Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 47 - 9. mars 2009 - Tað er ikki ein flokkur av nalvapilkandi kvinnum ein hittir í Føroyum, men sterkar kvinnur, við sterkum persónligheitum, segði danska superkvinnan Pernille Aalund á almennum fyrilestri á Hvonn leygarkvøldið Pernille Aalund vitjar í hesum døgum í Føroyum, og leygarkvøldið var ein almennur fyrilestur á Hvonn, har yvir 300 kvinnur vóru savnaðar. Pernille greiddi frá, hvussu tú kann venda undirskoti til yvirskot, og hvussu tú skalt sleppa av við gerandisgrenj og suff og síggja heimin við positivum eygum. Í samrøðu við Planet sigur Pernille Aalund soleiðis. - Eg má fyrst siga, at eg haldi, at føroyskar kvinnur eru óalmindiliga sterkar og hava sterkar persónligheitir. Tað er ikki ein bólkur av nalvupilkandi veikum kvinnum vit hitta, tá vit ferðast í Føroyum, sigur hon. Ongar reglar í lítlum samfeløgum Eftir fyrilesturin stóðu tíggjutals kvinnur klárar at hitta Pernillu Aalund. Tær fingu eftir øllum at døma nøkur góð ráð á vegnum. - Nógvar vildu bert takka mær fyri ein góðan fyrilestur, meðan aðrar spurdu ein sera vanligan spurning, nevniliga hvussu tær skulu gera alt sum tær hava hug til og samstundis fáa gerandisdagin at hanga saman. Har er tað týdningarmikið at prioritera rætt. Kanska lata verða við at vaska so nógv, ella lata vera við at leggja pyntupúturnar rætt fleiri ferðir um dagin og so framvegis. Tað letur seg gera, sigur hon. Pernille hevur mangan vitjað í Føroyum, og hon kennir væl til føroyska samfelagið sum heild. - Tað er ótrúliga týdningarmikið í einum so lítlum samfelag at lata vera við at hava reglar fyri, hvussu tú skal verða og hvussu eitt gott lív skal vera. Tað er serstakliga í lítlum samfeløgum, at nøkur mørk stinga seg upp, og fólk, ið fara út um mørkini, verða illa móttikin, og tað mugu tit sleppa tykkum av við. Tað finst ikki ein uppskrift upp á eitt perfekt lív. Tað er upp til hvønn einstakan, sigur hon. Ikki loyvt at grenja Í fyrilestrinum legði Pernille Aalund dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at kvinnur sleppa sær av við óvanan at práta við øll um sínar trupulleikar. - Vit ringja til mammu, systrar, vinkonur og maka so hvørt sum okkurt ikki gongur sum tað skal. Vit taka í kvøld eina avgerð um, at tað ikki er loyvt at práta við øll um sínar trupulleikar, uttan so at tað er tí ein hevur vónir um at finna eina loysn, ella tí at tað kann geva konstruktivan kritikk – ikki práta fyri at grenja, tí tað hjálpir ikki, segði Pernille við áhoyrararnir á Hvonn. Trúgv upp á tilvildarligar hendingar Pernille greiddi í stóran mun eisini frá sínum egna lívi, og millum annað legði hon dent á, hvussu tilvildarligar hendingar hava hjálpt henni í gjøgnum lívið. - Tað er ótrúliga týdningarmikið, at ein ikki læsir seg fastan í teimum fólkunum ein kennir. Tað er ikki vist, at tey fólkini, ið tú hevur kent alt títt lív, eru júst tey røttu til at hjálpa tær at náa tíni mál í lívinum. Dyrka tilvildarligar hendingar, og minst til at verða opin fyri nýggjum persónum, ið tú hittir í gerandisdegnum. Heilt víst, at tey kunnu hjálpa tær við onkrum, sigur Pernille. Spurd um, hvussu hon hevur megnað at blíva ein so jaligur persónur, sum sær møguleikar í øllum, sigur Pernille soleiðis. - Eg havi havt mangar truplar løtur í lívinum, men tað er týdningarmikið eisini at grípa slíkar løtur rætt. Reis teg upp og gakk víðari og lat verða við at taka synd í tær sjálvari, sigur hon. Skriva ein ynskilista hvørt ár Pernille hevði nógv góð ráð til kvinnurnar á Hvonn, og millum annað vísti hon á, hvussu ein skal koma nærri at sínum málum í lívinum. - Eg skrivi hvørt ár ein lista um, hvat eg skal gera, og hvar eg eri um eitt ár. So veit eg, hvørjum eg skal ganga eftir. Men eydnast tað ikki, ja so skrivi eg bara ætlanirnar um. Minst til ikki at hava eitt óveruligt mál í høvdinum. Tað ber til at broyta lívsætlanir, uttan so at tað ávirkar góðskuna í lívinum. Bara tú sjálv kanst taka avgerð um at vera lukkulig, sigur hon. Pernille hevur ætlanir um at vera í Føroyum í nakrar dagar saman við maka sínum, og hon sigur, at hon avgjørt vil vitja aftur í Føroyum skjótt, og tá helst í eitt longri tíðarskeið. Pernille Aalund: Føroyskar kvinnur óalmindiliga sterkar