mánadagur 9. mars 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 47 - 9. mars 2009
Tingingar men ikki limaskap
Flestu íslendingar taka nú undir við, at stjórnin tekur upp samráðingar
við ES um limaskap, men framvegis eru fleiri ímóti limaskapi enn fyri. Í
einari nýggjari kanning, sum Gallup hevur gjørt, siga næstan 65 prosent
av teimum spurdu, at stjórnin eigur at tingast við ES um limaskap. Bara
28 prosent siga nei. Men kanningin vísir eisini, at 45,5 prosent eru ímóti,
at Ísland fer upp í ES, meðan 39,8 prosent siga ja. 14,8 prosent vita ikki.
Kanningin hjá Gallup varð gjørd í februar, og 1.350 fólk vórðu spurd,
skrivar blaðið Vísir.
Vatntrot í heiminum 2025
Altjóða náttúruverndarfelagsskapurin The International
Union for Conservation of Nature vil vera við, at í 2025
fara tveir triðingar av heimsins íbúgvum at hava
trupulleikar av vatntroti. Felagsskapurin kemur við tí
dapra spádóminum stutt undan ráðstevnuni World Water
Forum, sum verður í Istanbul í Turkalandi síðst í hesum
mánaðinum. Ráðstevnan fer millum annað at viðgera evni
sum veksandi hitan á jørðini og ymsar avleiðingar av tí.
Roknað verður við, at meiri enn 20.000 fólk fara til
Istanbul í sambandi við ráðstevnuna, skrivar Reuters.
Næsta bókin verður
skrivað í Føroyum,
meðan sjeikurin fer
at fiska. Hesa avgerð
tóku Pernille Aalund
og sjeikur hennara
Søren Stissing,
sum fullu pladask
fyri Føroyum um
vikuskiftið
Undirhald
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Kæra oyggjaland okkara
spenti seg út og gjørdi alt
fyri at imponera keypmanna
havnarkvinnuna
Pernille
Aalund, sum kom til Før
oyar við sjeikinum fríggja
morgunin. Og aftan á tveir
dagar vóru tey fullkomiliga
seld.
Hesar báðar dagarnar vit
hava koyrt runt í landinum,
hava vit upplivað allar fýra
árstíðirnar, líka frá sól og
kavarok, til oysandi regn.
Ongin ivi er um, at hetta er
tað nærmasta ein kemur
himmiríki: Fert tú upp á tá,
ert tú oman fyri skýggini, og
fert tú niður á knæ, so ert tú
niðri á jørðini aftur, segði
ein vælhýrd Pernille Aalund,
á Hvonn leygarkvøldið. Har
vóru so nógv fólk á báðum
hæddunum, at onkur helst
hevur brúkt sunnudagin til
at rætta uppstopparnøsina út
aftur.
Pernille
Aalund,
sum
hevur sína dagligu gongd í
danska miðlaheiminum, er
ein kvinna við nógvum jørn
um í eldinum. Hóast hon
ongantíð fekk nakra útbúgv
ing, hevur hon megnað at
arbeitt seg upp til at vera
blaðstjóri fyri 12 ymisk
tíðarrit hjá Allersamtakin
um, umframt at hon bæði er
sjónvarpsvertur, íverksetari
og rithøvundur. Og nú vil
hon búgva í Føroyum fyrst
í eina mánað í summar, og
seinni í eitt longri tíðar
skeið.
Leitar eftir skrivifriði
Tað er júst hetta við skrivarí
inum, sum fær Pernille
Aalund at leingjast eftir
einum friðarligum og inspir
erandi staði, har hon og
familjan kunnu liva og
virka, meðan hon skrivar
bókina, sum skal eita: Til
min datter.
Vit koyrdu avstað úr
Havn í morgun. Eini fimm
kortér norðureftir, til eina
lítla bygd, sum eg ikki dugi
at úttala. Tá vit komu fram
og fóru úr bilinum, stóð alt
í einum. Meðan regnið písk
aði niður og alt fór út av
lagi; hár, klæði og mascara,
kendi eg knappliga full
komiliga eydnu. At eg var
mitt í lívinum. At náttúran
var so stórsligin, og eydnan
beint her, segði Pernille
Aalund, sum tók eina stóra
avgerð:
Her
vildi
hon
búgva!
Ein mánað í summar
Men í fyrsta umfari verður
tað bert í ein mánað í summ
ar, saman við sjeikinum og
børnunum; einari 8 ára
gamlari dóttur og vaksnu
synunum við damum.
Eg havi longu fingið
eina ørgrynnu av visitkort
um, áheitanum og mailum
frá føroyskum kvinnum,
sum bjóða mær bústað og
hjálp til tað praktiska, sigur
Pernille Aalund.
Tað er líka nógv Søren,
sum er púra forelskaður í
landinum. Hann er upp
vaksin við fiskiskapi og
aling, og kundi hugsað sær
at fingið kjans við einum
føroyskum báti. Og tað
passar perfekt saman við
mínum ætlanum um at
skriva bókina í Føroyum. Tí
vil eg gjarna finna eitt lítið
og friðarligt stað, har dóttur
in eisini kann ganga í skúla,
sigur Pernille Aalund, sum
nú er niðri í Danmark aftur.
Alt gjárkvøldið sótu hon og
sjeikurin og leitaðu eftir
upplýsingum um Føroyar á
netinum.
Bók til ungar kvinnur
Í práti við Sosialin aftan á
fyrilesturin um sonevnda
Wauwkensluna á Hvonn,
forkláraði Pernille Aalund,
at nýggja bókin skal vera
eitt slag av uppslagsverki
fyri ungar kvinnur, sum
ofta hava ilt við at finna
fótafesti í tilveruni.
Tað er ikki lætt at vera
ung kvinna í einum heimi,
har tilboðini, avbjóðingarnar
og krøvini eru skrúvaði upp
til eitt støði, har tú lættliga
missir teg sjálva burtur. Tí
vil eg skriva eina bók við
góðum ráðum til ungu
kvinnurnar, har tær kunnu
læra at brúka nøkur av
amboðunum, sum eg eisini
brúki sjálv, sigur Pernille
Aalund.
Boðskapurin hjá Pernilla
Aalund snýr seg í stóran
mun um, at tú skalt fokusera
upp á tað positiva og ikki
samla upp á niðurløg, kom
pleksir ella geva øðrum
skyldina, tá alt ikki fløskar
seg, sum tú ætlaði tær. At tú
skalt trúgva upp á teg sjálva,
at tú ert klók og lekkur, og
skalt seta tær nøkur mál,
sum tú skalt royna at gera
til veruleika. Amboðini eru
løtt at læra og ítøkilig. Mill
um annað, at hava eina
”Reyða bók” har tú skrivar,
hvørji mál tú vilt røkka og
hvussu, og nøvnini á fólk
um, sum tú møtir á lívsleið
ini, sum tú kanska fært brúk
fyri ein dag. Eitt annað ráð
var, at tú skalt vera opin
mótvegis nýggjum fólkum
og avbjóðingum, sum stinga
seg upp.
Og tað kann man róliga
siga, at Pernille Aalund sjálv
er, tá hon, í einum grovum
æli eini fimm kortér úr
Havnini, tekur avgerð um,
at her vil hon búgva!
Pernille Aalund
flytir til Føroya
við børnum
og gørnum
Pernille Aalund heldur, at Føroyar eru nakað av tí nærmasta ein kann koma himmiríki. So her
vil hon búgva. Fyrst í ein mánað í summar og seinni í eitt longri tíðarskeið!