Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 47 - 9. mars 2009 ] FSF slakar í dómara­ útreiðslum Fótbóltssambandið fer í 2009 bert at krevja helvtina av dómaraútreiðslunum í mansdeildunum og einki í kvinnudeildunum. Feløgini hava gramt seg um, at dómaraútreiðslurnar eru blivnar so stórar, og tað hevur FSF tikið til eftirtektar. Í 2009 sleppa feløgini við helvtina av kostnaðinum, sum annars var í fjør. Laudrup fær ikki teir góðu Danski fótbóltsvenjarin Michael Laudrup ætlaði at styrkja liðið hjá sær, Spartak Moskva, við góðum spælarum í vetur, men tað gongur einki serligt við tí. - Eg havi ikki fingið tann styrk, sum eg ætlaði. Vit fáa ongar spælarar úr Italia, Spania ella Onglandi, tí spælarar vilja heldur sita á beinkinum í teimum kappingunum, enn at spæla fast í Russlandi, sigur Michael Ladrup við Ekstrablaðið. Neistakvinnur halda fast í møguleikanum at vinna sær pláss í Sunset-finaluni. Tær vunnu í gjár greið­an sigur á botn- proppinum og grann- unum úr Kyndli HONDBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Annika Ljósstein hevur júst staðfest sigurin á 31-20 við fáum sekundum eftir at spæla. Hóast dysturin meira ella minni var avgjørdur undan steðginum, verða all- ir nevarnir á beinkinum hjá Neistanum knýttir og lyftir móti himni. Samanhaldið hevur sigrað. Neistin heldur framvegis fast í sínum møguleika at spæla seg í finaluna. Bláa høvuðsstaðarfelagið vann í gjár trygt á grannunum úr Kyndli, og varðveitir munin á tvey stig upp til Tjaldur, sum er á øðrum plássi. Væl betri fyri Botnproppurin Kyndil hev- ur spælt uttan sjálvsálit sein- astu nógvu vikurnar, og tað sást væl aftur í grannaupp- gerðini í gjár. Neistin hevði beinanvegin yvirtakið, og dugdi væl at gera sær dælt av mistøkunum hjá Kyndli. Mótálopini skolaðu í løtum móti málverjanum hjá grønu havnarkvinnunum. Neistakvinnur tóktust ser- liga at vera væl fyri krops- liga. Sjálvandi stóð tað væl til í hesum partinum av spæl- inum samanborið við Kyndil, sum ikki legði nógv fyri. Men í løtum rann Neistin grannarnar um koll. Í steðg- inum var dysturin longu avgjørdur, tí Neistin var á odda 18-11. Tvær finalur bíða Neistin var greitt omaná í seinna hálvleiki. Tær øktu um leiðsluna, og tá avtorn- aði vunnu tær við 11 mál- um, 31-20. Sigurin hevur við sær, at neistakvinnur framvegis spæla við um atgongumerk- ini til annað av finalupláss- unum. Komandi uppgávur- nar ljóða VB á útivølli og Tjaldur á heimavølli. Kravið er fýra stig av fýra møgulig- um. Neistin hevur tvær vikur at fyrireika seg til fyrsta dyst- in, og spurningurin er, hvussu Svein Rógvi Nielsen, venjari, fær sum best burturúr. Neistakvinnur hava vunn- ið sjey av seinastu átta dyst- unum, og tí kann steðgurin í landskappingini koma dátt við. Men samanhaldið, sum kom týðiligt til sjóndar í gjár, kann røkka langt. Hvussu langt, fáa vit at síggja tann 22. mars, tá VB bíðar í høllini í Vági. Kyndil hevur framvegis einki stig vunnið sær í hes- um kappingarárinum. Eitt stórt vónbrot fyri havnarfel- agið, nú hugnahondbóltur tykist standa ovast á bredd- anum. Sjálvandi er eingin movitatión í at tapa hvørt vikuskifti, og tað kunnu kyndilskvinnur staðfesta. Neistin­Kyndil 