Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 47 - 9. mars 2009 Mál sum tað við Topaz, Orion og nú eisini Atlantic, sum hevur ligið tríggjar mánaðir í Danmark, uttan at manningin hevur fingið løn, skaða føroyska sjóvinnu. Tað sigur formaðurin í Maskin­ meistara felagnum Páll Hansen, sum varð afturvaldur í tvey ár á aðalfundi felagsins leygardagin MaskinMeistara­ felagið Leif Láadal Roynt verður í hesum døg­ um at selja Føroysku Skipa­ skrásetingina uttanfyri land oddarnar. Meiningin er at fáa so nógv útlendsk skip sum gjørligt at hava heim­ stað í Føroyum. Tankin við hesum arbeiði er góður, men so leingi føroyingar sjálv ir ikki duga at arbeiða eftir reglunum, verður tor­ ført – fyri ikki at siga ógjør­ ligt – at skapa virðing rund­ anum FAS­skipanina. Somikið bersøgin var for maðurin í Maskin meist­ arafelagnum, Páll Hansen, tá hann í formansfrágreiðing síni á aðalfundinum hjá felagnum, leygardagin, tók samanum fakfelagsárið, ið er runnið. – Eg kenni ikki so nógv til málið um Atlantic, sum er skrásettur í Føroyum, men sum eg skilji á lagnum, so liggur skipið, og menn­ inir hava ikki fingið løn í tríggjar mánaðir. Málini um Topaz og Orion kenna vit øll, og tað eru júst sovorðin mál, sum ikki mugu koma fyri, um FAS skal hava nakr an kjans at gera seg gald andi sum alternativ til útlendskar skipaskráset ing­ ar, sigur Páll Hansen, og legg ur afturat, at tað sjálv­ sagt ikki bara er í mun til skipaskrásetingar, at virði­ ligt viðurskifti mugu galda í sjóvinnuni: – Tað má sum heild vera skil á, um fólk skulu hava virðing fyri sjóvinnuni, sigur hann. Røra ikki Topaz Maskinmeistarafelagið hev ur verið aktivt í ávísum málum, tá limir felagsins ella útlendskir maskin­ meist arar ella maskinistar eru komnir illa fyri, men tað er ikki altíð, at felagið fer upp í leikin. Viðvíkjandi feskasta málinum – tað um Topaz, sum liggur og gnadd ar gummi í Las Palm­ as við manning, sum ikki fær hýru – hevur felagið valt at ikki at fara upp í málið. Í hvussu so er ikki enn. – Vit hava ráðført okkum við bæði advokat og onnur norðurlendsk maskin meist­ arafeløg, og tey ráða okkum øll til at halda okkum vekk frá málinum, sum tað sær út nú, sigur Páll Hansen. Í Orion­málinum fór fe ­ lag ið upp í málið, sjálvt um talan var um ein útlendskan maskinmann. Tað var nevni liga ein føroyskur reið ari, sum skyldaði mann­ inum løn, og tá slíkt hendir, kann felagið fara upp í leikin, um tað heldur tað er ráðiligt, og fer eisini at gera tað í framtíðini, sigur Páll Hansen. Ikki so góð sum DIS Men eitt er virðing fyri ein­ ari føroyskari sjóvinnu, eitt annað eru pengar. Tað er nevni liga so, at FAS­skip­ anin sum er, ikki er líka góð rent fíggjarliga, sum danska DIS­skipanin, tá inntøk­ urnar fara niðurum 35.000 krónur um mánaðin. Í sambandi við eina lóg­ ar broyting sum kom í gildi við ársbyrjan í ár fyri FAS, har sjómenn skulu gjalda 35 prosent í skatti og reiða­ ríið fáa eina afturbering uppá 35 prosent, gjørdi Maskinmeistarafelagið eina útrokning í mun til DIS­ skipanina. Tað vísir seg, at lønir lægri enn 35.000 kr. um mán aðin fáa hægri skatt enn áður. Hetta er ein trupul leiki, sum kann minka um áhugan fyri FAS, sigur nevndin, tí sum tað kom fram á aðalfundinum, so er politiskur vilji fyri at styrkja um føroyska sjóvinnu, sum skal kunnu umsita fyri tvær