mánadagur 9. mars 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 47 - 9. mars 2009
23
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Tá eg skuldi flyta
meg eitt lítið sindur,
beklaði eg, og so var
einki annað at gera,
enn at gevast, sigur
Andreas F. Hansen,
sum tíðliga í seinna
hálvleiki í dystinum
millum H71 og KÍF
mátti gevast, so Eyðun
Samuelsen dømdi
restina av dystinum
einsamallur.
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Seinni hálvleikur var júst
farin í gongd og H71 hevði
skorað fyrsta málið eftir
steðgin, tá annar av dómar
unum í dystinum, Andreas
F. Hansen, brádliga fór um
koll. Hann tók seg um fótin
og hevði sjónliga ilt, og
skjótt
máttu
hjálparfólk
koma inn á vøllin at hyggja
at honum.
– Eg skuldi bara flyta
meg eitt lítið sindur, tá eg
beklaði. Tað hendi ikki
knappliga ella nakað, men
har var einki at gera hjá
mær og eg fekk ikki hildið
fram, greiðir Andreas F.
Hansen frá, tá vit fáa orðið
á hann seint sunnukvøldið.
– Síðani eg kom heim,
havi eg ligið við beininum
hægst og havt ís á fótinum
alla tíðina, so eg veit helst
ikki fyrr enn í morgin (í
dag, blðm.), hvussu støðan
er. Eg havi beklað so ofta
fyrr, at eg veit, at um væl
veit við, er fóturin í lagi aft
ur skjótt, men tað kann
sjálvandi eisini taka eitt
sindur av tíð.
Hendingin kemur stak
illa við hjá Andreasi, tí
hann og hin dómarin, Eyð
un Samuelsen, sum eru okk
ara altjóða dómarar, skulu
sunnudagin 22. mars døma
landsdyst millum Ísland,
sum vann silvur á olympisku
leikunum í summar, og Est
land.
Dømdi einsamallur
Hetta er størsta altjóða
avbjóðing teirra nakrantíð,
so tí er eingin ivi um, at
Andreas vil gera alt fyri at
koma fyri seg aftur, áðrenn
teir báðir skulu fara yvir til
Íslands.
– Eg skal verða klárur,
sigur hann avgjørdur, hóast
hann helst eisini er greiður
yvir, at tað krevur, at hann
er komin væl fyri seg og
veruliga er førur fyri at
renna aftur, sum tað krevst
av honum.
Hendingin í Hoyvíkshøll
ini hevði við sær, at har var
ein steðgur í einar tríggjar
ella fýra minuttir, áðrenn
dysturin kundi takast upp
aftur, og tá var bara ein
dómari eftir á vøllinum.
Reglurnar siga, at verður
annar dómarin skaddur,
skal hin dómarin halda
fram einsamallur.
Ta uppgávuna megnaði
Eyðun Samuelsen so væl,
sum umstøðurnar loyvdu tí.
Og kanska var tað, tí hann
hevði 35 ára føðingardag í
gjár, at hann eftir dystin
skemtaði við, at hann átti at
fáa sín part, umframt helvt
ina av dystarsamsýningini
hjá Andreasi F. Hansen…
Andreas mátti
gevast mitt í dysti
Eingin møguleiki var hjá Andreasi F. Hansen at halda fram, tá hann beklaði í Hoyvíkshøllini í gjár.
Tí dømdi hin dómarin, Eyðun Samuelsen, so at siga allan seinna hálvleik einsamallur
Mynd: Álvur Haraldsen
Tá hetta kappingarárið er av, er Gerster ikki
longur venjari hjá Stjørnuni, ið higartil
hevur vunnið alt, meðan hann hevur verið
venjari har
Síða 28
Henrik Gerster
gevst í Klaksvík
Setti landsliðsvenjarin hevur valt Gunnar
Nielsen fram um Jákup Mikkelsen at verja
føroyska málið í vinardystinum ímóti Íslandi
Síða 29
Gunnar úttikin
fram um Jákup
Hóast hon er vágbingur, so spardi hon seg
ikki í málinum hjá Tjaldri, sum sunnudagin
vann týdningarmikla toppdystin á VB í Vági
Síða 27
Guðrun steðgaði
gamla felagnum