mánadagur 9. mars 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 47 - 9. mars 2009 ]
25
Tá blaðungi Jóhan
Hofgaard kom í málið
hjá H71 í seinna
hálvleiki, kom nógv
meira ferð á spælið
hjá hoyvíkingum,
sum í fyrra hálvleiki
ikki megnaðu at
skræða seg leysar av
kollfirðingum
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hoyvíkingar eru í tí hepnu
støðu, at teir hava tríggjar
góðar málmenn at velja
ímillum, so tí ber sjáldan til
at siga frammanundan, hvør
verjir málið. Í gjár byrjaði
Levi Nybo í málinum, og
hóast hann stóð væl, var
hann í seinna hálvleiki av
loystur av Jóhan Hofgaard.
Hetta var taktiskt ein
skilagóð avgerð hjá H71
venjarunum, tí Jóhan var
rætti maðurin at seta ferð á
spælið hjá H71, sum í fyrra
hálvleiki ongantíð megnaði
at sleppa frá KÍF. Ferð eftir
ferð setti blaðungi H71
málverjin
skjótálopini
í
gongd, og tað vísti seg
skjótt at vera tað, ið gjørdist
avgerandi fyri dystin.
Hóast seinni hálvleikur
byrjaði við stórum drama
tikki, tá annar av dómar un
um, Andreas F. Hansen,
fekk skaða og mátti gevast,
so darvaði tann steðgurin
ikki H71 í at halda ætlanina
og at seta ferðina upp. Við
kvikum spæli settu hoy vík
ingar dagsskránna í seinna
hálvleiki og vunnu at enda
sera sannførandi.
Føroya besta verja
Ein annar munur var eisini
hugburðurin hjá H71, sum
ikki var at kenna aftur eftir
steðgin. Tá teir fyrst í dyst
inum vóru komnir nakað
framum, tóku teir sær av
løtt um, og hesum gjørdi
KÍF sær dælt av og fekk
mestsum H71 aftur seinna
helmingin av fyrra hálvleiki.
Bara eitt mál var á muni í
hálvleikssteðginum.
Fyrstu 10 minuttirnar av
seinna hálvleiki skoraði
H71 átta mál, meðan tað
mest sum stóð fast hjá KÍF,
sum hesa løtuna bara fekk
tvey, og tá var dysturin í
roynd og veru avgjørdur.
Enn eina ferð eydnaðist
hoy víkingum at halda mót
støðuliðnum niðan fyri 25
mál, so Føroya besta verja í
vetur stóð enn eina ferð
royndina.
Hjá
hoyvíkingum
var
Jó han Hofgaard sjálvandi
eyðsýndur í málinum, men
eisini Bárður Brimvík, sum
spældi allar 60 minuttirnar
og
gjørdist
toppskjútti,
gekk undan í bæði verju og
álopi. Hjá KÍF var Rógvi
Weyhe tann, ið stóð sterk
astur í myndini, og hann var
eisini besti málskjútti í
dyst inum.
Kollfirðingar hava einki
at spæla fyri, tí teir fara
ongan veg av aftasta plássið.
Hinvegin hevur H71 enn alt
at spæla fyri, tí finaluplássið
ímóti VÍF er í eygsjón,
hóast Neistin framvegis má
síggjast sum ein forðing á
leiðini, ið vinnast skal á.
H71-KÍF 36-22 (15-14)
H71: Bárður Brimvík 8,
Poul Kjartan Dam 5, Halgir
Dahl Olesen 5, Janus
Sørensen 5, Dánjal Tórgarð
4, Esbern Paturson 3, Hans
Kári Hansen 2, Regin
Joensen 2, John Petersen 1,
Danny Syhler 1
KÍF: Rógvi Weyhe 10,
Hallur Hansen 3, Regin
Petersen 3, Ási Dam 1,
Teitur Joensen 1, Suni
Johannesen 1, Niklas
Reginsson 1, Jákup Trygva
son 1, Tony Weyhe 1
Toppskjúttin hjá kollfirðingum, Rógvi Weyhe, roynir at koma til skot ímóti
Jóhan Hofgaard, sum við skjótum útspælum setti ferð á H71 í seinna hálvleiki
Mynd: Álvur Haraldsen
United ímóti Everton
í FA Cup
Lutakastið til hálvfinalurnar í ensku FA Cup var í gjár.
Manchester United hittir Everton, og Chelsea skal spæla
móti annaðhvørt Arsenal ella Hull. Arsenal vann í gjár
sína 1/8 partsfinalu, og liðið skal spæla ímóti Hull,
áðrenn tað er greitt, hvør teirra skal í hálvfinaluna.
Hálvfinalurnar verða leiktar vikuskiftið 18. og 19. apríl.
Finalan verður leikt á Wembley leikvøllinum 30. mai.
Klaksvíkskappingin
um vikuskiftið
Leygardagin og sunnudagin verður spælt í árligu
Klaks víkskappingini í fótbólti. Í ár taka KÍ, EB/
Streymur, HB og B36 lut í kappingini. Leygardagin
verða hálvfinalurnar spældar. Sunnudagin verður fyrst
spælt um triðja pláss í kappingini, og aftaná verður
finalan spæld. Allir dystirnir í kappingini verða spældir
á Injector Arena í Klaksvík.
H71-KÍF 36-22 (15-14)
Ígongdsetarin
var munurin