mánadagur 9. mars 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 47 - 9. mars 2009
15
Fríggjadagin var stuntdagur
í Norðskála-Oyrar skúla.
Danin Jørn Muhl, ið er
lærari og ofta undirvísir í
stuntum var á vitjan á
skúlanum, har børnini frá
fimta til tíggjunda flokk
sluppu at royna seg sum
stuntfólk.
Fólkini á skúlanum vóru
sera fegin um vitjanina,
sum loyvdi teimum at
uppliva nøkur øðrvísi og
áhugaverd ting, sum vóru
stuttlig.
Jørn Muhl greiddi frá, at
stunt er eitt fyribrigdi, sum
er eitt millumting millum
fimleik og sjónleik, har
mann sannførir onnur um
at hendingar fara farm, sum
ikki eru heilt veruligar.
Hetta
stendur
millum
annað á heimasíðuni hjá
skúlanum.
Lesarar á Kvinna.fo vóru
ikki í iva um, hvør skuldi
vera 8. mars kvinnan í
2009. Elin í Stórustovu lá
klárt á odda í atkvøðu-
greiðsluni.
Dómsnevndin
kom til sama úrslit. Elin í
Stóru stovu er tí 8. mars
kvinn an 2009.
Annleyg
Lamhauge,
blað stjóri á Kvinnu, handaði
Elini vøkru 8. mars háls-
smúkkuna, sum Niels L.
Arge hevur gjørt serliga til
8. mars kvinnuna.
- Eg eri bæði kløkk og
rørd, segði ein tíðiliga fegin
Elin í Stórustovu, tá Kvinna
kom á gátt at heiðra hana.
- Tá tú stingur nøsina
fram og ert nógv frammi í
fjøl miðlunum, so er skjótt
at fáa nøkur klams yvir
fingrarnar, og tað havi eg
eisini fingið. Tí vermir
hendan
viðu rk enningin
nógv, sigur Elin. Grund-
gevingar nar
hjá
dóms-
nevndini fyri at hava skotið
Elina í Stórustovu upp vóru
hesar:
»Elin er ein ung kvinna,
sum ikki fýrir fyri at taka
sera eym mál upp í almenna
rúminum. Elin er við til at
broyta
hugburðin
hjá
føroyingum um, hvat er
tabu og ikki. Hon fær ung
til at tosa um kropp og
seksualitet, og ger at ungar
kvinnur
gerast
meiri
seksuelt tilvitaðar og frí-
gjørdar.«
Dómsnevndin leggur í
kjósan ini afturat, at Elin
ger ein stóran mun í til-
vitan ini hjá unga ættar-
liðnum
av
gentum
og
kvinnum. Júst hetta arbeiðið
hevur so ómetaliga stóran
týdn ing
fyri
framtíðar
støðuna
hjá
føroysku
kvinnuni.
Í dómsnevndini sita: Urd
Johannesen, Tina K. Jakob-
sen, Turid Debes Hentze og
Annleyg
Lam-
hauge. Kvinna ynskir Elini
í Stórustovu hjartaliga til-
lukku við heiðrinum stendur
í tíðindaskrivi frá blaðnum.
Eisini
Portalurin
ynskir
starvs felaganum Elini til-
lukku.
undir Krákugjógv 19 · Tórshavn · tel 34 54 00 · fax 34 54 03
Okkum vantar bilar
Vegna øktan eftirspurning
uppá brúktar bilar í prísleguni
upp til Kr. 50.000,- vantar
okkum bilar frá Kr. 5.000,-
til 50.000,-
Vit hava góðar
og lítið brúktar
bilar at bjóða
tykkum ístaðin.
Úrvalið er stórt
og vit bjóða
góða fígging.
Støkk inn á gólvið og lat okkum fáa eitt bilprát.
Stuntmenn á
Oyrarbakka
Einfaldari uppstilling
og hægri tinggátt
Løgtingsvallógin
skal
broytast, og í gjár legði
Annika Olsen, lands stýris-
kvinna í lógarmálum upp-
skot fyri tingið.
Í uppskotinum verður
millum annað skotið upp:
At stytta freistina fyri at
út skriva løgtingsval úr 6 til
8 vikur niður í 3 til 5
vikur. At áseta eina fasta
ting gátt, soleiðis at flokkur
sum fær minni enn 4 % av
samlaða
atkvøðutalinum,
ikki fær umboð á tingi.
At gera uppstillingar-
manna gongdina einfaldari
so leiðis, at flokkar sum
hava umboð á tingi ella eru
góð kendir, ikki skulu hava
stillarar tá stillað verður
upp At áseta at uttan-
flokkalistar, fyri at stilla
upp, skulu hava undirskriftir
frá millum 400 og 450
veljarum.
At áseta at valkort skulu
nýtast,
umframt
aðrar
teknisk ar broytingar sum
eru
avleiddar
av
at
út skriving ar freistin verður
stytt.
Elin í Stórustovu er
8. mars kvinnan 2009
Styttri valstríð
Børnini í Norðskála-Oyrar skúla bæði slógust og sparkaðust fríggjadagin, tá tey royndu seg sum
stuntfólk