Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 47 - 9. mars 2009 tíðindi Sudanski forsetin ætlar ikki at geva seg yvir til krígs brots­ manna dómstólin. Ístaðin fyri hevur hann blakað hjálpar­ felagsskapir av land inum. Úrslitið verður enn meiri lóg loysi og ágangur, og tapararnir eru sum so ofta áður og aðrastaðni kvinn­ urnar Sudan Árni Joense arni@sosialurin.fo Tíggju altjóða hjálparfe­ lags skapir hava fingið at vita, at teir sleppa ikki at reka hjálpararbeiði í afri­ kanska landinum Sudan longur. Alment hava felags­ skapirnir ikki fingið nakra beinleiðis grundgeving frá teimum sudansku myndug­ leikunum, men tað hevur vakt ans, at boðini komu, beint eftir at altjóða krígs­ brotsmanna dóm stólurin í Haag mikudagin gav boð um, at sudanski forsetin, Omar al­Bashir, skal hand­ takast. Ein av hjálparfelags skap­ unum, sum hevur fingið boð um at fara úr Sudan, er CARE, sum eisini er ein av teimum størstu hjálpar fe­ lags skapunum, sum hava virkað í Sudan. – Hálv onnur millión fólk hava tørv á okkara hjálp, og vit royna nú at kanna, hvørj­ ar avleiðingar hetta fær fyri tey, sigur aðalskrivarin í CARE, Marte Gerhardsen, við norska blaðið Aften­ posten. CARE hevur virkað í Sud an í 28 ár og hevur mill­ um annað verið við til at útvega fólkinum í lands­ partinum Darfur neyðhjálp. Marte Gerhardsen dylur ikki fyri, at felagsskapurin ber serliga ótta fyri, hvat fer at henda kvinnunum í flóttafólkalegunum, tá al ­ tjóða hjálparfelags skapirnir fara haðani. Í CARE hava tey hoyrt nógvar frásagnir, sum vísa, at alt fleiri kvinn­ ur verða neyðtiknar. Neyð­ tøkumenninir eru bæði úr tí illa gitna Janjaweed­upp­ reistrarherinum, øðrum vápnaðum bólkum og enntá sudanska stjórnarherinum. – Flóttakvinnurnar eru at kalla verjuleysar, og teir, sum neyðtaka tær, verða ikki revsaðir, tí Sudan hevur onga lóg, sum verjir kvinn­ urnar. Vit hava bara ein­ stak ar frásagnir ella brot úr heildini, men vit vita, at støðan er ræðulig. Kvinnur verða neyðtiknar fyri eyg­ unum á sínu egnu børnum, skyldfólki og grannum, sigur Marte Gerhardsen. Hava mótmælt Norsku myndugleikarnir hava havt samband við myndugleikarnar í Khar­ toum og biðið teir loyva hjálp arfelagsskapunum at halda fram við virkseminum. Frá uttanríkisráðnum í Oslo fær Aftenposten at vita, at Noreg og onnur lond, sum verða rakt av avgerðini hjá sudansku stjórnini, fyrireika eitt felags svar. – Vit hava gjørt vart við okkara sjónarmið og hava sagt, at vit kenna okkum ør kymlaðar av avgerðini, sum vit als ikki kunnu góð­ taka. Vit hava serliga lagt dent á tær menniskjaligu avleiðingarnar, sum av ­ gerðin kann fáa. Vit hava tí biðið sudansku stjórnina taka sína avgerð aftur ella í øðrum lagi at geva okkum betri stundir, sigur tals mað­ urin hjá norska uttan ríkis­ ráðnum. Bjørn Jahnsen. Fólkamorð ST og altjóða hjálpar felags­ skapir hava samstarvað um hjálpararbeiðið í Darfur, og hetta arbeiðið hevur verið so umfatandi, at talan er um heimsins størsta tiltak av sínum slagi. Men tað er eisini neyðugt, tí sambært ST og felagsskapunum eru hálv onnur millión fólk í støðugum vanda orsakað av krígnum, sum Bashir, for­ seti, fær skyldina fyri at hava ábyrgdina av. Ákærararnir hjá altjóða krígsbrotsmanna dóm stólin­ um í Haaag (ICC) ákæra Omar al­Bashir fyri at hava ta evstu ábyrgdina av, at 33.000 sivilfólk í Darfur­ landspartinum har vesturi í Sudan eru fyribeind. Í øðrum lagi hava hermenn og leigusveinar hjá stjórnini og forsetanum ábyrgdina av, at millum 80.000 og 265.000 onnur fólk eru deyð. Hetta stendur at lesa í ákæruritinum hjá ICC, sum hevur ákært sudanska for­ setan fyri fólkamorð. Hetta er fyrstu ferð, at ein virkandi ríkisleiðari er ákærd ur fyri krígsbrots­ verk. Sivilfólkið meint rakt Sum so nógva aðrastaðni er tað sivilfólkið, sum líður, nú sudansku myndugleik­ arnir hava gjørt av at tveita hjálparfelagsskapirnar av landinum. Myndugleikarnir bóru eisini skjótt at, tí av gerðin var ikki meiri enn tikin, tá eitt nú norska Flóttafólkahjálpin fekk at vita, at hon hevði ikki long­ ur loyvi at virka í Sudan. – Vit ætla at seta okkum í samband við sudansku mynd ugleikarnar og vóna inniliga, at teir broyta av ­ gerð ina. Vit eru ein óheftur felagsskapur og hava einki við dómstólin í Haag at gera. Vit fara eisini at heita á norskar myndugleikar um at leggja politiskt trýst á stýrið í Khartoum, sigur aðalskrivarin í Flótta fólka­ hjálpini, Elisabeth Rasmus­ son, við Aftenposten. (Kelda: Aftenposten) Har kvinnurnar verða neyðtiknar fyri eygunum á sínum børnum Flóttafólkini í Darfur líða illa undir ágangi frá harkaliðum og almennum hermonnum, sum millum annað neyðtaka kvinnurnar Mynd: AP Omar al-Bashir, forseti, er sum tann fyrsti virkandi ríkisleiðarin ákærdur fyri fólkamorð Mynd: AP