milliardir krónur í 2015 (í 2006­krónum). Tað var í hvussu so er tað, sum eitt av 2015 álitunum legði upp til. So er bara spurningurin, hvussu nógv afturat nevnd­ ini í Maskin meistara felag­ num minnast 2015 ætlanina hjá fyrrverandi landsstýr­ inum. Fyrrverandi for­ maðurin Jógvan Nybo bjóðaði Páll Hansen av sum formann í Maskin meistara­ felagnum (MF), men hann var ov stuttur aðalfundur Leif Láadal Tá atkvøðurnar vóru upp­ taldar, fekk sitandi for mað­ urin Páll Hansen tríggjar ferðir so nógvar atkvøður sum avbjóðarin, Jógvan Nybo. Tveir av fýra nevndar­ limum stóðu annars fyri vali á aðalfundinum. Annar teirra, næstformaðurin Reg­ in Olsen, varð afturvaldur, meðan Ólavur Gunnarsson varð nývaldur í nevndina. Nevndarlimirnir Petur Eg ­ holm og Jóan Petur Paturs­ son stóðu ikki fyri vali í ár. John Højsted er nývaldur tiltakslimur, meðan Eirikur Gunnarsson varð aftur vald­ ur. Sjálvt um nógv evni, ið hava við maskinmeistarar og maskinistar at gera, hava verið frammi seinasta árið, so hildu fleiri limir, at felagið átti at gjørt nógv meira vart við seg. Sum dømi var nevnt málið um skerjingarnar á Vinnu há­ skúlanum, har meiningin hjá Maskinmeistara felag­ num ikki kom nóg greitt til sjóndar. Og hetta var júst ein av grundgevingunum hjá Páll Hansen yvirfyri aðalfund­ inum fyri at velja seg aftur. Hann bar fram, at felagið hevur arbeitt, og fram hald­ andi fer at arbeiða fyri ein­ um sjónligari felag. Krevja eina virði liga føroyska sjóvinnu Fyrrverandi formaðurin bjóðaði av Jógvan Nybo, fyrrv. formaður, varð ov stuttur, tá hann royndi at koppa Páll Hasen sum formanni í MF Mynd: Leif Láadal Mál, sum Maskinmeistarafelagið raðfestir: • Mótmæla skerjingum á Vinnuháskúlanum. • 15 prosent í eftirløn í 2018. • Uppgradering av maskinmeistara til bachelor. • Broytingar í FAS-skipanini. • Virðing fyri føroyskari sjóvinnu. • Samanlegging við motorpassarunum. FAKTA – Tað má sum heild vera skil á, um fólk skulu hava virðing fyri sjóvinnuni, sigur afturvaldi formaðurin í Maskinmeistara­ felagnum, Páll Hansen og sipar til mál, sum Topaz og Orion Mynd: Leif Láadal Leggja trýst á Jóhonnu Í Íslandi er Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, undir stórum trýsti frá fólki, sum vilja hava hana at stilla upp til formansvalið í Samfylkingini, eftir at verandi formaður, Ingibjørg Sólrún Gísladóttir, rættiliga óvæntað hevur kunngjørt, at hon gevst í politikki. Tað eru bara átta dagar, síðani hon boðaði frá, at hon fór at stilla upp aftur til Altingið og formansvalið í flokkinum. Seinasta vikuskiftið hótti fyrrverandi javnaðarformaðurin Jón Baldvin Hannibalsson við at stilla upp til formansvalið, um verandi formaður ikki legði frá sær. Tað ger hon nú, og Jón Baldvin vil nú hava Jóhonnu Sigurðardóttir at taka við. Norðurkorea hóttir við kríggi Norðurkoreanska stýrið segði í morgun, at verður roynt at forða landsins ætlaðu rakettroynd, kann tað elva til kríggj. Hóttanin bleiv lisin upp í sjónvarpinum í morgun. Eygleiðarar vísa á, at hóttanin kemur beint undan einari stórari hernaðarvenjing, sum Suðurkorea og USA hava í felag, og sum Norðurkorea hevur mótmælt. Norðurkora hevur boðað frá, at landið fyrireikar seg til at royna ein fylgisvein, sum skal hava friðarlig endamál. Men fleiri onnur lond halda, at fylgisveinurin er eitt álpsvápn, skrivar Reuters.