Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 47 - 9. mars 2009 Væntar Bill Justinussen, at starvsfólk, sum framman­ undan eru láglønt og í stóran mun hava trupul arbeiðskor, hava uppiborið at verða kritiserað fyri ikki at vilja arbeiða uttan løn? Eg varð ikki sørt skelkað av útsøgnum hjá Bill Justinussen fríggjadagin á Rás2, har hann úttalar seg um, hvussu uppgávur verða loystar á sosiala økinum í føroyska samfelagnum. Bill legði dent á, at tá vit tosa um, hvussu vit fíggj­ arliga skulu klára at loysa allar samfelagsuppgávur­ nar, herundir røktar­ og hjálparuppgávur, sum eitt hvørt vælferðarsamfelag eigur at raðfesta høgt, mugu vit tosa um sjálv­ bodna tænastu. Bill sigur beinleiðis, at manglandi hjartalag hjá føroyinginum er ein forð­ ing fyri, at vit fáa nøktað tørvin hjá teimum, sum hava tørv á hjálp, serliga á eldraøkinum og á sosiala økinum sum heild. Bill grundgevur fyri, at tað for galið, at hjálpin altíð er tengd at einari tíma­ løn, og at fólk ikki av rein­ um hjartalag veita sjálv­ bodna hjálp til eldri og óhjálpin. Tað er í fínasta lagi at veita sjálvbodna hjálp, Bill, og eg kenni ikki nógv samfeløg, sum veita sjálv­ bodna hjálp í so stóran mun, sum vit gera tað í Føroyum. 4.sektorurin er serstakur í Føroyska samfelagnum, og minnir í stóran mun um mátan, man loysir sosialar tænastur til tey útstoyttu í amerikanska samfelagnum. Her eru nøkir dømi um sjálvbodnar tænastur, sum eru virknar í 2009: Frelsunarherurin, sum veitir heimleysum mat og innivist og illa støddum hjálp av ymiskum slag. Kvinnuhúsið, sum hevur eitt toymi av sjálvbodnum vaktum, sum veitir telefon­ tænastu og bráðfeingis hjálp til kreppuraktar kvinnur. Umframt eitt fakligt toymi, sum veitir serkøna hjálp og vegleið­ ing til kvinnur, sum hava tørv á slíkari ráðgeving. Blákrossheimið veitir hjálp til alkoholmisbrúk­ arar og familjur teirra, og fíggjar ein part av hesum virksemi við endurnýtslu­ handlum og cafè. • AA ringarnir kring landið • Skótahjálpin • Hjálpin • Vitjunartænastan • Kris • Barnabæti og hjálpar­ linjan “eg & tú” • Sjómanskvinnuringarnir Eg kundi nevnt nógv fleiri, men óneyðugt er at nevna hvønn einstakan felags­ skap, tí tey, sum hava tørv á hesi hjálp vita um tey og eru meira enn takksom fyri ta sjálvbodnu hjálp, hesir felagsskapir veita. Trúgv mær, at tað virksemi, sum hesir bólkar veita, er nógv størri og meira umfatandi, enn nakar kann ímynda sær. Leif Erik frá Hjálpini hevur greitt frá hesum viðurskiftum, og er tað ræðandi at fáa innlit í, hvussu stórur tørvurin er. Eg haldi tað er hugstoytt at hoyra ein fólkavaldan politikkara siga, at tað er manglandi hjartalag sum ger, at føroyska samfelag­ ið ikki hevur ráð til at betra um tænastuna til eldri og óhjálpin. Tað er ein skylda hjá politisku skipanini at tryggja, at allir føroyingar hava góð livikor. Almenna økið er í dag kostnaðarmiklari enn nakrantíð, og tað fer alsamt at gerast kostnaðarmiklari, men eg nokti at taka at mær, at tað er tí at starvs­ fólk krevja løn fyri sítt arbeiði. Fyri tað fyrsta er sosiala økið í stóran mun sett við kvinnum, og merkir hetta, at lønarlagið er mundandi lægri enn øll onnur øki, har menn sita í flestu sessum. Fyri tað annað, so hava vit ein trupulleika av, at almenna økið