Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 47 - 9. mars 2009 hann trúði ikki, at hann fór at fáa hetta starv, fyrr enn hann fekk tað váttað, sum hann tekur til. Sum skilst, vóru fleiri um­ søkjarar til starvið sum bún­ aðarstjóri, men Bjørn veit ikki hvussu nógv søktu, og hann veit heldur ikki hvør søkti. Fiskimálaráðið setti ein professionellan starvsset­ anarbólk við eitt nú um­ boðum fyri Búnaðarstovuna og Royndarstøðina, sum tók sær av tilgongdini. ­ Eg havi skilt, at tríggir umsøkjarar vóru til sam­ røður við bólkin, sum at enda peikaði á ein persón, sum tey mæltu landsstýris­ manninum at seta í starvið. Bjørn Patursson endur­ tekur, at hann bæði er ov­ farin og erri av, at stjóra­ starvið á Búnaðarstovuni fall sær í lut. ­ Eg fari undir hesa uppgávu við góðum treysti, sigur nýggi búnaðarstjórin í samrøðu eftir móttøkuna fyri honum og hansara starvsfólkum á stovninum seinasta fríggjadag. Nýggir festarar Stjórin á Búnaðarstovuni kann ikki hava annað starv, og av hesi orsøk segði Bjørn formanssessin í Bónda­ felagnum frá sær í desember 2008. Somuleiðis fór hann frá sum festari í Koltri 31. januar 2009. Nýggju festarahjúnini í Koltri eru dóttir Bjørn og Lykku, Malan Patursson og maður hennara, Petur á Dul Patursson. Búnaðarstovan liggur undir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, sum her heilsar upp á nýggja búnaðarstjóran, Bjørn Patursson Mynd: Jens Kr. Vang Bjørn Patursson, nýggjur búnaðarstjóri á samanlagda stovninum Frammi í Dali í Kollafirði og Ari Johanneson, fyrrverandi stjóri, sum nú er farin í annað starv Mynd: Jens Kr. Vang Peder T. Haahr (t.h.) hevur síðan 1985 verið stjóri á Royndarstøðini, sum nú er løgd saman við Búnaðarstovuni. Peter verður knýttur at nýggja stovninum, til hann fer frá vegna aldur í summar Mynd: Jens Kr. Vang Vilja hava morgunlesturin aftur Leygardagin 7. mars 2009 hevði Felagið fyri kirkjuráðslimir, sum hevur 380 skrásettar limir, aðalfund. Kirkjuráðslimirnir eru fólkavaldir og umboða limirnar í Fólkakirkjuni. Eitt av evnunum, ið limirnir umrøddu á aðalfundinum, var avtøkan av endursendingini av morgunlestrinum kl. 9.50 í útvarpinum. Flestu kirkjuráðs­ limir hava tosað við lurtarar í øllum aldursbólkum, ið eru keddir av hesi avgerðini og undrast á framferð Kringvarpsins. Grundgevingarnar hjá Kringvarpinum verða hvørki hildnar at vera nóg góðar ella nóg væl undirbygdar. Aðalfundurin heldur tað ikki vera nøktandi, at morgunlesturin verður endursendur í sjónvarpinum, tí ikki øll hava møguleika at hyggja eftir sjónvarpi kl. 9.50. Aðalfundurin hjá Felagnum fyri kirkjuráðslimir heitir tí á Kringvarp Føroya aftur at endursenda morgunlesturin kl. 9.50 í útvarpinum, sigur Felagið fyri kirkjuráðslimir. Munandi færri lærlingar Teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár hava einans 28 hand­ verkslærlingar skrivað sáttmála. Sama tíðarskeið í fjør var talið 67. Fyrraárið var talið av lærligum 73 ársins fyrstu mánaðir. Á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum, www.yrkisdepilin.fo sæst yvirlit yvir lærlingatilgongd­ ina – helst eitt gott konjukturbarometur. Alt árið í fjør skrivaðu 315 lærligar undir sáttmála. Á Yrkisdeplinum siga tey, at um lærligatilgondin í fjør var tann sama, sum árini frammanundan, so hevði talið verið 350.