Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-09, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 47 - 9. mars 2009 ] Altíð gott at vinna Mest eyðsýndi spælarin hjá Tjaldri í Vági var vágbingurin, Guðrun í Lágabø, sum stóð ein branddyst í málinum og stig fyri stig pilkaði VB-kvinnurnar niður – ikki minst, tá tær vóru púra fríar. – Tað kennist altíð gott at spæla í Vági, tí her eru kend andlit og spælarar, man hevur spælt saman við. Men tað er altíð gott at vinna, sigur Guðrun í Lágabø, ið heldur, at størsti trupulleikin hjá VB var, at tær ikki megnaðu at spæla saman sum eitt lið. – Ein spælari sum Daiva fekk slett ikki tað burturúr, sum hon plagar. Men eg haldi, at vit høvdu munin í dag og vóru klárt betri. Nú verður tað spennandi, sjálvt um oddsini ikki eru so góð. Men vit fara at kempa fyri tí. hil Ikki tað, vit ætlaðu Annar av venjarunum hjá VB, Egill Stein- tórsson, helt eftir dystin í Vági, at Tjaldur er sum ein plága fyri VB, tí eftir at hava vundið burtur úr Stjørnuni fyri tveimum vikum síðani, megnaði VB slett einki at gera við Tjaldur, sum vann sín triðja Sunset- sigur á VB. – Tær sluppu at spæla sítt spæl og vit fingu ongantíð fatur í skjútt- unum hjá teimum. Vit taptu snøgt sagt ímóti einum betri liði, staðfestir Egill, sum hevði væntað sær nakað annað av dystinum, enn ein avsmurning: – Nei, hetta var slett ikki tað, vit høvdu ætl- að, men soleiðis er hond- bóltur, sigur Egill, sum nú noyðist at dúva uppá, at annaðhvørt Stjørnan ella Neistin fara at taka stig frá Tjaldri. hil Tað gjørdist ongantíð spennandi, tá Tjaldur var og vitjaði VB í gjár, tí Tjaldur var – við einari stór­ spælandi Guðrun í Lágabø í málinum – klárt betra liðið og útklassaði í løtum VB fullkomuliga HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Enn eru ikki allar súður syftar í Sunset-kappingini, og eftir triðsíðsta umfarið kann framvegis eingin siga við vissu, um tað verður Tjaldur, VB ella Neistin, ið sleppur í FM-finalurnar ímóti Stjørnuni. Ein av lykladystunum í endaspurtinum var tann í Vági, har VB tók ímóti Tjaldri. Roknast kundi við einum jøvnum og spennandi dysti, og tað fyrsta korterið settu nervar sín dám á spælið hjá báðum liðum, so serliga skotini tóktust sløsut og lítið neyv. Heldur ikki var ferðin tann stóra á spælinum, og alt sá rímiliga opið út. Men longu eftir einar 10 minuttir, tá Tjaldur fyrstu ferð kom á odda, byrjaði ein munur í hugburðinum at síggjast. Tær í Tjaldri vóru nógv róligari og tóktust halda seg til tað, sum ætlanin var at gera, meðan meira fjáltur merktir á VB-liðnum, sum spakuliga byrjaði at dragna. Mansverja loysti einki VB valdi ímóti endanum á fyrra hálvleiki fyrst at taka Adinu Petrea burturúr og seinnu Alinu Olaru Anghel, men tað sá ikki út sum loysnin, tí síðstu løtuna und- an steðginum økti Tjaldur og fór fýra mál frá VB. Serliga í verjuni hevði Tjaldur greitt munin, um- framt at Guðrun í Lágabø stóð ótrúliga stinn í málinum. Sjálvt um mansverja ikki hevði víst seg at verið loysnin í fyrra hálvleiki, hevði VB ikki hug at sleppa tí hugskotinum, og tað kom av álvara at kosta í byrjanini á seinna hálvleiki, tá dysturin í roynd og veru var avgjørdur mestsum beinan- vegin. Ikki minst, tí VB tók bæði Adinu og Alinu burtur úr spælinum – men als ikki megnaði tað allíkavæl. Fyrstu 11 minuttirnar eftir steðgin økti Tjaldur trygt um munin og var heili níggju mál á odda, áðrenn VB fekk sítt næsta mál. Aftur her sást hugburðsmunurin, tí vágs- kvinnurnar sóu alsamt meira uppgevandi út, meðan tær í Tjaldri ikki ristu á hond- unum, men í løtum bein- leiðis útklassaðu VB. Guðrun framúr góð Framvegis var Guðrun í Tjaldurs-málinum framúr, og tá VB-kvinnurnar ferð eftir ferð blivu steðgaðar av henni, tá tær annars høvdu vunnið sær fríar støður, sá tað alsamt svartari út hjá heimaliðnum. Tað, sum verjan hjá gestunum ikki fekk, fekk Guðrun fatur í – ella endaðu skotini oman- fyri og við síðuna av. Tað eydnaðist heldur ongantíð VB at fáa steðgað stórskjúttunum hjá Tjaldri, tí bæði Adina og Alina sluppu næstan at skora sum teimum lysti, og tær áttu eisini 25 av teimum 29 málunum hjá Tjaldri. Tey 10 brotskøstini, VB fekk í dystinum, fortaldu eisini sína greiðu søgu, at Tjaldur hevði tað ídnaru verjuna. Allar stríddust fyri hvørja aðra, og sum dyst- inum leið, var hugflogið hjá vágskvinnum uppi, so tær slett ikki kundu finna útav, hvussu tær ella bólturin skuldu sleppa innum. VB-Tjaldur 21-29 (11-15) Tjaldur gjørdi bart í Vági Teir tríggir høvuðspersónarnir aftan fyri sigurin hjá Tjaldri í Vági: Adina Petrea, Guðrun í Lágabø og Alina Olaru Anghel Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir VB-Tjaldur 21-29 (11-15) 10 min: 4-4 20 min: 7-9 30 min: 11-15 40 min: 12-20 50 min: 16-24 Málskjúttar VB: Daiva Toumaite 7, Aukse Vysniauskaite 6, Gurið Mortensen 3, Bára Mortensen 2, Laila Jespersen 1, Theresa Joensen 1, Rannvá Johannessen 1 Tjaldur: Adina Petrea 15, Alina Olaru Anghel 10, Elinbjørg Hammer 1, Benadikta Johannesen 1, Marinela Patru 1, An- nika Thomsen 1 Brotskøst: VB 10, Tjaldur 1 Útvísingar: VB 1, Tjaldur 2 Dómarar: Kári Hansen & Sámal Paulason FAKTA um dystin 100 piltar spældu í Runavík Hóast mars mánaður júst er byrjaður, eru yngru spælararnir kring landið farnir í holt við sína venjing. Leygardagin skipaði NSÍ fyri stevnukapping fyri piltar í Runavík, og átta lið spældu við í kappingini. Tey umboðaðu feløg- ini AB; B36, B68; EB/S, KÌ og NSÌ. Umleið 100 leikarar og nógv foreldur at børnunum fingu ein fínan dag við Løkin. Anfield fer at gera munin Týskvøldið spælir Liverpool seinna 1/8 dystin í Champions League ímóti Real Madrid, og fyrrverandi Liverpool- málskjúttin Ian Rush heldur, at Anfield sum leikvøllur fer at gera mun, so at Liverpool kemur víðari í kappingini. - Spælararnir hjá Real Madrid halda seg vita, hvat teir kunnu vænta á Anfield. Men tað gera teir neyvan. Onnur feløg eru tikin á bóli á Anfield, sigur Ian Rush.