Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 9. mars 2009 13 - Eitt bragd, at »Fólka- heilsu­ætlan føroyinga« ikki bleiv eitt sku­ffu­álit su­m so mangar politiskar ætlanir her á landi – men tvørtu­r- ímóti ein livandi ætlan, su­m myndu­gleikar, stovnar, arbeiðspláss, feløg og fólk dag og dagliga taka til sín Í atfinningarsamari blaðgrein við yvirskrivtini »Er fólka­ heilsa heilsa fyri fólkið?« heldur Brynhild Danielsen, at »Fólkaheilsuætlan føroyinga«, sum hon hevur givið sær stundir at studera, ikki er nóg góð. Serliga fýlist hon á, at sjálvt heilsuhugtakið ikki er útgreinað, at ætlanin bert er fyribyrgjandi og ikki heilsu­ fremjandi, at hon ikki fevnir um ella røkkur til allar borgarar í landinum, og at hon ikki fevnir um onnur aðalráð enn Heilsumálaráðið. Hóast hon er í so grenjandi, haldi eg kortini, at greinin hjá Brynhild eisini er lærurík til at menna bæði grundarlag og mál fyri fólkaheilsuarbeiðið. Heilsu­politikku­r fyrstu­ ferð orðaðu­r Men tá ið Brynhild fýlist á at onki er gjørt við at greina sjálvt heilsuhugtakið, so hugsi eg um, tá eg tók við sum landsstýris­ maður í 2004, og skuldi greiða nøkrum lesandi frá føroyskum heilsupolitikki. Tað var skelk­ andi at finna útav, at hóast vit brúktu útvið 700 mió. kr. um árið á heilsuøkinum, so fanst ikki eitt einasta orð nakrastaðni um, hvat okkara heilsupolitikk­ ur er, um málsetningar, rað­ festingar osv. Onki! Tí haldi eg tað var eitt bragd, at vit longu á vári 2006 høvdu orðað eina føroyska fólka­ heilsuætlan ­ ikki kopierað uttanífrá, men evnað til út frá okkara egnu fyritreytum – hóast hon ikki er so full­ fíggjað, sum Brynhild kundi ynskt sær. Haldi tað vera enn størri bragd, at »Fólkaheilsuætlan føroyinga« ikki bleiv eitt skuffuálit sum so mangar politiskar ætlanir her á landi – men tvørturímóti ein livandi og virkandi fólkaheilsuætlan, sum myndugleikar, stovnar, arbeiðspláss, feløg og fólk dag og dagliga taka til sín, og at hon javnt og samt verður framd í verki, kanska júst tí hon ikki er so akademisk og alfevnandi, men pragmatisk og avmarkar seg til tað týdningarmesta. Hvat er fólkaheilsu­politikku­r? Okkara fólkaheilsuætlan vísir til klassiska heilsuhugtakið hjá WHO: »Heilsa er ikki bert frávera av sjúku men eisini likamlig, sálarlig og sosial vælvera«. Sjálvandi eigur hetta at vera meira útgreinað, og har brúki eg sjálvur á almennum tiltøkum eina orðing frá svenska sjúkra­ røktarfrøðingafelagnum (»Strategi for sjukskoterskans halsoframjande arbete«, Stock­ holm 2008), ið meira vísir til tann aktiva heilsufremjandi táttin í heilsuhugtakinum: »Heilsa er eitt tilfeingi í dagliga lívinum – ikki eitt mál við lívinum, men ein miðil fyri einum góðum lívi« Har verða eisini aðaltættirnir í strevinum fyri fólkaheilsuni lýstir sum tveir lutir: »at fyri­ byrgja sjúku og at fremja heilsu. Hetta fevnir um skipaði, miðvís, heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi átøk fyri at fremja góða og javnlíka heilsu fyri alt fólkið«. Og júst hetta finna vit aftur sum yvirskipaður málsetningur í sjálvum fororðinum í føroysku fólkaheilsuætlanini, har vit hava skrivað: • »Við støði í hesum hevur landsstýrið tikið stig til at orðað ein fólkaheilsupolitikk, • sum miðar eftir at styrkja almennu heilsustøðuna hjá føroyingum, • sum eggjar til heilsugóða lívsførslu, • sum mennir heilsufremj­ andi viðurskifti, og • sum fyribyrgir sjúkuelvandi og heilsuskaðiligum viðurskift­ um sum heild í samfelagnum« Bæði fyribyrgjandi og heilsu­fremjandi... Jú, føroyska fólkaheilsuætlanin miðar bæði eftir sjúkufyribyrg­ ing og heilsufremjan. Tá vit løgdu alla orku longu í 2006 og 07 at fremja heilsuátøk í skúlun­ um, við at fáa vatnkølarar inn í hvønn einasta