Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 9. mars 2009 19 Jarnar Bech, ættaður av Tvøroyri, andaðist í Reykjavík hósdagin, 78 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Dagurin 9. mars. Fjøruti riddarar, deyðir í 320. Keisarin Lic­ini­ us gav boð um, at øll kristin skuldu avnokta trúnna. Fjør­ uti riddarar í Sebaste í tí núverandi Turkalandi vildu ikki gera eftir boðunum og vórðu settir naknir út á ein ís­ flaka, men teir valdu allir, uttan ein, heldur at frysta í hel enn at ganga frá trúnni. Sum veðrið var henda dagin, skuldi tað vera teir komandi 40 dagarnar. Sverri kongur Sigurðsson doyði hendan dagin í 1202 í Bergen. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) 9. mars. Fjøruti Riddarar eitur dag­ urin. Hetta lærdu vit sum børn, og tað serliga við hesum degnum var, at soleiðis sum veðrið var hendan dagin, soleiðis skuldi tað vera teir næstu 40 dagarnar, so vit vónaðu altíð gott veður hendan dagin. Men dagurin var eisini serligur á annan hátt. Tí hendan dagin fylti Sjúrður. 48 ferðir náddi hann at halda føðingardag. 29. desember 2008 vóru hansara dagar taldir! Ein for­ ferdiligur dagur. Júst 4 ár og ein mán­ aði síðani eldri bróðir hansara, Birgir, andaðist. Eg var í føðingardegi hetta kvøldið, feigdarboðini bórust! Vildi mest sum ikki trúgva hesum, men skjótt gjørd­ ist greitt, at vinarskaðin enn eina ferð var minkaður. Vit vóru javnaldrandi, Sjúrður og eg. Gingu í skúla saman øll árini í barnaskúlanum við Gjógv. Ofta gjørdu vit skúlating saman, serliga tá vit høvdu fyri at rokna heima. Manga løtuna sótu vit uppi yvir hesum smáu seðlunum við roknistykkjum, sum vit fingu heim við frá læraranum. Ikki altíð eins hugaligir, men vit komu ígjøgnum tað. Tá tey 7 árini í barnaskúlanum vóru farin, skiltust okkara vegir. Eg fór í realflokk á Felagsskúlanum á Oyrarbakka, meðan Sjúrður, sum altíð var meira til tað handaliga, valdi ikki at halda fram í skúlanum. Men skjótt eftir fekk Sjúrður trup­ ulleikar við heilsuni. Mjódnin vildi ikki tað, sum Sjúrður vildi. Hann fór til Danmarkar at leita sær heilsubót, og har búði hann hjá pápabeiggjanum Bjarna í Esbjerg. Hesa tíðina gekk hann í 8. flokki í Danmark, og so kom hann heim, her hann helt fram í 9. og 10. flokki á Felagsskúlanum, har hann var liðugur í 1980. Stutt eftir funnu hann og Kristensa saman. Eftir at hava búð eina stutta tíð í Runavík, bygdu tey í Lorvík, og har hava tey búð síðani, saman við synunum, sum gjørdust 4 í tali. Flestu av hesum árunum hevur Sjúrður siglt við sandbáti úr Fugla­ firði, og tað var eisini umborð á ein­ um av hesum at Sjúrður var áhaldsin og datt niður í lastina, tá hann skuldi fara at hyggja eftir einari pumpu. Nøkur ár komu vit tó at arbeiða saman á einum alibrúki í Sundalag­ num. Hetta vóru nøkur góð ár, sum enn eina ferð prógvaðu góðu egin­ leikarnar hjá Sjúrði, hansara ótrúliga arbeiðssemi, hóast hann hevði havt trupulleikar við mjódnini, men tað sá man onki til. Og tað var vørumerkið hjá Sjúrða! Ongantíð spardi hann seg, hóast man onkuntíð mælti honum til at taka tað eitt sindur meira róligt. Men nei, eingin kann koma aftaná og siga, at Súrður ikki hevði arbeitt fyri tað løn, ið hann fekk, og tað var soleiðis hann vildi tað. Burtursæð frá tíðini vit arbeiddu saman á alibrúkinium, hava vit ikki sæst so ofta, síðani Sjúrður flutti til Lorvíkar, men løturnar saman hava tó verið sera góðar og gevandi. Har Sjúrður var, var hann heilur, og løtur­ nar saman minnist eg við gleði, og tær eru góðar at taka fram aftur í minninum, nú Sjúrður ikki longur er okkara millum. Alt ov stutta tíð fekst tú tilmálda her á foldum, men hesa tíðina livdi tú fult út. Hvíl í friði, góði vinur! Sofus Sjúrður Nónsgjógv til minnis 9. mars 1960 – 29. december 2008 Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi Johan K. Joensen Tórshavn fyrrverandi sparikassastjóri, andaðist fríggjakvøldið 6. mars, 92 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum týskvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Dómkirkjuni mikudagin kl. 13.00. Vegna tey avvarðandi Fridrikka Tey, ið vilja minnast Johan, kunnu lata Leguhúsinum í Nesvík eina peningagávu. 85 ára føðingardagur Í dag 10. mars, fyllir Anna K. Vang, Kaldbak, 85 ár. Dagurin verður hildin á Lágargarði frá kl. 16­19 nøvn Tøkk Kirkjukórið Ljómur takkar hjartaliga tykkum, sum mintust okkum á 70 ára føðingardegi okkara. Takk fyri blómur, heilsanir, peningagávur, fyri vakran yrktan sang og vakra yrking. Eisini takka vit Sjónvarpi Føroya. Blíðar heilsanir frá okkum í Ljómi Tøkk Vit takka øllum, ið á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, og sum sendu blómur og peningagávur til Akurin, tá ið kæri bróðir, svágur, pápabeiggi og abbabeiggi Torbjørn M. Justesen Norðdepli doyði og varð jarðaður. Fyri tey avvarðandi Øssur og Magnus Hósdagin 9. mars 1989 skrivar Sosialurin um at 8 bilar vórðu meira ella minni vrak í trimum ferðsluóhappum í gjár (mikudagin 8. mars). Her eru myndir av einum samanstoyti millum tríggjar bilar á vegamótinum Landavegur, Íslandsvegur og Heygsvegur. Bilarnir eru f.v.: Opel Omega, Mazda 323 og Toyota Camry. Politisturin tosar her við ein av bilførarunum. Fyri 20 árum síðan: Ferðslukaos í 1989