verður rikið á ein alt ov tilvildarligan hátt, m.a. tí politikkarar ikki geva sær stundir til at seta seg inn í veruligu viðurskiftini á økinum. Eg hugsi um, nær fakfólk seinast hava verið boðin til fundar við politikkarar um, hvussu arbeiðið verður útint á ymisku økjunum. Eg leggi ikki upp til detail­ stýring á almenna økinum, men til, at ein natúrligur áhugi verður vístur okkum, sum dagliga arbeiða her. Uttan innlit í veruligu við­ urskiftini valdar manglandi virðing bæði frá politikk­ arum og frá borgarum. Fyri tað triðja er tað ógjørligt hjá starvsfólki á almenna økinum at varpa ljós á gerandisdagin og hvussu viðurskiftini veru­ liga eru, tí tagnarskyldan og víðkaða skyldan at verja borgaran eru fremstu krøv í okkara arbeiði. Góði Bill, kanska skuldi tú gingið á odda og víst veruligt hjartalag, tá tað kemur til ókeypis tænastur, sum fylga við tínum starvi sum tingmaður. Um tú og allir tingmenn við tær søgdu neit takk til teir frynsar og tær ókeypis tænastur, sum tit fáa, og sum eingin annar alment løntur fær í sínum arbeiðs­ lívi, hvssu var gerandis­ dagurin tá? Tit forvinna tykkum fulla pensjón eftir 8 árum í tingsessinum, har tit ikki hava møtiskyldu til ting­ fundir. Tað síggja vit ferð eftir ferð, at tingsalurin er tómur, tí onnur viðurskfti hava størri týdning enn tað at møta upp. Ein pedagogur, sum er tænastumaður, má arbeiða í 37 ár fyri at upptjena sær fulla pensjón. Nógv tey flestu í okkara samfelag í dag koma ong­ antíð at forvinna sær ein líkinda pensjón, tí politikk­ arar hava hildið fakfeløg­ um niðri, tá slíkir spurn­ ingar hava verið til samráðingar. Fakfeløgini hava stríðst fyri at fáa lønarlagið upp, so vanligar familjur kunnu keypa sær vørur og tænast­ ur í rímiligt mát. Tað verður ikki tikin hædd fyri, um stakir uppi­ haldarar hava líkinda kor. Børn hjá støkum uppihald­ arum verða skattað av barnapengum frá hinum foreldrinum. Hetta er ein minking av skattafrádrátt­ inum hjá børnum hjá støk­ um uppihaldarum, áljóð­ andi góðar 12.000 kr árliga. Rentustudningur til set­ húsakeyp verður nýttur sum ein sosialur ágóði fyri familjur, sum ikki hava annan møguleika fyri at útvega sær bústað. Oljuavgjald varð lagt á oljunýtsluna fyri at minka um hana, men ístaðin rak­ ar hetta láglønt og støk sum eitt eykagjald. Kringvarpsgaldið er tað sama fyri øll húsarhald, støk ella pør, høga ella lága inntøku. Møguliga órógvar tað lesaran, at eg knýti so nógv dømi at útsøgnunum hjá Bill Justinussen, men tey eru heilt natúrliga knýtt at hesum, tí tað hjartalagið, Bill eftirlýsir á sosiala øki­ num, skal veitast av teim­ um lægstløntu, harav fleiri eru stakir uppihaldarar, av teimum, sum ikki hava líkinda pensjónsavtalur, og av fólki sum als ongar frynsar ella kravleysar tænstur fáa í arbeiðs­ lívinum. Tað er tíð uppá at krevja, at tingfólk gevast við at leggja seg eftir at spilla alment lønt starvsfólk út og skýra tey at vera frá­ verandi og líkasæl. Eg heiti á allar politikkarar um at taka hesa mína grein í fullum álvara, tí tað letur seg snøgt sagt ikki gera at veita eina góða tænastu við manglandi regulering av sosiala økinum og vantandi virðing frá politikkarum. Manglandi hjartalag og vantandi virðing Maud Wang Hansen Við tí endamáli at fáa savn­ að, fest