Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 47 - 9. mars 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Fríggjadagin 6. mars var móttøka á Vøruhúsinum á Hjalla í sambandi við at Sól­ bjørn Thomsen, deildarleið­ ari, hevði 25 ára starvsdag 1. mars. Millum 300 og 400 fólk vóru til móttøkuna, sum byrj­ aði kl. 14, tá fíggjarstjórin Jóannes Mouritsen beyð øllum at vera vælkomin. Síðan sang Petur Háberg frá Bet You Are Williams. Eftir at stjórin Jan Danielsen hevði hildið røðu, framførdu Beddi og Hallur countrysangir. Jan Danielsen fortaldi ymiskt áhugavert um Sól­ bjørn, hann segði m.a, at tað hevur stóran týdning fyri Vøruhúsið at hava ein mann sum Sólbjørn í starvi, hann kennir nógv fólk og hevur gott fólkatekki. Sera væl liggur fyri hjá honum at selja, tað kennist, sum tað eru viðfødd evnir. Jan Danielsen sigur, at ætlanin er, at Sólbjørn í framtíðini skal koma meira út til kundarnar. Sólbjørn byrjaði tann 1. mars 1984 hjá Litaval, sum tá helt til í Brekkutúni í Hoyvík, har sum Fornminn­ issavnið er í dag. Síðan fyrst í 90­unum hevur Sól­ bjørn verið leiðari á gólv­ deildini. Vit fingu orðið á Sólbjørn í telefonini í morgun, tá var hann í Keypmannahavn í handilsørindum saman við stjóranum Jan Danielsen. Sólbjørn takkar øllum, sum stukku inn á gólvið fríggja­ dagin og gjørdu dagin so hugnaligan. Móttøka fyri Sólbjørn í Vøruhúsinum Myndir: Jens Kristian Vang Fríggjadagin var hátíðarhald á Vøruhúsinum á Hjalla í sambandi við at Sólbjørn Thomsen hevði 25 ára starvsdag Finnbjørn Mouritsen, ein av stovnarunum av fyritøkini Sólbjørn saman við familjuni f.v.: Yngri sonurin, Petur, dótturin, Ingibjørg, Sólbjørn og konan, Ruth, og eldri sonurin, Thomas Juul Beddi og Hallur við countrytónleiki Løgmaður saman við Sólbjørn og Ruth Verforeldrini hjá Sólbjørn, Ingibjørg og Thomas Juul Askham Stjórin í Vøruhúsinum, Jan Danielsen, heldur røðu