð, og hetta
verð ur upp til 5,8 prosent
alko hol volumen.
Á sama hátt sum Føroya
Bjór ynskja teir eisini at
brygg ja sterkt øl, um hetta
verð ur ein møguleiki, men
Høgni Jensen staðfestir, at
hetta ikki er nøkur konkret
ætlan enn.
- Vit fáa at síggja, hvat
politikararnir finna uppá,
og so taka vit tað harfrá,
sigur hann.
Gott vatn
Fyrstu royndirnar við øli
eru longu gjørdar, og Høgni
Jen sen er sera væl nøgdur
við úrslitið.
- Vit hava gjørt nakrar
roynd ir, og vatnið er sera
gott. Hinvegin skal ølið
lagrast nokk so leingi, so
vit vita ikki heilt, hvussu
tað verður, men vit hava
sera
góðar
vónir
við
vatninum, staðfestir Høgni
Jensen. So staðfestast kann,
at vatnið á Vel ba stað kann
nýtast til ann að enn at gera
kaffi við.
Hugsa um goymslur
Nýggj lóggáva er ávegis
um ølbrygging í Føroyum,
og ætlanir eru frammi um,
at bryggjaríini skulu selja
all ar sínar vørur gjøgnum
Rús drekka sølu
Landsins.
Før oy ar Bjór hevur greitt
frá, at hesum tekur bryggj-
ar í ið ikki undir við, og
TMM er av umleið somu
á skoð an.
- Vit hava ikki gjørt íløgur
í goymslur, so tað rakar ikki
okkum so hart, men sleppa
vit at selja frá goymslum,
so fara vit sjálvandi at gera
tað, tí tað gevur meiri pen-
ing, staðfestir stjórin.
Onki navn
Hóast fyrsta ølið skal vera
klárt á marknaðinum í ár,
so hevur nýggja bryggjaríið
ikki nakað navn enn.
- Vit
eita
framvegis
TMM, og tað verður ikki
enn, at vit fara at byrja at
selja øl. Vit megna ikki, at
vera klárir á ólavsøku, men
tað verður í ár, at fyrsta ølið
kem ur, staðfestir Høgni
Jen sen. Hann leggur afturat,
at
nakrar
umbyggingar
mu gu gerast á høsnarhúsið,
og hetta seinkar ætlanunum
eitt sindur.
Góðar vónir
Høgni Jensen greiðir frá, at
teir hava góðar vónir fyri
ølinum hjá sær. Spurdur um
teir ikki eru bangnir fyri
somu lagnu sum Restorff
bryggj arí, ið hevur ligið
stilt í nógv ár, so er hann
ikki í iva, at teir hava betri
fyritreytir.
- Uttan at koma inn á,
hvat var galið hjá Restorff,
so kann eg staðfesta, at vit
hava nógv betri útbúnað og
møgu leikar, enn hvat teir
høv du,
sigur
stjórin
í
TMM.
Ávirkar ikki
Heilbrigdi
Høgni Jensen leggur stóran
dent á, at virksemið hjá teim-
um ikki skal blandast saman
við Heilbrigdi, har fólk fara
at leggja av at drekka.
- Teir eru niðri í bygdini,
og vit eru langt uttanfyri, so
eg dugi ikki at síggja, hvussu
hesi tingini á nakran hátt
kunnu blandast saman. Eg
rokni ikki við, at bryggjaríið
hjá okkum er nøkur freisting
fyri fólkini niðri í bygdini,
staðfestir stjórin.
Heldur Grønland enn Ísland
Grønland er betur umtókt sum ferðavinnuland enn Ísland, hóast
fellandi virðið á íslendsku krónuni hevur gjørt, at tað er vorðið
rættiliga bíligt at ferðast í Íslandi. Tað sæst í einari kanning, sum
ferðavinnutíðarritið Take Off hevur latið gera. Har siga 65,8
prosent av teimum 1.155 spurdu, at tey ætla sær ella kundu
hugsað sær at vitja Grønland. 28 prosent hava ongar ætlanir um
tað. Hinvegin siga 32,2 prosent, at tey ætla sær ella kundu
hugsað sær at vitja Ísland. Her siga 51 prosent nei. Tey, sum
hava hug at vitja Grønland, siga seg serliga hava hug til eina
rundferð har ella at vitja innlandsísin við Ilulissat.
Vilja ikki geva bók út
Tað gongst illa hjá bretska rithøvundinum Eammon Butler at fáa
nakran at geva út eina bók, sum hann hevur skrivað um bretskan
politikk. Higartil hevur hann tosað við tvey forløg, men bæði
søgdu nei eftir at hava lisið handritið, sigur BBC. Eammon
Butler heldur lítið um ta poitisku stýringina í Bretlandi tey
seinnu árini. Eitt nú hevur hann roknað út, at skuldin hjá tí
almenna svarar til 175.000 pund fyri hvørt húsarhald. Hann
skrivar eisini, at Brtland er tað ringasta eftirlitssamfelagið í
heiminum og vísir á, at ein fjórðingur av øllum
eftirlitsmyndatólum í heiminum eru í Bretlandi.
TMM hevur keypt allan útbúnaðin hjá Brøckhouse bryggjaríið, ið fór av knóranum fyri kortum
Skulu kappast
við Føroya Bjór
Høgni Jensen er stjóri í
Thors havns Mælkeforsyning
og Margarinfarbrik, sum
hevur keypt høsnarhúsið á
Velbastað, ið skal nýtast til
bryggjarí
Mynd: Jens Kristian Vang