á blað og útgivið allan okkara forna mentan­ ararv á mannamunni bæði til orð og tónar, fáa bíbli­ una týdda til føriskt, fáa lagt støði til føriska sálma­ bók o.a. m. tóku menta­ menn í 1845 stig til at fáa stovnað eitt føriskt bók­ mentafelag. Hesari ætlan beindi danskur málpro­ fessari spottandi fyri, tí tær royndir, sum tá í eini hálvt­ hundrað ár høvdu verið gjørdar fram móti einari føriskari rættskriving, viku so nógv frá fornmálinum (“det ædle, oprindelige”), at tað als ikki kundi vera borðbært í bókmentaheimi. Hesin hugburður, at tað livandi málið, soleiðis sum tað gjøgnum øldir hevði ment og lagað seg til okk­ ara viðurskiftir, hevði skapt okkara kvæða­ og sagna­ heim og verið sálin í øllum munligum samskifti í arbeiðs­ og heimalívi ikki skuldi vera fullgott til egnan skrivligan búna, vann tá á skilvísi og verður enn lovprísaður av menta­ fólki her í landinum. Men samstundis sum flestu smábroytingar í stavseting av egnum máli enn leita aftureftir og burt­ ur frá tí natúrliga, hevur annað rák tikið seg upp, tá talan er um staving av eitt nú útlendskum landafrøði­ heitum, soleiðis sum tað fyrst og fremst kemur til sjóndar í føriska Heims­ atlasinum, ið kom út nøkur ár herfyri. Snotilig er bók­ in, kærkomin í okkara skúlaheimi og eisini gev­ andi í sínum innihaldi. Men soleiðis við ein brest eisini á hesum fakøki at loysa okkum úr danska málhaftinum hevur ikki verið nakar lættur setning­ ur, og hann er tí heldur ikki greiddur við ynskiligum víðskygni. Tað, sum nú setti meg við telduna, var, at í umtalu av tí harmiliga málinum við trolaranum Topaz, hevur heitið á gomlu gomlu sovjetrepublikkini Ukraina verið nógv frammi í fjølmiðlunum og tá í bløð­ unum skrivað og í sjónvarp­ inum framborið sambært stavsetingini Ukreina í Heimsatlasinum. Men hetta er jú púra burturvið. Í fyrsta lagi er at siga, at vit als ikki áttu at skrivað okkara ai­ljóð við e­i. Hetta tvíljóð er í skila­ loysi flutt inn í okkara rættskriving úr íslendskum, men verður har framborið fonetiskt svarandi til okk­ ara ey. Í navninum Ukraina er tó als ikki tala um nakað tvíljóð, men um ai í tveim­ um ljóðum. Landið eitur U­kra­´i­na við herðing á i­ ið. Hetta hoyrdu øll skill­ iga, tá ukra­inar eggjandi róptu á sínar landsmenn í fótbóltsdystinum móti okk­ ara monnum í fjør. Og kort­ ini helt og heldur okkara sjónvarp fram við sínum U´kreina, tí soleiðis stend­ ur tað jú í okkara føriska atlasi. Dimma og Sosial­ urin tykjast fylgja eftir; men útvarpið sýnir tó búnari hugburð. Hetta eina dømi er bert eitt av mongum, sum benda á, at Heimsatlasið eigur at verða endurskoðað við nýggjari útgávu fyri eyga. Landið eitur U-kra-i-na Ólavur Hátún Ford Escape Limited til sølu Ford Escape Limited við 3.0 V6 bensinmotori (200 hk). Skrásettur fyrstu ferð í juni 2007. Hevur einans koyrt 23.000 km. Bilurin er sera væl útgjørdur og hevur m.a. 4-hjólstrekk, aut. gear, leðursetur, fløguspælara til 6 fløgur, aircondition, el-rútar, el-spegl, el- førarasetur, fjarstýrt centrallás, orig. 16” alu-felgur, fartpilot, tokulyktir og takboylar. Bilurin er sum nýggjur bæði innan og uttan og verður seldur, um hóskandi boð fæst. Ring 211996 ella senda ein teldu­ post til kho@post.olivant.fo – 4-hjólstrektur luksusjeepur