Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 9. mars 2009 17 Mentamálanevndirnar í norðurlendsku høv­ uðsstøðunum eru bodnar á fund í Havn næstu ferð, tær koma saman. Tórshavnar kommuna hevur í nøkur ár verið við í samarbeiðinum millum høvuðs stað­ irnar, sum halda fund um mentamál annaðhvørt ár Fundur hevur júst verið í Helsinki í Finlandi, har Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn, boðaði frá, at Havnin bjóðar seg fram at vera vertur fyri næsta fundi, sum verður í mai 2011. – Vit hava í nøkur ár ver­ ið partur av hesum sam­ arbeiði, og nú er túrurin komin til okkara at standa fyri fundinum, sigur Jógvan Arge. Luttakarar í sam ar­ beiðnum eru Tórshavn, Keyp mannahavn, Reykja­ vík, Oslo, Nuuk, Stockholm, Mariehamn og Helsinki. Á fundi í Helsinki um dagarnar var høvuðsevnið aktuell rák og átøk á ment­ anarøkinum. Eitt nú gjørdi Helsinki nógv burturúr, at har leggur kommunan seg eftir at eggja til, at verk­ smiðjur og virkishús, sum ikki eru í upprunaligum brúki longur, verða aktiver­ að sum mentanarhús. Teimum hevur eydnast væl at gera eina stóra kaðal­ verksmiðju um til virkishús hjá næstan 1000 listar fólk­ um í ymsum greinum, og næsta stigið verður at fáa listarligt innihald í eitt stórt niðurlagt gassvirki. – Hetta líkist tí, sum Tórs havnar kommuna hev­ ur gjørt við teimum gomlu virkisbygningunum í Tórs­ gøtu við ungdóms­ og listarvirksemi í Meiarínum, Margarinfabrikkini og Reinsarínum. Finnar leggja dent á, at virksemið verður fíggjað í samarbeiði við vinnulívið, sigur Jógvan Arge. Fleiri ára avtalur Annað mál, sum var frammi, eru møguleikarnir fyri at gera avtalar fyri fleiri ár fram at stuðla ávísum listarligur átøkum. Keyp­ mannahavn er saman við statinum farið undir eina slíka skipan við 4 ára sátt­ málum um at dugna listar­ bólkum í teirra virksemi. Hetta tryggjar, at slíkir bólkar ikki skula sita við hjartanum í hondini á hvørj­ um ári til fíggjarlóg og fíggjarætlanir eru avgreidd­ ar. Í Reykjavík royna tey at leggja stuðulpolitikkin um, soleiðis at stuðul heldur verður veittur ítøkiligum tíð aravmarknaðum verkætl­ anum enn við at gera nýggjar stovnar. Hetta halda tey saman um tikið tryggjar møguleikar fyri at dugna fleiri listargreinum og átøk­ um. Høvuðsstaðirnir stóran týdning Hvønn týdning hava so høvuðsstaðirnir fyri ment­ anarlívið í teimum ymsu londunum. Semja tykist vera um, at høvuðsstaðirnar av natúrligum grundum ganga á odda at dugna ment anarligum virksemi, tí teir hava bestu møgu leik­ arnar og so stóran part av fólkatalinum. – Í Føroyum búgva 20.000 av teimum sløku 50.000 fólkunum í Tórs­ havnar kommunu, og bara av teirri grund er greitt, at høvuðsstaðurin hevur stóran týdning fyri mentun­ ar lívið. Tað eru vit tilvitað um, og leggja dent á møgu­ leikar fyri fjølbroyttum til­ boðum, segði Jógvan Arge á fundinum í Helsinki. – Men vit fegnast sam­ stundis um, at aðrir partar av landinum dríva á á mentanarøkinum við eitt nú tónleikafestivalum og ment­ anarhúsum. Tað taka vit sum eina avbjóðing fyri mentanarlívið í høvuðs­ staðnum. SUM LEAN VERKÆTLANARLEIÐARI - á fremstu menningarleið Hvat er Lean Hvar kann Lean nýtast www.2improve.fo Lean amboðskassin Verkseting av Lean Les meira á Lean-skeið Mentanarligt samstarv í høvuðsstøðum