Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 9. mars 2009 21 Fríggjakvøldið skipaði Vestmanna Skúli fyri enn einum tiltakið til frama fyri Krabbameinsfelagnum 10. flokkur í Vestmanna er farin undir eina verkætlan, har næmingarnir skulu læra hvussu tað er, at savna pening inn til eitt hvørt endamál. Næmingarnir hava í nakrar vikur skipað fyri ymsum tiltøkum, har peningurin óskerdur fer til Føroya Felag ímóti Krabbamein, og fríggjakvøldið var tónleikur á skránni. Jens Marni Hansen, Eyðun Nolsøe og Ragnar í Vík vóru ímillum tónleikararnir, ið stuðlaðu verkætlanin hjá 10. flokki fríggjakvøldið, og allarhelst var góði tónleikurin orsøkin til, at høllin í Vestmanna var stúgvandi full. Børn sum vaksin høvdu leitað sær í høllina hetta kvøldið, og meðan tey klappaðu og sungu við, savnaðu næmingarnir túsundtals krónur inn til Krabbameinsfelagið. - Tað hevur gingið ótrúliga væl, nógv betri enn vit væntaðu, sigur ein av næmingunum í verkætlanini. - Tað er trupult at skipa fyri slíkum tiltøkum, serstakliga tá vit eru so fáir næmingar í flokkinum, sigur hann. Mikudagin verður savnaði peningurin latin Føroya Felag Móti Krabbamein, og talan er um fleiri túsund krónur, ið flokkurin í Vestmanna hevur savnað til endamálið. Yvir 400 unglingar vóru á høllini á Hálsi leygarkvøldið, tá rúsfría tiltakið, Náttin er Ung, var á skránni. Hóast fyrireikarar vóru í iva um, hvørt tey ungu vóru áhugaði í einum rúsfríum tiltaki ella ikki, so var tiltakið sera væl eydnað, og fyrireikarar siga, at tað liggur í kortinum at skipa fyri einum líknandi tiltaki innan seks vikur. Tveir pallar, nýggjasti tónleikur frá Undirbeat, og nakrir av landsins bestu tónleikarum vóru við til at geva teimum ungu eina heilt serstaka uppliving leygarkvøldið, tá tiltakið Náttin er Ung aftur var á skránni, eftir langan steðg. - Vit vóru veruliga glað fyri at tey ungu tóku so væl ímóti tiltakinum. Sjálvsagt vóru nøkur fá, ið vóru ávirkaði tá tey komu í høllina, men tey allar flestu vóru púra rúsfrí, sigur Bogi Andreasen. Øll ungdómshús boðin við 400 ung fólk vóru til staðar, og komu tey frá øllum landinum til Havnar, fyri at luttaka í rúsfría tiltakinum Náttin er Ung. - Vit bjóðaðu millum annað ungdómshúsum kring landið við til tiltakið, soleiðis at tey kundu síggja hvussu vit skipa okkum, og tey fingið eisini møguleikan at fáa tiltakið til teirra, um tey ynskja tað. So kunnu vit øll arbeiða saman, ístaðin fyri at hvør sær uppfinna tann djúpa tallerkin á nýggjum, sigur Bogi Andreassen. Unglingar í Vágunum vóru boðin við av kommununum, og ein bussur var leigaður til tey, soleiðis at tey ómakaleyst kundu koma til Havnar. Ungdómurin takkaði fyri Hóast rúsfrítt, so vísti tað seg, at ungdómurin tók væl ímóti konseptinum. - Vit koyrdu konseptið fult út allan vegin. Nógv hava hug til at spara uppá til dømis anlegg, tá ið talan er um ungdómskonsert, men tað gjørdu vit ikki. Vit gjørdu alt so professionelt sum gjørligt, sigur Bogi. Framførslurnar vardu inntil umleið kl. 03.00 sunnumorgun, og hóast klokkan var nógv, so vóru tey ungu so mikið glað fyri tiltakið, at nógv leitaðu sær afturum til fyrireikararnar bert fyri at takka fyri tiltakið. - Tey høvdu enntá yvirskot til at koma afturum, og takka okkum fyri tiltakið. Tað vísur, at tey kanska hava skilt, at tað ber til at hugna sær í býnum uttan at verða ávirkaður, sigur Bogi. Mugu uppbyggja eitt nýtt rák Náttin er Ung hevur havt ein longri steðg, og hóast tað áður hevur verið frammi, so er neyðugt at uppbyggja eitt rák ímillum tey ungu, og varpa ljós á tónleikin heldur enn rúsdrekka. - Vit fara at hava eitt tiltak aftrat innan seks vikur. Tað er neyðugt hjá okkum at uppbyggja eitt nýtt rák ímillum tey ungu, og tað gera vit bert, um vit halda áfram við rúfríum tiltøkum, sigur Bogi Andreasen við Planet. Náttin er Ung skal verða eitt nýtt rák Stúgvandi full høll í Vestmanna