skúla í landinum og at seta skjøtil á fruktskipanir, samstundis sum hækkað avgjald varð lagt á sodavatn, chips, tubbakk og sukurlystimeti, var tað samstundis eitt átak fyri at seta heilsugóðan kost á politisku dagsskránna og at leggja spírar til eina broyting móti meira heilsufremjandi hugburði, bæði millum børn og foreldur. Tí er tað burturvið tá Brynhild sigur, at føroyska fólkaheilsu­ ætlanin ikki er heilsufremjandi. Og hvat við fólkaheilsurenning­ unum? Er tað ikki heilsufremj­ andi átøk, at skapa eina avgjørda broyting í fólkinum fyri tí at røra seg, ganga ella renna, spæla ella venja so sum einum lystir? Eg tori at at pástanda, at eitt so simpult og einfalt átak sum árligu fólkaheilsurenningarnar, sum vit fóru undir í 2004, og sum síðani hava verið ein kjempisuccés, eru meira heilsu­ fremjandi enn nakað annað, heilsuverkið kann vísa á tey nógvu seinni árini! Ikki akkurát tí at fólk eru farin at ganga, renna ella venja meir enn áður, men tí at hugburður og ábyrgd um egna heilsu er grundleggj­ andi broytt í okkara samfelag, og politiski myndugleikin eisini er eggjaður til at taka sín part upp á seg. Eitt dømi um hetta síðsta er lógin um at gera almenna rúmið í Føroyum roykifrítt frá Ólavsøku 2009. Hvør vildi trúð tí, bara fyri einum ella tveimum árum síðani, at tað yvirhøvur skuldi bera til! Fólkaheilsu­hu­gsjónin – felags fyri aðalráð og bindiklu­bbar! Brynhild gremur seg um, at fólkaheilsuarbeiðið bara sær út til at vera ein einsamøll upp­ gáva fyri Heilsumálaráðið. Men her fylgir hon illa við – og hev­ ur ikki fangað sjálvan hjarta­ boðskapin í fólkaheilsuætlanini. Tí onki er undirstrikað greiðari, enn at uppgávan er ein felags uppgáva millum nógvar partar, almennar og privatar, og at bert í einum felags strevi kunnu vit vinna á mál. Sum skrivað stendur – sum okkara Credo fyri fólkaheilsustrevinum: »Fólkaheilsuætlanin skal ger­ ast ítøkilig og livandi, ikki bara av heilsuverkinum, men av øll­ um landsmyndugleikum, stovn­ um, kommunum, dagtilhaldum, skúlum, arbeiðsplássum, frítíð­ arfeløgum, ítróttarfeløgum, pen­ sjonistafeløgum, ungmanna­ feløgum, skótum, gongufeløg­ um, kirkjum, samkomum, ølklubbum, bindiklubbum... Heilsuáhugin tekur seg fram, allastaðni spretta og taka heilsu­ átøk seg upp millum fólk. Tað er hendan rørslan, sum verður motorurin í fólkaheilsuætlanini frameftir. Tí skal hon eydnast, skal hon verða fólksins ætlan, heldur enn ein strangur fremsti­ fingur.« Soleiðis skrivaðu vit í 2006, og tað er við stórari gleði at síggja, hvussu júst hetta hevur verið gongdin: at vit, sum al­ mennur heilsumyndugleiki, ikki eingong klára at fylgja við í øllum teim nógvu átøkum sum felagsskapir, kommunur og einstaklingar hava tikið stig til. Lið u­m lið á almennu­ rørslu­ráðstevnu­ni 11. mars Nú ónsdagin 11. mars skipa vit fyri almennari ráðstevnu í Norð­ urlandahúsinum, har vit skjóta rørsluárið ígongd – hóast nógv­ ir partar langt síðani eru farnir ígongd, sum t.d. Havnar Svimji­ felag og nógv onnur við. Rørsluárið er eitt felags átak sum landsstýrismaðurin í heilsu­ málum, Ítróttarsambandið og Fólkaheilsuráðið skipa fyri. Til tess at undirstrika, at hetta er okkara felags uppgáva, lands­ myndugleikar, kommunur, ítróttarheimur, vinna, arbeiðs­ pláss – so fer løgmaður saman við ikki minni enn fimm lands­ stýrisfólkum at seta ráðstevn­ una. Og har fara umboð úr øllum geirum í føroyska sam­ felagnum at greiða frá, hvussu vit kunnu lyfta føroysku fólka­ heilsuna við spennandi átøkum í rørsluárinum 2009. Øll eru vælkomin á rørslu­ ráðstevnuna ónsdagin! Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Ja, fólkaheilsa er fyri øll! Tíðargreinin tíðargreinin Hans Pauli Strøm, Landsstýrismaður í heilsumálum