mánadagur 9. mars 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 47 - 9. mars 2009
Tað var ikki, fyrr enn
fólk fóru at heita
á Bjørn Patursson
um at søkja starvið
sum búnaðarstjóri,
at hann setti seg
niður at skriva sína
umsókn. - Fólk vístu
mær á, at millum
reglurnar í lýsingini
stóð, at royndir innan
landbúnað eisini
kundu viga upp ímóti
einari akademiskari
útbúgving, sigur
Bjørn Patursson,
nýggjur búnaðarstjóri
í Føroyum
Landbúnaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hin 1. februar í ár tók Bjørn
Patursson við sum nýggjur
stjóri á samanlagda stovn
inum Frammi í Dali í
Kollafirði. Nýggi stovnurin
er ein samanlegging av
fyrrverandi Búnaðarstovuni
og Royndarstøðini.
Stjóri á Búnaðarstovuni
hevur verið Ari Johanneson,
sum er farin í annað starv,
og stjóri á Royndarstøðini
heilt síðan 1985 hevur verið
Peder T.
Haahr.
Peder
verður knýttur at stovninum,
til hann í summar fer frá
vegna aldur.
Í sambandi við stjóraskifti
á
Búnaðarstovuni,
varð
skipað
fyri
móttøku
á
stovninum fríggjadagin, og
her nýttu eini 160 fólk høvi
at hitta nýggja stjóran og
hansara starvsfólk.
Við móttøkuna var ymiskt
gott at eta, og har var eisini
okkurt leskandi, sum van
ligt er til slíkar móttøkur.
Heilsanir vórðu bornar
fram og millum tey, sum
søgdu nøkur orð, vóru eitt
nú fráfarni stjórin, Ari
Jóhanneson
og
nýggi
stjórin, Bjørn Patursson.
Ovfarin stjóri
Nýggi búnaðarstjórin hevur
á ymiskan hátt starvast
innan føroyskan landbúnað
síðan 1984. Hann er best
kendur sum formaður í
Bóndafelagnum
gjøgnum
mong ár, eins og hann hevur
verið festari í Koltri seinastu
15 árini.
Bjørn Patursson sigur, at
hann er sera væl nøgdur við
móttøkuna, og at hann var
ovfarin av, at so mong nýttu
høvi til at støkka inn á
gólvið.
Eg eri sera spentur upp
á hesa uppgávu, sum eg
slett ikki væntaði fór at
fella mær í lut.
Nýggi
búnaðarstjórin
sigur, at hann als ikki hevði
væntað at fingið stjóra
starvið á Búnaðarstovuni, tí
hann hevur onga akadem
iska útbúgving.
Eg søkti heldur ikki
starvið fyrr enn í síðstu
løtu. Tað var ikki, fyrr enn
fólk fóru at heita á meg um
at søkja, at eg setti meg
niður at skriva mína um
sókn. Fólk vístu mær á, at
millum reglurnar í lýsingini
kundi lesast, at royndir
innan
landbúnað
eisini
kundu viga upp ímóti einari
akademiskari útbúgving.
Spurdur,
hvønn
skúla
hann annars hevur at vísa á,
sum kann hava havt sín
týdning fyri starvssetanina,
sigur Bjørn, at hann hevur
handilsskúlaprógv, umframt
at hann hevur prógv í eitt
nú grannskoðan á merko
nomstøði.
Fleiri samrøður
Starvið sum búnaðarstjóri
er eitt alment starv, sum
liggur undir aðalstjóranum
í Fiskimálaráðnum, Rógva
Reinert
við
landsstýris
manninum í fiskivinnu
málum, Jacobi Vestergaard
sum ovasta myndugleika.
Eg væntaði heilt vist, at
onkur við akademikaraút
búgving fór at fáa nýggja
stjórastarvið, men tá sam
anum kom, fall starvið mær
í lut, og tað eri eg sera fegin
um og kenni sum stórt álit,
sigur Bjørn, sum vísir á, at
- Eg væntaði
mær slett ikki
stjórastarvið
Malan Patursson, nýggjur festari í Koltri, saman
við manni sínum, Peturi á Dul Patursson og Lykku
Patursson, konu Bjørn Patursson
Mynd: Jens Kr. Vang
Bankar umrøða eftirlit
Leiðararnir í teimum størstu bankunum í Japan, Evropa og
USA hittast í næstum í London, har teir sambært tíðindastov
uni AFP skulu tosa um eftirlitið við altjóða fíggjarkervinum.
Roknað verður við, at fundurin verður tann 24. mars, og tað er
væl hugsandi, tí júst tá hava fíggjarmálaráðharrarnir úr 20
londum fund í London. Millum bankarnar, sum fara at senda
umboð á fundin, eru JPMorgan, HCBS, og japanar hava boðað
frá, at ovasta leiðslan í Mitsubishi UFJ Financial Group kemur
til London. Bankafundurin og ráðharrafundurin eru fyrireiking
til ríkis og stjórnarleiðarafundin, sum verður 2. apríl.
Kravdu sjálvræði til Katalonia
Tað ber ikki t til at forða frælsinum. Ísland 1944, Litava 1990,
Montenegro 2006, Kosovo 2008, Katalonia 201?" stóð á einum
skelti, sum fólk bóru, tá tey gingu kravgongu í Bruxelles leygardagin
við kravi um sjálvræði til spanska landspartin Katalonia. Belgisku
myndugleikarnir halda, at næstan 3.000 fólk vóru í kravgonguni.
Fleiri teirra vóru komin úr Katalonia, men har vóru eisini fólk úr
øðrum økjum, sum vilja hava størri sjálvræði so sum Baskaralandið,
Korsika og Skotland. Katalonski frælsisflokkurin krevur, at
landsparturin fær sjálvstýri við Barcelona sum høvuðsstaði.