31­20 (18­11) Neistin: Marjun Danberg 4, Unnur Danielsen 4, Ann- ika Ljósstein 4, Stine Mikk- elsen 4, Elin Stakksund 4, Heidi Maria Akselsen 3, Rakul Augustinussen 3, Nicoleta Radu Hansen 3, Bryndis Hjartardóttir 1, Tordis Tróndarsson 1 Kyndil: Jacklin Durhuus 10, Linda Johannesen 3, Ása Christiansen 2, Annika Poulsen 2, Jórun Ludvig 1, Súsanna Petersen 1, Randi Wardum 1 Alt gekk upp í eina hægri eind – serliga ímóti endanum – tá Stjørnan í gjár spældi uppvísningshondbólt ímóti StÍF í høllini á Skála og vann við­ 20 málum HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Veruligur klassamunur var á liðunum, tá Stjørnan í gjár vitjaði StÍF og veruliga vísti, at liðið av álvara er farið at hita upp til FM-fin- alurnar í Sunset-kappingini. Serliga tann parturin, sum hevur við skjótálop at gera, var sjónskur hjá Stjørnuni, sum í løtum fullkomuliga trumlaði StÍF niður. – Hetta var ein superdyst- ur, har vit veruliga fingu víst, at vit hava fingið nakað burtur úr miðvísu venjingini síðstu tvær vikurnar, har skjótálop er tað, sum hevur staðið fremst á skránni. Vit mundu eisini fáa eini 20 av teimum 44 málum við skjót- álopum, staðfesti ovurfegni Stjørnuvenjarin, Henrik Gerster, eftir dystin. Gjøgnum allan dystin vísti Stjørnan til fulnar, at liðið hevur nógvar streingir at spæla uppá, og umframt nevndu skjótálop, so vóru eisini onnur mál at síggja. Bæði bakkar og vengur fingu mál, og tað mundi koma serstakliga væl við hjá Stjørnuni, sum ikki júst hevur havt hepni við sær í málskjótingini í síðstuni. Í seinna hálvleiki sá tað eina løtu út, sum StÍF vildi sleppa meira upp í part, men tað var skjótt, so hevði Stjørn- an rist tað av sær. Og ikki minst kom kropsliga styrkin og góðu formurin hjá spælar- unum til sjóndar í endaspurt- inum, tí síðstu seks minuttir- nar fekk Stjørnan níggju mál og StÍF einki… StÍF­Stjørnan 24­44 (10­20) StÍF: Fríðrun Danielsen 9, Rebekka Justinussen 9, Bára Berthelsen 3, Lovisa Andr- easen 2, Sunfríð Johansen 1 Stjørnan: Simona Petersen 8, Durita Christophersen 6, Edith Hansen 6, Una Olsen 6, Bára Skaale Klakstein 4, Durita Ljósstein 4, Anna Kristina Samson 4, Joan Mid- jord Djordjevic 3, Diane Møl- ler 2, Durita Mikkelsen 1 StÍF-Stjørnan 24-44 (10-20) Stjørnan glampaði á Skála Neistin-Kyndil 31-20 (18-11) Neistin rann grannarnar um koll Jacklin Durhuus hjá Kyndli skjeyt nógv flest mál í granna­ uppgerðini ímóti Neistanum, men tó var eingin ivi um, at Neistin var klárt betra liðið Mynd: Álvur Haraldsen Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 18 14 - 1 - 3 491 383 108 29 2 Tjaldur 18 11 - 3 - 4 494 415 79 25 3 VB 18 12 - 0 - 6 514 429 85 24 4 Neistin 18 10 - 3 - 5 476 435 41 23 5 StÍF 18 3 - 1 - 14 440 549 -109 7 6 Kyndil 18 0 - 0 - 18 316 520 -204 0 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF *) 17 14 - 0 - 3 487 439 48 28 2 H71 18 12 - 0 - 6 487 411 76 24 3 Neistin *) 17 11 - 0 - 6 499 460 39 22 4 StÍF 18 7 - 2 - 9 433 456 -23 16 5 Kyndil 18 4 - 2 - 12 423 482 -59 10 6 KÍF 18 3 - 0 - 15 423 504 -81 6 *) Kappingarnevndin hevur ógildað úrslitið av dystinum millum Neistan og VÍF tann 18. januar, og tí er hesin ikki roknaður við á stigatalvuni